Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2005 11 saman við "bavianum". Fleiri tingmenn murraðu bein- anvegin um, at formaðurin átti at átala hetta, at Hendrik Old skírdi persónar úr øðrum flokki "bavianar". Finnbogi var skjótur at svara úr formansstólinum: "Um so er, at Hendrik Old meinar við tingmenn, tá hann sigur, at hann hevur verið saman við "bavianum", so eigur formaðurin sjálvandi at átala tað. Men formaðurin kann ikki átala hetta, tí formaðurin veit ikki, hvørjum Hendrik Old heldur saman við uttanfyri arbeiðstíð!". --- Hondin tín er fríð og fín, verjir móti illum. Legg tí ikki lítli mín, - fingrarnar ímillum. Finnbogi legði ikki fingrarnar ímillum í sínum politiska arbeiði. Heldur ikki innanfloks. Ofta kundi hann vera rættiliga kubbutur og irritabul um smærri ting, og tá fólk ikki hugsaðu eins skjótt og hann. Hjá okkum yngru, sum komu inn í flokkin í 1998, vísti Finnbogi kortini stórt tol og gav okkum álit. Hann brúkti nógva orku at analysera politikkin og meta um politisku telvingina, men hann royndi ikki at siga, júst hvussu hann helt, vit skuldu gera. Hann lat okkum gera royndirnar, eins og hann yrkir í einum ørindi í sanginum: "Far lítli útum eina løtu og spæl": "Og spyr ikki meira, um verðin er rund er tríkantað ella ein flata, men, bygg tær ein bátin og sigl yvir sund, tú skalt av tær sjálvum tað fata." Vit báðir Finnbogi vóru eisini sera ósamdir um fleiri avgerðir, ið flokkurin tók frá 1998-2002. Tað sigur seg tí sjálvt, at vit mangan kundu vera í hørðum orðadrátti. Finnbogi segði sína hugsan bart út við meg, síðani var ein avgerð tikin, og so var tað yvirstaðið. Onki við at sita í langa tíð og viðgera ósemjur ella at ganga ónøgdur aftanfyri kulissurnar. Á sama hátt hevur Finnbogi eisini sum politiskur viðmerkjari alment funnist at leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum og at avgerðum, ið eru tiknar. Tað haldi eg, vit øll høvdu virðing fyri og tóku væl ímóti, og tað elvdi ikki til nakað persónliga ósemju okkara millum. --- Lekifingur lekja kann, so er sagt í søgum. Lekti kvinnu eins og mann heilt frá Aralds døgum. Finnbogi hevur vunnið á nógvum avbjóðingum í lívin- um, men tað stóð ikki í hansara makt at vinna á deyði- ligari sjúku. Hann var fattur og avkláraður til tað síðsta og vildi ikki, at tey vitjandi skuldu taka synd í sær. Vit sum onkuntíð hava upplivað tað sera kensluborna lyndið hjá Finnboga handan tann knappa og snubbuta framburðin, vita, at hann hugsaði mest um Ásu. Ása og Finnbogi hava saman upplivað bæði størstu gleðina, ið hjún kunnu hava - og ringastu sorgina, tá Glæma lítla slóknaði. Nú hevur Ása mist tey bæði, ið hon elskaði mest av øllum á fold. Men eitt skalt tú vita, Ása. Tú gavst Finnboga so nógv góð ár og størstu gleði. Uttan teg, hevði hann ikki fingið nýtt sínar gávur so væl í lívinum. Og at tú vart um hann hesa sváru sjúkutíðina, har hann kundi vera heima hvørt kvøld til tað síðsta, hevur fingið Finnboga at hugt afturá eitt gott og skapandi lív. Okkara samkensla leitar til tín, til Jón, Høgna og øll sum standa tykkum nær. Máttu tit saman funnið troyst og styrk. Finnbogi er farin av foldum. Men hann livir víðari í øllum tí, sum hann hevur lagt eftir seg. Hansara rødd, hansara tekstir, hansara søgur og skemt og hansara politisku úrslit fara at vera ljóslivandi millum okkum í ókomin ættarlið. Vit í Tjóðveldisflokkinum eru takksom fyri alt, ið Finnbogi hevur avrikað fyri flokkin og landið - og fyri ta tíð okkum untist at starvast dagliga saman við Finn- boga. Friður verið yvir minnið um Finnboga Ísakson. Høgni Hoydal Torbjørn Jacobsen vil nú hava at vita frá landsstýrinum