mikudagur 14. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 14. september 2005
3
Triðja árið á rað fór
stóra snið og hand-
verkstiltakið Glugga-
glæma av bakkastokki
um vikuskifti. Summ-
ir av luttakakarnum
hava verið við fyrr,
fleiri eru við fyri
fyrstu ferð meðan
onnur nú ganga egn-
ar leiðir.
- Tað er soleiðis
Gluggaglæma skal
virka. Kveikja fólk at
koma fram og taða
lendið, so tey kunnu
vaksa víðari sjálvi. Tá
gleðast vit mest, sigur
Randi S. Vang,
stigtakari
GLUGGAGLÆMA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyri triðju ferð lótu dyrnar
upp til árliga snið og hand-
verkstiltakið,
Glugga-
glæma, í Müllers Pakkhúsi
leygardagin. Tiltakið, sum
byrjaði
við
nøkrum
smáum,
livandi
verkstøðum, er bara vaksið
ár um ár, og er hesuferð
víðka við snið og hand-
verkskappingini Upprák og
eini
stórari
ráðstevnu.
Innkomnu
pløggini
til
Upprák eru at síggja í
Norðurlandahúsinum hesar
dagarnar og 21. september
er Ráðstevnan "Snið og
handverk í heimligum og
altjóða høpi" á skránni við
eini røð av forvitnisligum
fyrilestrum um snið, hand-
verki, rák og íverksetan.
Serstøk útrykk
Higartil eru stigtakarnir,
Randi S. Vang og Jonhild
Johannesen, avbera væl
nøgdar við luttøkuna og
undirtøkuna Gluggaglæma
hevur fingið. 20 pløgg eru
vald út at verða við í kapp-
ingini, og hópin av skúla-
flokkum, pensjónistabólk-
um og onnur hava dagliga
vitja tiltakið. Hvønn dag
eru livandi verkstaðir at
síggja í Müllers Pakkhúsi,
og út á seinnapartin hava
tey vitjandi høvi at síggja
pløgg frá verkstøðunum og
Upprák sýnd fram á palli-
num í Pakkhúsinum.
Mikudagin verður ein
steðgur í framsýningini í
Müllers Pakkhúsi, meðan
gjørt verður klárt til at
næsta lið av verkstøðum
sleppur framat hósdagin.
Tá verða mannfólkini ser-
liga væl umboða, so teir
hava eisini sítt pláss á
Gluggaglæmu, sjálvt um
ongin
mannfólkaklæði
vóru millum innkomnu
pløggini til Upprák.
- Har eru bara konufólka-
klæðir, men tað er ótrúliga
stuttligt at síggja, hvussu
ymisk pløggini eru. Mest
sum øll hugsandi sløg av
tilfari eru brúkt, líka frá
fínasta silki til ull og leður,
frá stásiligasta skrúði til tað
meir jarðbundna. Og øll
hava tey sítt heilt serstaka
úttrykk, sigur Randi. So
spennandi verður at síggja,
hvør fer avstað við vinning-
inum á 10.000 kr, tá vinnar-
in
verður
kunngjørdur
sunnudagin.
Taða lendið
Ein av treytunum fyri at
verða við í Upprák var, at
verkið á ein orginalan hátt
vísir nýskapan við røtum í
okkara egna mentanararvi.
Heitið Upprák hava tær
báðar, Randi og Jonhild tik-
ið úr bókini Havið hjá lív-
frøðinginum Boga Hansen.
Tí var eisini upplagt at lata
Boga sjálvan greiða frá
hesum fyribrigdi í Norður-
landahúsinum, tá framsýn-
ingini við pløggunum lat
upp. Við eini hugtakandi
ljósmyndarøð greiddi Bogi
frá, at talan er um upprák,
tá sjógvur verður sogin upp
úr djúpari løgum og hevur
við sær tøðevni, sum taða
lendið og skapa nýggjan
gróður, har nóg mikið av
ljósi er. Og tað er eisini á
leið soleiðis, Gluggaglæma
skal virka.
Okkara uppgáva og ynski
er at kveikja fólk til at
koma fram við sínum hand-
verki og stimbra tey til at
halda fram. Soleiðis vóna
vit at kunna taða lendið, so
tey fáa møguleikan at vaksa
á sín egna hátt framyvir. Tá
er okkara endamál rokkið,
sigur Randi, sum fegnast
um at síggja, at fleiri av
teimum, sum vóru við á
fyrstu Gluggaglæmu, nú
hava sjálvstøðug virki við
ymsum handverki.
Gluggaglæma taðar og kveikir
Bara hugflogið setur markið
á stóru handverksframsýn-
ingini Gluggaglæma í Müll-
ers Pakkhúsi hesar dagarnar.
Út á seinnapartarnar eru
eisini mótaframsýningar at
síggja á pallinum