mikudagur 14. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 14. september 2005
7
– Tað varð hildið at
vera ein sjálvfylgja, at
ein føroyingur varð
settur í sjómans-
prestastarvið í Hull
frá byrjan, men tað
hendi ikki. Nakað av
skriving hevur verið
um málið í Sosialin-
um í seinastuni, og
róð hevur verið fram-
undir, at føroyska
sjómanskirkjan og
Mentamálastýrið ikki
hava røkt føroysk
áhugamál nóg væl, tá
ið ein dani var settur í
starvið. Tórbjørn
Jacobsen fer at reisa
spurningin á ting-
fundi í dag
SJÓMANSKIRKJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Nær fer verandi sáttmáli
millum føroysku sjómans-
kirkjuna og donsku sjó-
manskirkjuna úr gildi? og
eru samráðingar millum
partarnar um at halda fram
við samstarvinum?
Hesar spurningar vil Tór-
bjørn Jaocbsen, løgtings-
maður, hava Jógvan á Lakj-
uni,
landsstýrismann
í
mentamálum at svara á
tingfundinum í dag.
Tórbjørn Jacobsen sigur
eisini, at føroyski skatt-
gjaldarin borgar fyri sjó-
mansprestasvarvið, ið sam-
bært verandi sáttmála er
mannað í Hull í Bretlandi
og spyr, um landsstýris-
maðurin, sum umsitur játt-
anina, ætlar at skipa so fyri,
at tað frameftir verður ein
føroysku prestur, ið mannar
starvið.
Løgtingsmaðurin vísir á,
at sáttmáli um samstarv
millum føroysku og donsku
sjómanskirkjuna var gjørd-
ur fyri fáum árum síðani.
– Talan er um eitt nýbrot,
har føroyskur prestur skuldi
sendast út í heim at virka,
tó í skipanini hjá donsku
sjómanskirkjuni,
sigur
hann.
Føroya Landsstýrið tók
undir við málinum, og síð-
ani hevur ein játtan verið
tøk á fíggjarløgtingslógini
til hetta endamálið.
– Tað varð hildið at vera
ein sjálvfylgja, at ein føroy-
ingur varð settur í starvið
frá byrjan, men tað hendi
ikki. Nakað av skriving
hevur verið um málið í
Sosialinum í seinastuni, og
róð hevur verið framundir,
at føroyska sjómanskirkjan
og Mentamálaráðið ikki
hava røkt føroysk áhugamál
nóg væl, tá ið ein dani var
settur í starvið hjá føroysku
sjómanskirkjuni í Hull,
vísir Tórbjørn Jacobsen á.
Hann vónar, at landsstýr-
ismaðurin hevur eina mein-
ing um hetta málið, og
væntandi fer hann at krevja
av pørtunum, at játtanin,
hann umsitur, verður brúkt
til at seta ein føroying í
hetta starvið, um so er, at
samstarvið ímillum sjó-
manskirkjurnar báðar, yvir-
høvur skal halda fram.
John Johannessen,
løgtingsmaður, vil
hava Bárð Nielsen,
fíggjarmálaráðharra,
at greiða løgtinginum
frá, um nakar saman-
hangur er millum
oljuavgjaldið og um-
hvørvisvernd
OLJUAVGJALDIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Kann landsstýrismaðurin
upplýsa, hvussu nógvir
pengar vantandi koma inn í
oljuavgjaldi í ár og hvussu
stórur partur av hesum
verður brúktur beinleiðis til
orku- og umhvørvisátøk?
Hendan spurning vil John
Johannessen, løgtingsmað-
ur, hava Bárð Nielsen,
landsstýrismann at svara á
tingfundinum í dag.
Hann spyr eisini lands-
stýrismannin, um tað er
rætt skilt, at meginreglan
við umhvørvisgjøldum er
at betra um umhvørvisstøð-
una? Um so er, kann lands-
stýrismaðurin so greina
tinginum,
hvussu
olju-
avgjaldið hevur gagnað
umhvørvinum
seinastu
árini, spyr John Johannes-
sen.
Eisini spyr hann Bárð
Nielsen, um landsstýris-
maðurin at enda kann
greiða tinginum frá, hvussu
hann í framtíðini kundi
hugsað sær at samskipa
umhvørvisgjøld og um-
hvørvispolitikk?
– Eingin ivi skal vera um,
at tað er bæði rætt og skila-
gott at hava ávís umhvørv-
isgjøld, væl at merkja um
hesi tæna umhvørvinum og
eru sosial rættvís. Men í
seinastuni hevur orðaskifti
tikið seg upp um oljuav-
gjaldið upp á 70 oyru litur-
in, sum øll eru noydd at
gjalda, skulu tey hava hita í
húsinum. Hetta líkamikið
um talan er um pensjón-
istar, einligar mammur ella
fólk við millióna inntøkum,
sigur John Johannessen.
Hann vísir á, at hetta
sama brennioljuavgjaldið
verður sagt at vera eitt um-
hvørvisgjald, ið hevur til
endamáls at minka um olju-
nýtsluna og tæna umhvørv-
inum.
– Men so greitt er
motivið við slíkum gjøld-
um ikki altíð, heldur hann.
John Johannessen sigur,
at í Danmark hava tey eitt
líknandi avgjald á biogassi,
sum fjarhitamiðstøðir kring
alt landið nýta. Hetta av-
gjaldið gevur milliarda inn-
tøkur í danska statskassan.
Nú ynskja hitamiðstøðirnar
at gerast meira umhvørvis-
vinarligar við at leggja um
frá luftdálkandi biogassin-
um til bíligan og umhvørv-
isvinarligan hálm, ið er til
avlops fra danska landbún-
aðinum.
