mikudagur 14. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Zakarias Wang
Tann 14. september 1946 , í
dag fyri 59 árum síðani, var
fólkaatkvøða í Føroyum
um hvørt vit skuldu taka
við einum uppskoti frá
donsku stjórnini um heima-
stýri ella loysa frá Dan-
mark.
Uppskotið um at loysa
frá Danmark varð samtykt.
Fólkaatkvøðan fór fram
sambært eini samtykt í Før-
oya løgtingi.
Uppskotið var til 1. við-
gerð tann 25. apríl, og
meðan lógaruppskot skuldu
hava tríggjar viðgerðir, so
var hetta mál hildið at hava
so lítið upp á seg, at tað bert
skuldu hava tvær viðgerðir.
Onnur viðgerð fór fram
tann 9. mai, og atkvøðu-
greiðslan varð útsett til
dagin eftir, tann 10. mai
1946.
Eftir valið 6. november
1945 vóru 23 tinglimir.
Fyri at nakað skuldi verða
samtykt í tinginum skuldi
ein meirluti av tingmonn-
unum greiða atkvøðu fyri
uppskotinum, og sostatt
skuldu 12 tingmenn at-
kvøða fyri uppskotinum um
hesa fólkaatkvøðu.
Hetta hendi, men hvørjir
vóru teir, sum løgdu spurn-
ingin um hetta mál fyri
veljararnar at avgera?
Teir vóru fyri tað fyrsta
sambandsmenninir:
O. F. Joensen, Óli í Skúla í
Klaksvík 1876 - 1964
Andrass Samuelsen í
Fuglafirði 1873 - 1954
Johan M. Fr. Poulsen á
Strondum 1890 - 1980
Hans Iversen, Hanus í
Kollinum í Kvívík 1884 -
1984
Trygve Samuelsen í
Tórshavn 1907 - 1985
Kristian Djurhuus á
Tvøroyri 1895 - 1984
Harnæst vóru tað javnaðar-
menninir:
Jacob Edvard Jacobsen í
Klaksvík 1889 - 1947
Jákup Frederik Øregaard í
Gøtu 1906 - 1980
Jákup í Jákupsstovu í
Sørvági 1922 - 1976
Jóan Petur Davidsen á
Sandi 1890 - 1972
Petur Mohr Dam á
Tvøroyri 1898 - 1968
William Smith í Vági 1910
- 1978
Var ein av hesum monnum
komin at ivast í um tað var
rætt at leggja málið fyri
fólkið til avgerðar, og ikki
hevði reist seg upp í ting-
salinum henda dag tann 10.
mai 1946, so hevði eingin
fólkaatkvøða verið, tí eing-
in annar tingmaður at-
kvøddi fyri.
Hetta var ikki fyrstu ferð,
at
løgtingið
samtykti
fólkaatkvøðu um støðu
okkara.
Í 1930, tá ið danski for-
sætisráðharrin
Stauning
hevði verið siglingartúr í
Grønlandi, legði hann inn í
Føroyum á vegnum. Her
fekk hann tað hugskot, at
tað var rætt at halda eina
fólkaatkvøðu í Føroyum
fyri eina ferð med alla at
mana niður í jørðina øll
føroysk ynski um sjálvstýri.
Fólkaatkvøðan skuldi tí
bert vera um hvørt føroy-
ingar vildu vera saman við
Danmark ella ikki. Hetta
eydnaðist honum at fáa
Sambandsflokkin og Javn-
aðarflokkin
at
greiða
atkvøðu fyri í løgtinginum,
men fólkaatkvøðan varð
ongantíð hildin. Stauning
var nevnliga ikki ráðharri
fyri Føroyar. Hetta málsøki
lá undir løgmálaráðharr-
anum, og hann var C. Th.
Zahle, sum hevði havt tætt
samstarv við sjálvstýris-
menninar í Føroyum ta tíð
hann var forsætisráðharri.
