mikudagur 14. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 174 - 14. september 2005
Palestinar fóru í felluna
Høvdu palestinar dugað líka væl at brúka fjølmiðl-
arnar sum ísraelsmenn, høvdu teir tikið tær jødisku
synagogurnar í Gaza-geiranum niður og latið ísraels-
monnum tær við einari viðmerking um, at tey jødisku
niðursetufólkini høvdu gloymt okkurt eftir, tá tey
fóru haðani.
Ístaðin fyri gjørdu palestinar júst tað, sum ísraelsku
myndugleikarnir høvdu vónað, og tí vístu tær fyrstu
sjónvarpsmyndirnar úr tí palestinska Gaza-geiranum,
hvussu palestinar settu eld á synagogurnar. Nú kundi
so allur heimurin síggja, at hetta var ikki eitt hersett
og kúgað fólk, sum fekk land sítt aftur, men heldur
eitt harkalið av búrkroppum, og at ágangurin ímóti
jødiska fólkinum heldur fram, skrivar Bergens
Tidende.
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Silvan Shalom, segði
fyrrakvøldið, at palestinska framferðin var ósiðilig,
og at hetta vóru fólk, sum als ikki høvdu nakra virð-
ing fyri halgum støðum. Palestinski ráðharrin
Muhammad Dahlan svaraði, at palestinararnir, sum
settu eld á synagogurnar, vóru farnir í eina fellu, sum
ísraelsku myndugleikarnir høvdu lagt.
– Ætlanin við hesum var at vísa, at palestinar eru
eitt ómentað fólk, samstundis sum tað skuldi rættvís-
gera ísraelska ágangin ímóti halgum palestinskum
støðum, segði Muhammad Dahlan.
Ákærdir fyri morð
Fimm bretar, sum eru ákærdir fyri at hava myrt 21
kinesiskar arbeiðsmenn, koma fyri rættin í næstu
viku. Teir 21 kinesararnir arbeiddu við at henta skelj-
ar í Morecambe-víkini, men teir varnaðust ikki flóð-
ina og druknaðu.
Málið vakti stóran ans. Tað kom fram, at kinesar-
arnir høvdu fingið eitt bretskt pund ella einar 11
krónur um dagin, og at arbeiðsdagurin var níggju
tímar. Eisini kom fram, at kinesararnir høvdu ikki
arbeiðsloyvi í Bretlandi, og bretsku myndugleikarnir
hava tí sammett málið við nútímans trælahald.
Ákæruvaldið hevur ákært Liang Ren Lin, sum er
bretskur ríkisborgari, fyri morð og fyri at hava verið
uppi í mannasmugling. Tveir aðrir kinesarar, sum eis-
ini eru bretskir ríkisborgarar, eru saman við bretanum
David Anthony Eden ákærdir fyri mannasmugling í
sama máli.
Morecambe-víkin er á bretsku vesturstrondini. Hon
er tiltikin fyri sín vakurleika, men mong tora ikki at
fara hagar, tí tað fløðir og fjarar sera skjótt har.
Oljuprísurin fær
avleiðingar
Aðalstjórin í evropeiska miðbankanum, Jean-Claude
Trichet, sigur við tíðindatænastuna Bloomberg, at tað
er eingin ivi um, at tann høgi oljuprísurin fer at tálma
búskaparligu framgongdini, og at hann fer at elva til
hægri inflasjón.
Bloomberg skrivar, at tann høgi oljuprísurin kemur
teimum oljuframleiðandi londunum væl við, tí tey fáa
munandi størri inntøku, enn tey høvdu roknað við.
Men hjá teimum flestu londunum virkar oljuprísurin
sum ein bremsa í búskapinum, tí hann gevur bæði tí
privata og vinnulívinum størri útreiðslur.
Í gjár hevði Jean-Claude Trichet fund við tjóð-
bankastjórarnar í G-10 londunum, har teir millum
annað umrøddu avleiðingarnar av tí høga oljuprísin-
um. Herfyri kunngjørdi evropeiski miðbankin, at bú-
skaparvøksturin í evrulondunum verður ikki so stórur
sum mett. Og oljuprísurin fekk skyldina.
Vilja sleppa út í rúmdina
Evropeiska rúmdarumsitingin ESA hevur boðið fólki
úr ymsum londum at royna seg sum rúmdarmenn, og
millum teirra, sum kappast um plássini, eru fýra
danir.
Helge Sander, ráðharri í vísindi, sigur við Politi-
ken, at tað er kortini als ikki vist, at nakar dani slepp-
ur út í rúmdina í fyrsta umfari. Hann dylur tó ikki
fyri, at málið hevur sera stóran áhuga í Danmark, tí
fleiri onnur evropeisk lond hava longu havt menn í
rúmdini.
Ætlanin er, at teir evropeisku rúmdarmenninir
skulu út í rúmdina við amerikonskum og russiskum
rúmdarførum.
