mikudagur 14. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 174 - 14. september 2005
Ð aftur
á gøtuni
Eftir drúgvan steðg er
Jógvan á Høvdanum
nú aftur farin undir
útgávuna av mann-
fólka- og ungdóms-
blaðnum, Ð
BLAÐÚTGÁVA
Fyrsta útgávan í nýggju
røðini skal verða á gøtuni
leygardagin, og er talan
um 40 síður, har evni av
ymsum slag verða við-
gjørd. Blaðið provoker-
aði í síni stuttu livitíð
rættiliga nógv fólk. Ser-
stakliga tí nógvar frekar
myndir
av
konufólki
vóru í blaðnum.
Í innihaldinum hesa
ferð eru tó eisini aðrir
lutir. Eitt eru tema um
bilar og poker, umframt
at samrøður við persónar
eisini eru í blaðnum.
Tað er Jógvan á Høvd-
anum, yngri, sum stendur
fyri útgávuni. Finnur
Justinussen er mynda-
maður á blaðnum.
Frálíkt ummæli
av Pleaser
Óvanliga høgt tónlistar-
ligt støði, væl upplagdir
og "en sprudlende kon-
sert" tey jaligu viðmælini
av Pleaser, sum er danski
bólkurin hjá føroysku
brøðrunum Jens John og
Argrím Jacobsen, eru
nógv í ummælinum hjá
Midtsjællands Folkeblad
av konsertini hjá Pleaser
í Starfighters kappingini,
sum var hildin á Skand-
erborg Festivalinum her-
fyri. Hetta er sama kapp-
ing, sum Gestir var við í
fyri tveimum árum síðan.
Bólkurin átti sambært
blaðnum við sínum frá-
líka blandi av rokki,
poppi og tekno at verið
millum fyrstu tríggjar
bólkarnar í kappingini.
Gaffa.dk gav somu fram-
førslu eina av seks møgu-
ligum stjørnum, og kall-
aði teir m.a. "En temme-
lig tynd omgang stadion-
rock". Hetta vísir bara
hvussu ymiskir ummæl-
arar kunnu vera á máli.
Sambært blaðnum hev-
ur eitt plátufelag aftan á
konsertina víst stóran
áhuga í Pleaser, Hvat
plátufelag talan er um,
veit blaðið ikki at siga.
nud
Føroyskur
tungmálmur
á alnetinum
Sic hava gjørt upptøkur
av tveimum rokkandi,
hørðum
og
tungum
málmsløgum, og hava
lagt tey á heimasíðuna
hjá bólkinum,
www.entersic.com, løg-
ini "Rough" og "Fading"
vísa hvussu nógv Føroya
harðasti bólkur rokkar. Í
sambandi við alnetút-
gávuna
av
løgunum
spælir Sic konsert saman
við the Dreams í TB-
Húsinum 3. september.
Sic hava tikið løgini
upp í venjingarhølunum
hjá The Dreams, og talan
er um eina demo, sum
hvørki er ljóðblanda ella
upptikin undir fullkom-
num umstøðum, men
ljóði á serliga lagnum
"Rough" er brúkilig, og
fyri rokkelskarar eru
løgini frálíkar uppliving-
ar, ið kunnu viðmælast.
nud
200 á rundferð
við Rundfunk
200 skulu í sambandi við
sína konsert í Vega í
sendingina Rundfunk á
TV2, ið er ein tann best
dámda tónleikasendingin
í donskum sjónvarpi.
TV2 tekur upp meðan
teir spæla um kvøldið í
Vega, og fer somuleiðis
eina rundferð við teim-
um.
200, gestir og Makrel
hava fingið hópin av
reklamu í sambandi við
Atlantic Music Event í
danska høvuðstaðnum,
og sermerktu plakatirnar
við einum seyðarhøvdið,
hava fingið danir at
leggja merkið til tiltakið.
nud
MESSUSKÚLI
Fríggjadagin 16. september
2005 skipar Synergi fyri
einum »Messuskúla«.