Sjálvstýrismenninir søgdu
at teir fóru at sita heima um
so var at ein slík tápulig
fólkaatkvøða varð hildin,
og Zahle bakkaði út. Staun-
ing var ikki blíður, men
kundi einki gera. Men eftir
tað argaðu javnaðarmenn-
inir og sambandsmenninir
altíð sjálvstýrismenninar
við at teir ikki tordu at hava
fólkaatkvøðu, og nú í 1946
fingu teir hana so.
Fólkaatkvøðusamtyktin
skuldi lýsast av amtmann-
inum fyri at setast í verk.
Amtmaðurin legði spurn-
ingin fyri stjóra sín, for-
sætisráðharran, sum var
Knud Kristensen, og hann
gav honum boð um at lýsa
fólkaatkvøðuna. Tá vit vera
spurd um, hvør ið helt
fólkaatkvøðuna, so er tað tí
rætt at siga, at tað var nakað
sum danski staturin gjørdi,
og at teir donsku politikar-
arnir tí høvdu skyldu til at
gera tað sum føroyska fólk-
ið samtykti.
Hvørki Jóannes Paturs-
son ella Tórstein Petersen
ella Poul Petersen greiddu
atkvøðu fyri hesi fólkaat-
kvøðu. Serliga Jóannes
Patursson hevði altíð gjørt
greitt, at viðurskiftini mill-
um Føroyar og Danmark
vóru meira torgreidd enn at
tað bar til at tosa um loys-
ing og samband. Hann
hevði sett seg inn í søgu
okkara og visti meir enn
flestir føroyingar um hesi
viðurskifti.
Vit mugu viðganga, at
ivin hjá Jóannesi bónda
vísti seg at byggja á kletta-
grund.
Fólkaatkvøðan í 1946 var
lítið mætari enn tann sum
ikki var hildin í 1946.
Fyri tað fyrsta framdu
donsku
myndugleikarnir
skipað valsvik. Eg gloymi
aldri, hvussu harmur Andri-
as Reinert á Mýrini í
Kaldbak var tá hann greiddi
frá í hvussu góðari tíð hann
hevði verið inni á donsku
sendistovuni í Reykjavík at
greiða atkvøðu, fyri síðani
eftir at upptalt var at fáa at
vita, at hansara atkvøða
ikki var komin til Kaldbaks
og at hann tí ikki var
sloppin til at ávirka úrslitið.
Talan var um hundraðtals
av monnum sum vóru í
somu støðu sum Andrias á
Mýrini, og her átti tí at
verið talan um altjóða val-
eygleiðarar til at tryggja at
demokratiskar
manna-
gongdir vórðu fylgdar.
Eitt annað, sum var sera
merkiligt, var at hetta jú var
ein spurningur, sum øll tjóð
okkara skuldi taka støðu til.
Tí skuldu vit trúð, at at-
kvøðurnar vórðu taldar upp
í einum stað, soleiðis at vit
fingu at vita hvat ið tjóð
okkara helt um henda
spurning. Men so varð ikki.
Upptalt var í hvørjum val-
stað fyri seg, og tað gjørdi
at Petur Mohr Dam kundi
siga við ein danskan blað-
mann annan dagin eftir
fólkaatkvøðuna,
at
um
Føroyar gjørdust sjálvstøð-
ugar, so fór hann at krevja,
at Suðuroyggin gjørdist eitt
ríki fyri seg.
Men høvdu menn lurtað
betri eftir Jóannesi bónda,
so høvdu teir fyrst funnið
fram til hvør okkara støða
var í mun til Danmark tá í
1946. So høvdu teir ásann-
að, at vit saman við Grøn-
landi vóru eitt egið ríki í
ríkjasambandi við Dan-
mark, og at vit fyrst og
fremst høvdu eitt demo-
kratiskt krav uppá at sleppa
at skipa okkum sjálvar inn-
anríkis. Eftir hetta kundu
vit greitt okkara viðurskifti
við Danmark.
Hetta verk er ikki gjørt
enn, tí síðani fólkaatkvøð-
una hava politikarar okkara
ikki havt áhuga fyri at bygt
politikkin á veruleikans
botn.
