mikudagur 14. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 174 - 14. september 2005
Norska valið gjørdist ein stórsigur fyri reyð-grønu
samgonguna. Arbeiðaraflokkurin fekk 32,8% av
atkvøðunum og gjørdist sostatt annar stóri vinnarin.
Reyð-grøna samgongan hjá Jens Stoltenberg fekk 88
tingmenn, meðan borarligi vongurin stóð eftir við 81
tingmonnum Stóru tapararnir vóru Høgra og Kristiligi
fólkaflokkurin. Tann stóri spurningurin, sum mong
seta sær, er, hvussu tað ber til, at stjórnin í heimsins
ríkasta og besta landi kundi missa meirilutan. Orsøk-
irnar tykjast vera fleiri. Ein orsøk er, at stjórnin framdi
fleiri sera illa dámd inntriv fyrst í farna valskeiði. Ein
onnur orsøk er tann, at Framburðsflokkurin hevur
yvirhálað teir stóru borgarligu flokkarnar høgrumegin.
Við sínum populistiska politikki, sínum sterkt høgra-
venda útlendingapolitikki hevur FRP virkað sum eitt
áhugavert borgarligt alternativ. Tað er beinleiðis
óhugnaligt, at ein so populistiskur og høgravendur
flokkur skal fáa so stóra undirtøku í einum av okkara
næstu grannalondum!
Kjeld Magne Bondevik fer nú úr norskum politikki.
Hann hevur ikki havt nakað lætt starv hesi seinastu fýra
árini, tí ósemjan hevur verið stór í samgonguni, eins og
trupulleikar hava verið í hansara egna flokki. Bondevik
hevur vunnið sær mikla virðing á altjóða politisk pall-
inum. Undir hansara leiðslu er Noreg vorðið undan-
gonguland á humanitera økinum. Noreg er í fremstu
røð at veita hjálp, har neyðin er størst og mangan hevur
Noreg verið púra einsamalt saman við ST at linna neyð
og veita hjálp ymsa staðir í Afrika. Eisini á stórpolit-
iska økinum hevur Bondevik stor úrslit at vísa á. Noreg
hevur havt ein høvðusleiklut í friðarsamráðingum á
Srilanka, í Miðeystri, í Sudan og í Indonesia. Soleiðis
hevur Bondevik livað upp til sína kristnu og human-
istisku lívsáskoðan. Sjálvur fall hesin høgt mentaði og
siðiligi humanisturin, Bondevik, ongantíð fyri
populistisku freistingini, hóast mangan var høvi til tess
og tað ivaleyst hevði givið atkvøður.
Nú verður so stjórnarskifti. Ein orsøkin er tann, at
Arbeiðaraflokkurin við einum siðbundnum javnaðar-
politikki í valskránni stóð fram sum eitt sera trúverdugt
og gott alternativ til borgarliga politikkin. Hóast stóra
ríkidømið hevði tað ikki eydnast borgarligu minni-
lutastjórnini at vinna á nøkrum heilt grundleggjandi
samfelagstrupulleikum so sum undirvísing, almanna-
og heilsumálum. Áhaldandi og sera primitivu populist-
isku atfinningarnar frá FRP gjørdu tað ikki lættari hjá
Bondevik at reka skynsaman borgarligan politikk, sum
samstundis varðveitti vælferðarsamfelagið.
Við hesum bakstøði er tað væl skiljandi, at veljarin
vendi sær til Stoltenberg, ið kundi leggja fram ein púra
kláran sosialdemokratiskan vælferðarpolitikk. Hesin
politikkur hevði børnini, skúlaskapin, granskingina,
eldraumsorgan, heilsu og umhvørvi sum fokus. Tað er
einki at ivast í, at fyri fjøldina av norska fólkinum kem-
ur stjórnarskiftið í tøkum tíma. Hóast Noreg er heim-
sins ríkasta land er so sum so við vælferðini. Hetta fer
nýggja stjórnin at bøta um. Noreg er ein av okkara
næstu grannum. Spennandi verður at vita, um nýggja
stjórnin fer at vísa grannunum fyri vestan størri ans
enn fráfarandi stjórnin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Stjórnarskifti í Noregi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Opin fyrispurningur til
søgulærarar og skúla-
leiðslur í fólkaskúlan-
um og á miðnáms-
skúlum
Høgni Hoydal
Í morgin eru 59 ár liðin síð-
ani føroyingar atkvøddu
fyri loysing á fólkaatkvøð-
uni 14. september 1946.
Hetta er fyrsta og einasta
ferð, Føroya fólk er spurt
beinleiðis um sína fram-
tíðarstøðu.
Føroyingar
skuldu velja millum eitt
danskt uppskot um heima-
stýri ella at gerast sjálv-
støðug tjóð.
Meirilutin valdi loysing
og vrakaði uppskotið um
heimastýri.