um nakrir tankar eru frammi um at seta ferð á kolagrevsturin í Hvalba KOLAGREVSTUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hevur Landsstýrið tikið nøkur ítøkilig stig, fyri at menna og vaksa um grevst- urin eftir koli í námunum í Suðuroy? Tað er ein spurningurin, sum Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, vil hava svar upp á í dag. Hann hevur tí sett Bjarna Djurholm, landsstýris- manni í vinnumálum ein fyrispurning í tinginum um kolagrevsturin í Hvalba. Væntandi verður spurn- ingurin svaraður seinna- partin í dag. Tingmaðurin vísir á, at nú er oljan nógv dýrkað og tí verður leitað eftir alterna- tivum orkukeldum kring allan heimin Í Føroyum finnast í løt- uni tær tríggjar orkukeld- urnar vatn, vindur og kol. – Kolagrevstur er gomul vinna í Føroyum. Í Suður- oy. Hesi árini oljuprísurin hevur ligið á einum sámi- ligum støði, hevur áhugin fyri hesi alternativu orku- keldu verið minimalur. – Í nógv ár hevur Føroya Landsstýrið havt sáttmála við Roynds Kolasølu í Hvalba, fyri at tryggja, at kol í heila taki verður høgt í Føroyum. Tí hevur kola- vinnan í Hvalba fingið eina góða hálva millión í stuðuli um árið, sigur Tórbjørn Jacobsen. Hann vil tí hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu nógv er brúkt stuðl- inum í ár, og um lands- stýrið hevur gjørt nakra kanning av, um tað kanska er ein gongd leið, bústaðar- og samfelagsbúskaparliga, at seta meira ferð á hesa vinnu aftur. Sí annars grein aðra- staðni í blaðnum um, at "Eftirspurningurin eftir koli úr Hvalba er eksplo- deraður". Tjóðveldisflokkurin vil hava løgtingið at áleggja landsstýrin- um at lata nýggja Smyril sigla minst tríggjar ferðir um dagin SUÐUROYARSIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ferðaætlanin hjá nýggja Smyrli kemur nú til við- gerðar í sjálvum Løgtingin- um. Tað er tjóðveldisflokkur- in, sum nú vil hava løg- tingið at viðgerða ferða- ætlanina hjá nýggja Smyrli. Ì hesum sambandi hevur tjóðveldisflokkurin lagt uppskot fram, har tingið verður biðið um at sam- tykkja, at áleggja lands- stýrinum at lata nýggja Smyril sigla minst tríggjar ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina. Hergeir Nielsen, sum leggur uppskotið fram fyri flokkurin, sigur, at nú vit fáa ein nýggjan Smyril, er tað sjálvsagt at túratalið verður økt ein túr um dagin. Annars hevur tað ligið í luftini, at nýggi Smyril fer ikki at sigla fleiri túrar enn hesin ger Tí er tað neyðugt at løgtingið lóggevur um, at siglast skal í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin hvønn dag í viku, heldur Hergeir Nielsen. Tá ið nýggi Smyril lá á tekniborðinum, varð annars lagt upp til at hann skuldi klára at sigla fýra ferðir ímillum um dagin. Og tjóðveldisflokkurin heldur, at tað er skilaleyst ikki at økja um túratalið um Suðuroyarfjørð, samstundis undirsjóvartunlar verða gjørdir aðrastaðni. – Suðuroynni bíður ikki bøtur við hesum hugburði, sigur tjóðveldisflokkurin. Hergeir Nielsen hevur eisini uppskot um, hvussu tann triði túrurin hjá Smyrli skal fíggjast: Tað skal tak- ast av tí, sum spanska skipasmiðjan betalir í dagbótum fyri at Smyril er so nógv seinkaður. – Dagbøturnar skuldu roknast til 100.000 kronur um dagin frá 1. august 2004, og er upphæddin mánaðarskiftið sept/okt 2005 komin upp á 42,5 mió.kr. treytað av, at aðrar avtalur ikki eru gjørdar hesum viðvíkjandi, vísir Hergeir Nielsen á. Eiga at umhugsa at seta ferð á kolagrevstur í Hvalba Vilja hava løgtingið at seta treytir við nýggja Smyrli Hergeir Nielsen vil nú hava sjálvt Løgtingið at áleggja landsstýrinum at lata nýggja Smyril sigla tríggjar ferðir um dagin ímillum Suðuroynna og Havnina