- Vit fáa vitjan av fyrr-
verandi
marknaðarstjóra
hjá Svenska Messan í
Gøteborg, Björn Malm-
ström, sum hevur nógvar
royndir við messum, bæði í
teori og praksis. Björn fer
at viðgera teir ymisku
hornasteinarnar, sum stand-
ast av at luttaka á einari
messu og teir eru nógvir,
sigur Synergi í tíðinda-
skrivi.
Vit vita, at tað er kostn-
aðarmikið at hava bás á
messum. Kostnaðarmikið
og tíðarkrevjandi. Men við
rætta bási og rætta fram-
ferðarhátti á básinum, kann
tað tó geva fyritøkuni nógv
og góð kundasambond.
Men
• Hvat er ein »rættur«
básur?
• Skulu tit fylla hann við
alskyns vørum og tæn-
astum?
• Hvat er eitt MUST og
hvat er absolutt bannlýst?
• Hvat við fyrireiking áðr-
enn? Hvat við fram-
ferðarhátti
á
sjálvari
messuni?
• Og hvat við uppfylging?
Um tín fyritøka javnan lut-
tekur á messum her heima
ella uttanlands, ella um tit
umhugsað at fara tann
vegin í tykkara sølustrategi,
so er "Messuskúlin" júst
nakað fyri tykkum. Á
skeiðinum fáa tit íblástur til
at taka endaligu avgerðina,
tit fáa íblástur til hvussu tit
skulu bera tykkum at og
hvussu
tit
í
størst
møguligan mun tryggja, at
tit fáa nakað burturúr tíðini
og pengunum sett verður av
til hetta?
Málbólkur:
Fyritøkur
sum javnan hava bás á
messum, bæði herheima og
uttanlands. Fyritøkur sum
umhugsað at luttaka á
messum, fólk á marknaðar-
deildum og søludeildum,
sum antin fyrireika ella
luttaka aktivt á messum
sum sølufólk. Eisini er tað
upplagt hjá starvsfólkum á
lýsingastovum at luttaka.
Meiri fæst at vita á
www.synergi.fo
KUNNINGARTØKNI
www.startup2005.com
Eitt nýtt føroyskt »Internet
business
game«
kallað
STARTUP, verður nú ment
av føroyskari fyritøku til al-
heimsmarknaðin. START-
UP gevur næmingum á
miðnámsskúlum og hægri
lærustovnum
høvið
at
royna seg sum íverksetarar.
Føroyska
KT-fyritøkuni
Simprentis hevur ment
Internet simuleringina, og
er hetta liður í einari norð-
urlendskari verkætlan kall-
að PICYBU.
Menningarstovan hevur
tikið stig til STARTUP
spælið. Hetta er partur av
arbeiðinum
at
stimbra
íverksetara mentanina, og
geva lesandi ungdómi innlit
í avbjóðingarnar, tá ið egið
virki skal setast á stovn.
Serligur
dentur
verður
lagdur á munin á avbjóð-
ingunum, tá íverksetarin
skal velja í millum heima-
marknað
ella
altjóða
marknað,
umframt
at
dentur verður lagdur á at
skapa virkissamstørv mill-
um lond.
STARTUP er ein simu-
lering gjørd til Internetið,
har
luttakararnir
reka
vinnuligt
vinnuvirksemi
sum búsitandi í útjarðar-
økjum. Útjaðarøkir eru í
hesum føri Northern Peri-
phery øki, sum er norður
Finnland, norður Svøriki,
norður Norra, Føroyar.
Skotland (Highland and Is-
lands), Ísland og Grønland.
Avbjóðingarnar fyri ein
íverksetara eru at kalla tær
somu í øllum útjaðaraøkj-
um.
