mikudagur 14. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 174 - 14. september 2005
Ljós Finnboga er slóknað. Í 62 ár brann tað og lýsti upp
allastaðni, har hann valdi at lata tað lýsa og kveikja. Á
mongum, fjølbroyttum leiðum - og serliga har ongin
hevði verið áður. Finnbogi Ísakson var í sínum alt ov
stutta lívi ein vitugur viti í føroyska samfelagnum, sum
hevur havt ómetaliga stóra ávirkan á samfelagið alt.
Ein av yrkingum Finnboga, sum er prentað í skúla-
sangbókini "Starabókini", er ein barnaríma um hondina
og fingrarnar. Yrkingin prógvar hansara listarligu og
málsligu gávur Men hon lýsir eisini hansara lívsvísdóm
og nógv av teimum virðum og dygdum, hann setti høgt,
og sum vit minnast hann fyri. Fari tí at endurgeva
ørindini í yrkingini í úrvaldari raðfylgju í hesum minn-
ingarorðum.
---
Lítlifingur, lítli mín
lítil er - men knáur.
Mangan fjala smæstu trýn
ríkiligar gávur.
Finnbogi var úrmælingur og evnini vísti hann longu
sum blaðungur. So gávuríkur, at hann kundi valt sær ta
lívsleið, ta útbúgving og tað lívsstarv honum lysti. Hann
kundi verðið fiskimaður, astrofysikari, vinnulívsmaður,
heimspekingur, prestur ella lærari - hann hevði megnað
tað, hann vildi.
Men hann valdi ikki at ganga nakra traðkaða gøtu.
Hann valdi orðið og pennin til hugans og andans arbeiði
- til tess at skapa nakað nýtt. At velta burturúr nýggjum
í føroyska samfelagnum. At upplýsa og ávirka sína
samtíð, sítt samfelag og tjóðina alla. Hann valdi poli-
tikk, journalistikk og poetikk sum síni fremstu virkis-
økir.
---
Longstur er hann longutong,
longst hann frá tær røkkur,
fimur er at fáa fong,
um alt annað støkkur.
Fimur var Finnbogi at fáa fong. Uttan mun til, hvat hann
setti sær fyri.
Í politikki varð hann valdur longu fyrstu ferð hann
stillaði upp fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum, bert
23 ára gamal í 1966. Hann var síðani drívmegi at skipa
nýggja og til tá ókenda samgongu millum Tjóðveldis-
flokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin frá 1975 til
1980. Í fyrsta skeiðnum var hann sjálvur landsstýris-
maður og fekk framt stórar broytingar í føroyska
samfelagnum: Nýggi Smyril, sum var ein kollvelting í
føroyskari samferðslu; Postverkið á føroyskar hendur og
føroysk frímerki sum útflutningsvøra; skúlaverkið undir
føroyska umsiting, og HF-skeið sett á stovn kring
landið.
Í journalistikki var hann partur av tí valaliði, sum
menti og bygdi Útvarp Føroya upp sum týdningarmesta
mentanarberan í nútímans, føroyska samfelagnum.
Føroyskar sendingar burturav, sum bæðu upplýstu,
undirhildu og víðkaðu sjónarringin hjá okkum út í heim.
Og eitt málsligt nærlagni, sum hevur stóran part av
heiðrinum fyri, at føroyskt hevur megnað at ment seg
sum nútímans mál. Røddin hjá Finnboga og pennurin
hjá honum í tíðindum, sendingum og tættum, gjørdust
fólkaogn.
Við at geva út og skriva Tíðindablaðið í 1974 framdi
Finnbogi saman við Árna Absalonsen tað, sum onnur
síðani bert hava droymt um: Fekk eitt óheft blað at rigga
og bera seg, sum stóð partapolitisku bløðunum kurl.
Í Sjónvarpi Føroya var Finnbogi frá byrjanini í 1984
ein drívmegin aftanfyri at fáa tíðindasendingar, orða-
skifti, upplýsandi sendingar og undirhaldssendingar á
føroyskum. Við sínum málsliga og listarliga snildi, átti
Finnbogi eisini flestu heitini á føstu sendingunum, sum
hava verið í SvF, harav fleiri eru enn, eitt nú: Rætt og
slætt lætt; Kennir tú land títt; Á sýnini; Lítlating;
Grannar Okkara og Dagur og Vika.
Í poetikkinum hevur Finnbogi ikki bert yrkt, men nýtt
sínar listarligu gávur til m.a. at umseta fagrar bókmentir
til føroyskt; at geva út søguligu bøkurnar "Tilburðir í
okkara øld"; at skriva og geva út árbøkurnar "Aftur og
Fram", sum umframt at lýsa árið dag fyri dag, rúmaðu
hópin av áhugaverdum hagtølum, upplýsandi greinum,
analysum og skemti. Finnbogi legði eisini fong uppá
land í søguskriving. Hann stóð sum Løgtingsformaður
fyri at geva út Løgtingssøguna og skrivaði sjálvur part
av søgu Løgtingsins.
Finnbogi var sostatt ein politiskur listamaður. Hann
fekk anda í politiska lívið. Og hann nýtti sín sam-
felagsáhuga og sína politisku sannføring at skapa
mentaverk.
---
Tummil einsamallur fer
sína leið so staka.
