Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2005 5 Hóskvøldið verða tríggir navnframir fótbóltsspælarar gestir á Bønarlinjuni hjá Lindini. Tosað verður millum annað um trúgv, fótbólt og at samantvinna bæði ÚTVARP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tríggir kendir fótbólts- spælarar verða hóskvøldið við í sendingini Bønarlinj- an, sum verður send á kristiligu útvarpsrásini Lindini hvørt hóskvøld. Jenis av Rana er annar av vertunum fyri sendingini, og hóskvøldið hevur hann boðið trimum fótbóltsspæl- arum í útvarpsstovuna. Teir umboða trý tey fremstu feløgini í landinum. Úr Skála verður tað landsliðsspælarin Jónhard Frederiksberg, úr B36 Okeke Obele Onyebuchii – ella Óbi, sum hann vanliga verður róptur – og úr HB vágamaðurin Tór-Ingar Akselsen. – Vit fara at tosa um trúgv og fótbólt, og hvussu tað er at samantvinna hetta, sigur Jenis av Rana, vertur fyri Bønarlinjuni. Innlendinsmálaráðið staðfestir, at borgar- stjórin á Sandi ikki hevði heimild til at siga skrivaran hjá kommununi úr starvi av sínum eintingum. Uppsøgnin er tí ógildug, og í kvøld fer Sands kommuna at viðgera málið UPPSØGN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Innlendismálaráðið hevur ógildað bæði ætlanarskriv- ið og uppsøgnina av skriv- aranum hjá Sands komm- unu. Innlendismálaráðið staðfestir, at borgarstjórin á Sandi hevði ikki heimild til av sínum eintingum at siga skrivaran úr starvi, og tí er uppsøgnin ikki galdandi. Fyrr í ár fekk Jonna Krog Poulsen bæði ætlanarskriv og uppsagnarbræv frá Sands kommunu. Tað var borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, sum hevði tikið avgerðina um, at skrivan skuldi sigast úr starvinum. Málið varð kært til Innlendismálaráðið, og nú hevur ráðið, sum er hægsti myndugleiki og hev- ur avgerandi orðið at siga, gjørt sína niðurstøðu. Sambært Innlendismála- ráðnum hevði Páll á Reyna- túgvu onga heimild til at siga skrivaran úr starvi. Tað er kommunustýrið, sum setir fólk og sigur tey úr starvi, og tí kundi borgar- stjórin ikki einsamallur taka avgerðina um upp- søgnina. Kommunstýrið eigur avgerðina Innlendismálaráðið sigur í sínari niðurstøðu, at sam- bært kommunustýrislógini skal kommunustýrið áseta nærri reglur um starvs- fólkaviðurskiftini hjá sær – millum annað um hvør setir fólk, og hvør loysir fólk úr starvi. Starvsfólkaskipanin hjá Sands kommunu, sum var endaliga samtykt 15. desember 2003, hevur bert ásetingar um starvsøki, løn og starvsheiti. Tí heldur Innlendismálaráðið, at tað framvegis er kommunu- stýrið, sum hevur heimild- ina at seta fólk í starv og at loysa tey úr starvinum. Mikukvøldið verður fundur í Sands kommunu, og har skal skrivið frá Inn- lendismálaráðnum til við- gerðar. Páll á Reynatúgvu, borg- arstjóri, segði mánadagin við Útvarpið, at skrivið frá Innlendismálaráðnum fór at verða tikið til eftirtektar, men at hann kundi ikki siga meira um málið. Uppsøgn á Sandi var ógildug Stjórin á Rúsdrekka- sølu Landsins hevur sagt seg úr starvi og er farin heim. Hon sigur, at ov lítil tíð til familjuna er orsøkin til, at hon hevur valt at gevast UPPSØGN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Dagmar Joensen, sum hevur verið stjóri á Rús- drekkasølu Landsins síðani byrjanina í 1992, hevur sagt seg úr starvi, og hon er eftir egnum ynski fríttstillað í uppsagnartíðini. Sosialurin royndi fyrra- partin í gjár at fáa fatur á Dagmar Joensen, men tað eydnaðist ikki. Dagmar Joensen segði við Útvarpið, at hon hevði sagt seg úr starvinum av persónligum orsøkum. Ov nógv arbeiði og ov lítil tíð til familjuna høvdu gjørt, at hon valdi at gevast. Fyribils uppgáva Maria Róin, sum er deildar- stjóri á vinnudeildini hjá Vinnumálaráðnum, er sett sum fyribils stjóri á Rús- drekkasøluni. Hon fekk mánadagin álagt at fara til arbeiðis á Rúsuni, og hon hitti starvsfólkið fyrstu ferð seinnapartin mánadagin. – Mín uppgáva er at røkja stjórastarvið fyribils, og eg rokni við, at nýggjur stjóri verður settur innan stutta tíð, sigur Maria Róin. Søkja eftir nýggjum stjóra Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sigur, at stjórin á Rúsdrekkasøl- uni hevði sjálv gjørt av at fara úr starvinum, og at hann kann einki siga um orsøkina. – Tað kann bara stjórin sjálvur svara fyri, sigur Arne Poulsen. Aðalstjórin sigur, at nú verður søkt eftir nýggjum stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins, og at væntandi kann nýggjur stjóri setast um nakrar vikur. Stjórin á Rúsuni farin úr starvinum Fótbóltsspælarar hittast á Lindini Í kvøld skal Sands kommunu viðgera málið um skrivaran hjá kommununi, sum uttan neyðuga heimild varð sagdur úr starvi av borgarstjóranum Dagmar Joensen gjørdist fyrsti stjórin hjá Rúsdrekkasølu Landsins í 1992. Um vikuskiftið segði hon starvið frá sær og er longu farin heim Jónhard Frederiksberg, landsliðsspælarin hjá Skála, er ein av teimum, sum hóskvøldið fer at verða við á Bønarlinjuni hjá Lindini Lesið Sosialin