Endamálið við START-
UP er at geva luttakarunum
eina fatan av, hvat krevst av
einum íverksetara og virk-
iseigara, eins og at fata tær
serligu avbjóðingar sum
íverksetarar í útjaðaranum
kunnu vænta sær. START-
UP er ment við góðum
royndum frá tí væl kenda
spælinum Xplore, sum
Simprentis mentið fyri
nøkrum árum síðani, tá ið
fyritøkan húsaðist í KT
Klekingardeplinum
á
Menningarstovuni.
Hvør luttakari fær at-
gongd til simuleringina
umvegis Internetið. Í simu-
leringini kunnu luttakarar-
nir velja millum nógvar
handilsmøguleikar úr veru-
liga heiminum, gera virkir
saman við luttakarum úr
skúlum í øðrum londum,
velja sær ein marknað á
antin lokala- ella globala
marknaðinum og reka virk-
ini á best møguligan hátt í
kapping við aðrar luttak-
arar.
Málbólkur og tíðir
STARTUP er ætlað 16-22
ára gomlum næmingum í
miðnámsskúlum og hægri
lærustovnum. Tað vera 2
atskild spæliborð: eitt fyri
miðnámsskúlar og eitt fyri
hægri lærustovnar. Mett
verður at einir 200 næm-
ingar tilsamans frá 4 ym-
iskum londum fara at lut-
taka í fyrstu kappingini,
sum verður 22.-24. no-
vember í ár.
Tað einasta sum krevst av
hvørjum einstøkum luttak-
ara er at hava atgongd til
eina teldu, sum er bundin í
Internetið, meðan kapping-
in er. Tað mugu í hvussu er
vera ein næmingur og ein
lærari frá hvørjum útbúgv-
ingarstovni.
Í STARTUP eru lærarar-
nir á útbúgvingarstovnun-
um hjálparfólk. Teirra upp-
gáva er at skipa fyri kapp-
ingini á staðnum og hjálpa
næmingunum at nýta simu-
leringina. Fyri at lærararnir
kunnu vera væl fyrireikaðir
til hetta, verða "online"
hjálparskeið fyri lærarar
17., 18. og 19. november
2005.
Tann fyrsta kappingin
verður sum nevnt 22. - 24.
november 2005. Kappingin
er í gongd frá kl. 08.00 til
14.00 føroyska tíð allar
dagarnar.
Eftirfylgjandi
kappingar eru settar at vera
í mars, oktober og novemb-
er í 2006. Minst 2 kapp-
ingar verða árliga fram til
endan av 2009. Skúlar
kunnu luttaka í einari ella
fleiri kappingum.
NPP (Northern Periphery
Programme) verkætlan
Menningin av STARTUP
er partur av stóru verk-
ætlanini PICYBU, sum
Menningarstovan eisini er
partur av. Av tí at PICYBU
er stuðlað av Northern
Periphery Program verður
einki luttøkugjald kravt frá
miðnámsskúlum og hægri
lærustovnum í Føroyum,
norður-Noregi,
norður-
Svøríki og norður-Finn-
landi (Northern Periphery
økini í hesum londunum),
sum eru partar í PICYBU
verkætlanini. Onnur lond
kunnu luttaka við at gjalda
eitt ásett luttøkugjald.
Kappingin
(www.startup2005.com)
verður
fyriskipað
av
verkætlanini
PICYBU
(Participation
in
rural
Communities by Young
Broadband
Users)
www.picybu.org,
sum
verður stuðlað av ES
Northern Periphery Pro-
gramme
www.northernperiphery.net
og lokalum myndugleikum
í økjunum. Vinnuframa-
grunnurin stuðlar føroysku
luttøkuni. STARTUP er
sniðgivið, ment og latið av
Simprentis
www.simprentis.com.
Meira fæst at vita um
PICYBU verkætlanina hjá
Steinbjørn í Dali á Menn-
ingarstovuni,
og
um
STARTUP frá Ólavi Ellef-
sen á Simprentis.
Skeið um messur
Online Business Game
fyri íverksetarar