Tummil altíð tøkur er
brókatøk at taka.
Egin var Finnbogi. Og gekk stundum sína støku leið í
politikki. Tað skapti ofta samanbrestir við aðrar flokkar,
men eisini við floksfelagar og floksstuðlar. Men hann
var til reiðar at taka tað stríðið. Tá Tjóðveldisflokkurin í
1989 var í tveimum skiftandi samgongum - og eisini
fyri fyrstu ferð saman við Sambandsflokkinum - stóð
nógv á, og báðar samgongurnar slitnaðu.
Men í 1993 vísti Finnbogi, at hann vildi taka á seg
eina ta torførastu uppgávuna, sum nakar politikari hevur
tikið á seg í Føroyum. Hann gjørdist fíggjarmálaráð-
harri í ringastu krepputíð, Føroyar hava upplivað. Hann
stóð uppgávuna til fulnar og tók á seg ábyrgdina at gera
eina fíggjarlóg, leggja uppskot fram um fíggjar-
ognaravgjald o.a. í 1993. Hann hevur greitt frá, hvussu
hann við eini teldu undir hondini einsamallur læsti seg
inni á einum hotellkamari á Hafnia og skrivaði alt
fíggjarlógaruppskotið.
Hetta gjørdi Finnboga til tann kanska mest útskeldaða
mannin í Føroyum, og tað er helst fáur politikari, ið
hevði hórað undan tí trýstinum, ið var. Ikki fyrr enn
seinastu árini fekk Finnbogi uppreisn millum fólk fyri
sítt stóra arbeiði sum fíggjarmálaráðharri í kreppu-
árunum.
Men Finnbogi lat seg burturav ikki trýsta av ágangi
frá fólki. Hann var merkiliga ópopulistiskur. Ja, hann
gjørdist kanska enn treiskari at standa við sítt, tá hann
merkti stóra mótstøðu. Tað eru ikki nógvir politikarar,
ið høvdu torað at sagt sum hann, tá hann fekk handað
6000 undirskrivtir úr Havn sum mótmæli móti at taka
gamla Løgtingshúsið niður. Hann helt fyri, at hetta var
ikki nakað stórt tal, tí tað var ikki meira enn 12% av
øllum føroyingum!
Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 1993 til
1994 vísti Finnbogi eisini undir trýstinum síni
analytisku evnir og sínar gávur at lýsa eitt mál stutt og
greitt. Tað tiltikna partabrævabýtið, har landsstýrið
keypti ein skuldarfongdan Føroya Banka frá Den
Danske Bank, var longu farið fram, áðrenn Finnbogi tók
við. Men tað var Finnbogi, sum á fundi við Richard
Mikkelsen spurdi: "Har vi købt katten i sækken?" Og
fekk svarið: "Det kan jeg ikke udelukke!" Eftir hetta
setti Finnbogi Landsgrannskoðaran at endurmeta
bankabjargingarnar og fekk longu í 1994 metingar á
borðið um óreglusemi, sum ikki vórðu endaliga
staðfestar fyrr enn í 1998.
---
Fremstifingur fremstur er,
navnið hevur hjá sær,
peikandi um heimin fer,
øll hann styggir frá sær.
Finnbogi var tikin úr leikum í politiskum orðaskifti.
Hansara røður, viðmerkingar og greiningar vóru hár-
hvassar og beinreiknar. Men hann nýtti ikki persónliga
brigslið og peikifingurin sum amboð í politiska orða-
skiftinum.
Hinvegin nýtti hann sína stóru vitan og sín kvikleika í
hugsan og talu til at skemta - bæði við at gera teiti
burturúr sær sjálvum og burturúr øðrum. Aftursvar,
tiltøk og orðaspøl, sum Finnbogi hevur sett saman á
veljarafundum kring landið og á tingsins røðarapalli,
eru vorðin fólkaogn.
Sum tingformaður frá 1998-2002 tók Finnbogi ikki
nógv lut í politiska orðaskiftinum á tingi. Men tær ferð-
irnar hann tók orðið undir eini viðgerð, lurtaði allur
salurin við andakt, og hann kundi koppa hugsanunum
hjá tingmonnum úr øllum flokkum fullkomiliga á við
sínum greiðu grundgevingum og væl orðaðu inn-
leggum.
Sum Løgtingsformaður var hann rættiliga kontantur
og formellur í at halda disciplin í orðaskiftinum.
Onkuntíð kundi hann tó ikki bara sær, men kom við
onkrari spoyskari viðmerking úr formansstólinum.
Tiltikið er, tá ið Kári P. Højgaard úr Sjálvstýris-
flokkinum á einum tingfundi beint undan løgtings-
valinum í 2002, neys, so tað dundi um allan salin. Tá læt
í løgtingsformanninum: "Hatta var helst seinasta nosið
hjá Sjálvstýrisflokkinum!"
Og einaferð hevði Hendrik Old úr Javnaðarflokkinum
tikið nóg so ramliga til orðanna um ein annan flokk á
tingi. Hendrik Old vildi vera við, at tá hann og
Javnaðarflokkurin høvdu verið í samgongu við hendan
ávísa flokkin fyrst í 90’unum, tá bar onki til, tí teir vóru
Hin vitugi vitin - tann politiski listamaðurin
Finnboga Ísakson til minnis