Næsta ár kunnu vit halda
diamantjubileum
fyri
fólkaatkvøðuna. Tað er at
vóna, at vit tá hava tikið
okkum betri partar fyri og
hava fingið skil á teimum
fløkjum, sum teir, okkum
hava stýrt, hava lokkað
okkum í ta síðstu øldina.
Nr. 174 - 14. september 2005
9
væðing
til róa og alexand
undir heiðum himni eg sat
og sá stjørnurnar glampa so blíðan.
fyri meg minni runnu og fjøllini minnini lívdu.
undan ljósi og megi trívast flest øllum menniskju.
orð eru orð og tað vera tey við.
summarið fór so innidælt avstað við tí vísa orðinum.
ongantíð settist tað so at hjartanum,
sum táið tú kysti meg, fljóð.
mikið er skrivað av øllum slagi.
men einki ber av brosi tínum.
og tínum lívsjáttandi andliti.
set teg niður her og syng ein sang saman við mær.
ger mær eina hugnaliga stund, sum vit
bæði kunnu minnast aftur á, táið vit eru gomul.
mennist í hjørtum tann vónin
um lívdir at taka og geva.
lívdir um velja og vraka.
stilt syngur tøgnin her undir væðingini
sum eg siti og hugsið um droparnar
sum allir eru høv í sjálvum sær.
gleðist tín sigursljósi látur.
landið sum sum tú eigur hevur merkið.
men merkið er ikki merkið.
uttan at merkja seg sjálvt.
frí á hestbaki millum ánna
og havið vit sita og hugna okkum.
ver eitt minni í míni sjúku sál.
og dagurin eykast
við broyting.
christian fróði djurhuus
VIÐMERKINGAR
"Tá ið tú liggur í lítlum
báti og damlar á opnum
havi, meðan tú fílar við
snørinum langt niðri í
havsins dýpi,
fært tú
kensluna av at hoyra til
okkurt størri. Tú upplivir
náttúruna í hennara stóra
veldi, og tú hoyrir ljóð,
sært litir og kennir luktir,
sum eru púra fremmandir
í stórbýnum."
Soleiðis verður lagt út í
faldaranum "Havfisking í
Føroyum" frá Ferðaráð Før-
oya, og er hesin tann nýggj-
asti í einari røð av tema
faldarum, sum eru útgivnir
seinastu tíðina.
Faldarin, sum er á fýra
málum; føroyskum, ensk-
um, týskum og donskum,
umboðar 12 ymiskar bátar,
sum fara fiskitúrar við
ferðafólki kring Føroyar í
summarhálvuni.
Í
faldaranum
verður
dentur lagdur á, at lýsa tann
einstaka bátin so gott sum
gjørligt, bæði við teksti og
myndum. Umframt tekn-
iska upplýsing og kunning
um bílegging, vísir eitt før-
oyakort tey ymisku frá-
faringarstøðini og fiski-
miðini.
Í faldaranum fæst m.a.
eisini kunning um reinsan
av útgerð og hvørji vanlig-
astu fiskasløgini eru, sum
fiska verða her um leiðir.
Yvirlit yvir kunningarstov-
ur og aðrar hentar adressur
eru at finna á aftastu síðun-
um.
Havfiskarí er eitt nógv
eftirspurt tilboð aðrastaðni,
og við faldarinum og øðr-
um fylgjandi tiltøkum,
vónar Ferðaráðið at menna
havfisking í Føroyum, til
eitt freistandi tilboð, bæði
til tann útlendska, eins væl
og tann føroyska ferða-
mannin.
Ætlanin við faldaranum
er, at ferðamaðurin, við
áhuga fyri fiskitúrum, fær
eitt amboð, sum skjótt gev-
ur eitt yvirlit yvir bátarnar,
hvat slag báturin er, hent-
leikar umborð o.s.fr..
Á útlendska marknaðin-
um væntar Ferðaráð Føroya
serliga, at faldarin er
áhugaverdur hjá ferðasmið-
um og øðrum, sum seta
saman ferðir til Føroya.
Havfisking í Føroyum:
Nýggjur faldari frá Ferðaráð Føroya
14. september 2005