–
Hetta
gleðir
ikki
danska fíggjarmálaráðharr-
an.
Umhvørvisvinarliga
orkuframleiðslan gevur ov
lítið í statskassan av um-
hvørvisgjøldum.
Tískil
hevur danska stórnin gjørt
av at banna hitamiðstøðun-
um at leggja um til hálm.
Grundgevingin
er,
at
stjórnin ikki vil missa 700
milliónir krónur í um-
hvørvisavgjøldum.
– Niðurstøðan av hesum
má sostatt vera, at enda-
málið hjá donsku VK
stjórnini við umhvørvis-
gjøldum er, at tey skulu
tæna kassanum og ikki um-
hvørvinum,
sigur
John
Johannessen.
Hann sigur seg ikki hava
klárað at funnið nakran
beinleiðis
samanhang
ímillum okkara umhvørvis-
gjøld og beinleiðis tiltøk at
betra um umhvørvið. Tí
verður hesin fyrispurning-
urin
settur
landsstýris-
manninum í fíggjarmálum,
fyri at fáa greiðu á, um
okkara umhvørvisgjald er
til fyri at tæna umhvørv-
inum ella kassanum.
Nú er semja um, at
tær umstríddu PE
mátturnar kunnu
nýtast í tunlinum,
men at nýtslan skal
avmarkast
BRUNATRYGD
Eirikur Lindenskov
Brunaumsjón landsins
og P/F Norðoyatunnilin
hava saman við Fiski-
málaráðnum
viðgjørt
ósemjuna, sum í summar
tók seg upp millum part-
arnar um nýtsluna av
bjálvingarevni í Norð-
oyatunlinum
Partarnir hava arbeitt
við at finna alternativ til
PE máttur, og eru samdir
um:
1) at tað ikki slepst heilt
undan at nýta PE máttur,
2) at nýtslan av PE
máttum skal avmarkast í
størst møguligan mun,
3) at neýug stig verða
tikin til tess at tryggja, at
har PE máttur verða
nýttar, skal betonglag
undir neyvum eftirliti
verða
lagt
uttaná
í
fyriskrivaðari tjúkd.
Partarnir eru somuleiðis
samdir um, at P/F Norð-
oyatunnilin, har tað letur
seg gera, viðger tunnilin
við øðrum bjálvingar-
evni, sum verður sprænt
uppá. Vísandi til framm-
anfyri nevndu semju
hevur
Brunaumsjón
landsins í dag tikið aftur
kravboð síni.
Í skrivi dagfest 11. juli
2005, og P/F Norðoya-
tunnilin hevur tikið aftur
kæruna, sum varð latin
Fiskimálaráðnum í skrivi
dagfest 13. juli 2005.
Føroyingur setast
í prestastarvið í Hull
Semja um bjálving
í Norðoyatunlinum
Tænir oljuavgjaldið bara landskassanum?
Í Føroyum fara nógv
tons av evnum, sum
niðurbróta ozonlagið,
óneyðugt út í luftina.
Tess tynri ozonlagið
er, jú størri er vandin
fyri skaðum, t. d.
økist vandin fyri
húðkrabba
OZONLAGIÐ
Meginparturin av evnun-
um, sum niðurbróta ozon-
lagið, og sum verða brúkt í
Føroyum, eru kølievni, sum
verða brúkt í køliskipanum,
bæði á landi og umborð á
skipum.
Fyri fyrstu ferð er før-
oysk uppgerð gjørd yvir
nýtslu og útlát av evnum,
sum niðurbróta ozonlagið.
Uppgerðin er fyri ár 2003.
Hetta árið varð meira inn-
flutt
av
kølievninum
HCFC-22 enn brúk er fyri í
landinum.
Stóri
innflutningurin
skyldast eina stóra nýtslu
av kølievnum umborð á
skipum. Nógv skip hava
eldri og ótættar HCFC-22
køliskipanir. Tá ið HCFC-
22 lekur út, fer tað upp í
lofthavið, og er har við til at
niðurbróta ozonlagið. Hetta
ger sítt til, at føroyski inn-
flutningurin av kølievnum
og føroyska útlátið av køli-
evnum er óneyðuga stórt.
Ein onnur orsøk til stóru
føroysku nýtsluna er, at í
Føroyum eru kølievni bílig-
ari enn í grannalondum
okkara. Hetta tí at eingin
avgjøld eru á kølievnum.
Hetta førir við sær, at út-
lendsk skip keypa kølievni
í Føroyum, og eru tey so-
leiðis við til at økja um
føroyska innflutningin.
Ístaðin fyri áhaldandi at
keypa nýggj kølievni, áttu
eldru HCFC-22 køliskipan-
irnar at verið skift út við
nýggjari og meira um-
hvørvisvinarliga tøkni. Ein
máti at fáa gongd á hesa
útskifting er at seta avgjøld
á skaðilig kølievni.
Hetta er nakað av tí, sum
kemur fram í kanning, sum
danska
ráðgevaravirkið
PlanMiljø, í samstarvi við
Heilsufrøðiligu starvsstov-
una, hevur staðið fyri.
Meira kann gerast fyri at verja ozonlagið
Hjørdis Kjærsgaard er
sjómansprestur í Hull
John Johannessen vil hava landsstýrismannin í fíggjarmálum
at greiða frá, um nakað samanhang er millum oljuavgjaldið
og umhvørvisvernd. Hann vísir á dømi úr Danmark, har
orkuprísur ikki verður lækkaður, tí statskassin missir inntøku