Kortini fingu vit heima-
stýri og hava tað enn.
Avleiðingarnar av
vantandi fólkaræði
Síðani ber til at hyggja at
avleiðingunum. Fólkaræð-
isliga kunnu vit helst - uttan
mun til partapolitiska litin -
semjast um, at tað er brot á
allar
fólkaræðisligar
mannagongdir, at avgerðin
á fólkaatkvøðuni ikki varð
sett í verk.
Men til ber eisini at
hyggja at avleiðingunum
fyri politisku ábyrgdini í
landinum, fyri búskapar-
ligu menningini, fyri sosi-
alu menningini og møgu-
leikunum at búleikast í
einum heimi, sum broytist
skjótari og alsamt.
Nýggir upplýsingar
komnir fram
Seinastu árini er eisini
nógv áhugavert søgutilfar
komið fram um ta politisku
telvingina í sambandi við
fólkaatkvøðuna í 1946.
- Vit
vita
tildømis
(í
"Svørtu Bók" um Før-
oyar í kalda krígnum), at
trýst varð lagt á Danmark
bæði úr USA, Bretlandi
og Sovjettsamveldinum
at forða einum sjálv-
støðugum Føroyum, tí
allir partar óttaðust fyri,
at hin parturin skuldi fáa
hernaðarstøðir í Føroy-
um.
- Undan kavi eru komin
skjøl, ið vátta, at longu í
1946 vórðu ætlanir lagd-
ar í danska Forsætismála-
ráðnum um at gera Før-
oyar heftar av donskum
studningi, so politisku
flokkarnir sleptu sínum
sjálvstýrispolitikki.
- Eisini er váttað, at Føroy-
ar hava verið nýttar sum
ein finna í einum stór-
politiskum talvi undir
kalda krígnum, har vit
vóru bumbumál - og at
ein tilvitað villleiðing fór
fram frá donskum mynd-
ugleikum mótvegis Løg-
tinginum og almenning-
inum í Føroyum.
- Og skjalfest er, at USA
legði trýst á Danmmark
um at senda meira pening
til Føroya til tess at
"doyva
loysingarrørsl-
una", áðrenn hernaðar-
støð varð bygd í Føroy-
um.
Hetta er alt tilfar, ið óheftir
granskarar hava gjørt og
sum er givið út á prenti.
Læra vit um hetta í
skúlunum?
Næsta ár verða 60 ár liðin
síðani fólkaatkvøðuna í
1946. Tí loyvi eg mær at
seta ein almennan fyri-
spurning til bæði einstøku
lærararnar í søgu og sam-
tíðarkunning og til skúla-
leiðslurnar á fólkaskúlun-
um og miðnámsskúlunum:
- Verður undirvíst í hesum
evni í skúlunum?
- Og finst nakað skipað til-
far, ið gevur næmingun-
um høvi at seta spurn-
ingar, kanna og viðgera
hesar
týdningarmiklu
hendingar í føroyskari
søgu? - Hetta eru jú við-
urskifti, ið hava bein-
leiðis týdning fyri dag-
sins samfelag og fyri
framtíðarstøðu Føroya.
- Verður í sambandi við
14. september høvið nýtt
til at kasta ljós á søguna
og evnir, ið eru tengd at
hesum?
Eg vildi fegin fingið svar
frá onkrum. Eg minnist
meg ikki í míni skúlatíð at
hava fingið nakrar upplýs-
ingar um fólkaatkvøðuna
og nær tengd evni, fyrr enn
eg gekk á HF-skeiði sum
19 ára gamal.
Partapolitikkur ongin
undanførsla
Nú veit eg væl, at nógv
halda, at tað kann gerast ov
partapolitiskt at taka eitt
slíkt evni upp. Men tað er
eftir míni bestu sannføring
ein undanførsla, sum ikki
hevur hald í veruleikanum.
Søguligu hendingarnar og
teir upplýsingar, ið vit
hava, kunnu viðgerast krit-
iskt og við møguleikum
fyri at lýsa allar tættir. Ein
møguleiki hevði tildømis
verið at bjóða politikarum
við ymsum áskoðanum at
kjakast um ymsu útlegg-
ingarnar av fólkaatkvøðuni,
og gongdini síðani.
Mín egna fatan er væl-
kend. Vit hava ikki lært av
søguni. Hinvegin haldi eg,
at vit júst hava endurtikið
søguna. Eftir eitt tíðar-
skeið, har vit hava havt ein
greiðan meiriluta millum
føroysku veljararnar at
gerast sjálvstøðug tjóð,
hevur danska stjórnin í
staðin bjóðað eitt nýtt
heimastýri. Tað hevur løg-
tingsmeirilutin góðtikið í
summar við at samtykkja
tvær danskar lógir, ið
staðfesta danskt yvirvald í
Føroyum - uttan at fólkið
yvirhøvur er spurt.
14. september - læra vit av søguni?