Jens Stoltenberg verð-
ur nýggjur norskur
forsætisráðharri, men
hóast reyð-grønu
flokkarnir eru samdir
um at skipa stjórn,
kann tað taka drúgva
tíð at orða
samgonguskjalið
NOREG
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Stórtingsvalið mánadagin
var søguligt. Fyri fyrstu
ferð í fleiri skeið fær Noreg
eina meirilutastjórn, og fyri
fyrstu ferð sleppur Sosial-
istiski Vinstraflokkurin í
stjórn. Harafturat er tað
fyrstu ferð, at Miðflokkurin
skipar stjórn saman við
teimum báðum flokkunum
á vinstravonginum.
Valkvøldið vóru Jens
Stoltenberg, Kristin Hal-
vorsen og Aslaug Haga feg-
in um sigurin. Jens Stolten-
berg kundi av sonnum
fegnast, tí Arbeiðaraflokk-
urin hevði eitt sera gott val
og fekk 32,8 prosent av at-
kvøðunum. Hjá Sosialist-
iska Vinstraflokkinum hjá
Kristin Halvorsen gekk
minni væl. Flokkurin hevði
stóra afturgongd og fekk
8,7 prosent. Miðflokkurin
hevði harafturímóti eina
lítla framgongd og fekk 6,5
prosent av atkvøðunum.
Tilsamans fingu teir tríggir
flokkarnir 87 tinglimir.
Tað var ymiskt, sum val-
ið hilnaðist hjá stjórnar-
flokkunum. Tann størsti,
Høgri, fekk ein dyggan
frammaná og fekk 14,1
prosent, sum er tað minsta,
sum flokkurin hevur havt.
Kristiligi Fólkaflokkurin
hjá Kjell Magne Bondevik,
forsætisráðharra, fekk eis-
ini ein frammaná og endaði
á 6,8 prosentum. Vinstri
hevði harafturímótri fran-
gongd og fekk 5,9 prosent.
Tann stóri sigursharrin á
borgarliga vonginum var
Framburðsflokkurin, sum
hevði eitt sera gott val.
Flokkurin fekk 22,1 pros-
ent og er nú nógv tann
størsti á tí borgarliga vong-
inum. Tilsamans fingu teir
borgarligu flokkarnir 82
umboð í Stórtingið.
Ósamd um mangt
Samgongusamráðingarnar
ímillum teir tríggjar reyð-
grønu flokkarnar eru longu
byrjaðar, og gongst sum
ætlað, verður nýggja stjórn-
in skipað miðskeiðis í okto-
ber. Men politiskir eygleið-
arar í Noregi siga, at sam-
ráðingarnar verða ikki lætt-
ar, tí teir tríggir flokkarnir
eru ósamdir á fleiri økjum.
Eitt nú er Arbeiðara-
flokkurin fyri at fara undir
oljuvinnu í Barentshavin-
um, men tað vilja partar av
Sosialistiska Vinstraflokk-
inum ikki hoyra talan um.
Arbeiðaraflokkurin er fyri
at byggja fleiri gassorku-
verk, men tað vilja SV og
Miðflokkurin ikki góðtaka,
uttan so at orkuverkini lúka
sera strangar umhvørvis-
treytir.
Eitt annað, sum flokkarn-
ir heldur ikki eru samdir
um, er, hvussu nógvar olju-
pengar politikararnir skulu
brúka. Arbeiðaraflokkurin
hevur hug at spara, men
hinir
báðir
flokkarnir
halda, at politikararnir eiga
at játta meiri oljupengar til
skúlar,
samferðslu
og
heilsumál.
Uttanríkispolitikkin eru
flokkarnir
heldur
ikki
samdir
um. Arbeiðara-
flokkurin er fyri noprskum
ES-limaskapi, men tað vilja
hinir báðir ikki, so tann
spurningurin verður neyvan
tikin fram í hesum val-
skeiðinum.
Úr politikki
Fleiri kendir norskir polit-
ikarar fóru burtur úr poli-
tikki á hesum valinum. Ein
teirra er forsætisráðharrin,
Kjell Magne Bondevik.
Hann boðaði longu undan
valinum frá, at kundi hann
ikki halda fram sum forsæt-
isráðharri eftir valið, fór
hann at taka seg burtur úr
politikki. Tað endurtók
hann aftan á ósigurin fyrra-
kvøldið.
Valið mánadagin var eis-
ini søguligt á tann hátt, at
Stórtingið fekk tann yngsta
limin, sum tað nakrantíð
hevur havt. Tað er tann 21
ára gamla Anna-Kristin
Ljunggren, sum varð vald
fyri Arbeiðaraflokkinum í
Nordland.
UTTAN ÚR HEIMI
Nú sleppa tey at royna seg
Kristin Halvorsen, Jens Stoltenberg og Aslaug Haga skulu skipa ta næstu stjórnina í Noregi.