mikudagur 14. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 174 - 14. september 2005
Absalon Tvørfoss úr Norðragøtu andaðist í heim-
inum sunnudagin 11. september, 70 ára gamal.
Kistan fer úr heiminum í kirkjuna í Gøtu miku-
dagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin
klokkan 14.00.
Tey, ið vilja minnast Absalon, kunna lata Kirkju-
liga Missiónsfelagnum eina gávu. Konto í pen-
ingastovnunum.
Charlotta Christiansen, Porkeri, andaðist mána-
dagin 12. september, 95 ára gomul. Kistan fer úr
Eldrasambýlinum í Vági í Porkeris kirkju í kvøld
klokkan 17. Jarðarferðin verður leygardagin
klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Charlottu, kunnu lata eina
gávu til Missiónshúsinum í Porkeri.
Saloma Frederiksen, Múli, andaðist á Norðoya
Røktarheimi sunnudagin 11. september, 92 ára
gomul. Kistan fer frá kapellinum hóskvøldið
klokkan 18 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin
verður fríggjadagin klokkan 13.30 frá Christians-
kirkjuni í kirkjugarðin í Norðdepli.
Tey, sum vilja minnast Salomu, kunnu lata Norð-
oya Røktarheimi eina peningagávu. Konto í Norð-
oya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg á
75 ára degnum tann 24. juni 2005 og gjørdu
mær dagin so hugnaligan og ógloymandi.
Tøkk til tykkum øll, sum á ein og annan hátt
mintust til mín.
Harrin signi tykkum øll.
Elin Thomsen, Klaksvík
80 ár
Í dag, 14. september fyllir Margith Nielsen á Eiði 80
ár. Tey, ið hava hug at heilsa uppá Margith, eru
vælkomin inn á gólvið millum kl. 12.00 og 18.00.
Dagurin
14. september. Dýrd krossins. Eisini rópt kross-
messa um heystið. Krossurin, sum drotningin Helena
fann, Kristi krossur, varð tikin og fluttur burtur av
heidningum, men funnin aftur og førdur til
Jerusalems.
Dagurin hátíðarhildin til minnis um hesa hending.
14. september er eisini dagurin, tá ið atkvøðu-
greiðsla í 1946 var í Føroyum um samband við Dan-
mark ella loysing.
Hjá Føroya Shell hava tey
tann politikk, at tey gera
nakað burtur úr, tá starvs-
fólk hava rundar starvs-
dagar, og 3. september
2005 hevði Trygvi Hansen
starvast 15 ár í fyritøkuni.
Hetta bleiv eisini markerað.
Trygvi er 39 ára gamal
og havnarmaður. Hann
lærdi til maskinsmið hjá
P/F Wenzel Petersen og
varð útlærdur í 1988.
Eftir at hava koyrt lastbil
hjá Just Sivertsen í tvey ár
fekk hann starv hjá Føroya
Shell 3. september 1990.
Fyrstu árini koyrdi hann
tangabil, og síðan 1. januar
1993 hevur hann arbeitt
sum oljufýrservicemaður.
Trygvi sigur, at hesi árini
hann hevur arbeitt í hita-
tænastuni eru oljufýring-
arnar vorðnar nógv stabil-
ari, tað er sjáldan at tær t.d.
steðga av stormi og ringum
veðri. Arbeiðstíðin verður
fyri tað mesta brúkt til at
gera tey árligu eftirlitini.
Annars er at siga um
Trygva at honum dámar
væl at renna – eisini saman
við starvsfeløgunum. Um-
framt at hann luttekur í
flestu rennikappingum í
Føroyum, hevur hann eisini
luttikið í eini marathon-
kapping í Keypmannahavn.
Trygvi er giftur Mary, f.
Johannesen, úr Havn. Tey
búgva í Hoyvík og eiga trý
børn: Rannvá, Svanna og
Hørður.
Trygvi Hansen, Hoyvík:
Starvsdag hjá Føroya Shell
Møguleikarnir fyri at
finna dygdarvørur til
sámuligir prísir eru
rættiliga avmarkaðir,
tá byggjast skulu hús
í Føroyum
BYGGING
Tíðindaskriv
Hesa royndirnar gjørdi
Harald Winther Knudsen
sær, tá hann í 2001 flutti til
Føroyar og fór undir at
byggja sær og familjuni eitt
nýtt heim. Hann hevði góð-
an kunnleika til byggi-
marknaðin í Danmark, tí at
hann í fleiri ár hevur arbeitt
við at økja um virði á bygn-
ingum við at finna dygdar-
vørur til rættan prís í sam-
bandi við bygging og um-
byggingar.
Tá Harald saman við før-
oysku konu síni og børnun-
um avgjørdi at seta búgv í
Føroyum, gjørdi hann av, at
nú skuldi hann undir sítt
síðsta byggiprojekt, og
byggja sær júst tey húsini
hann altíð hevði ynskt sær.
Men tað gjørdist ikki so
lætt, sum hann hevði
ímyndað sær. Við sínum
kunnleika til útboð og
prísir, ásannaði hann, at
fleiri avmarkingar eru á
føroyska
marknaðinum.
Hann undraði seg yvir, hví
prísir og útboð í Føroyum
vóru so nógv øðrvísi enn í
Danmark og aðrastaðni í
Evropa. Harald fór tí sjálv-
ur í holt við at kanna møgu-
leikan fyri at flyta útvaldar
vørur inn sjálvur til ein
bíligan prís, og hetta kann-
ingararbeiðið endaði við, at
meginparturin av húsunum
í Hákunargøtu í Hoyvík
varð gjørdur úr tilfari, sum
hann sjálvur innflutti.
Eitt nú setti hann serlig
krøv til vindeyguni.
– Vindeygu skulu eftir
mínum tykki vera so frí fyri
viðlíkahald sum gjørligt, og
tí vildi eg hava vindeygu
við aluminiumsprofilum
útvendiga til míni hús. Eg
visti av royndum, at donsku
Velfac vindeyguni best
luku hesar treytir. Sam-
bandið við verksmiðjuna
førdi til, at eg fekk møgu-
leika at gerast umboðs-
maður teirra í Føroyum.
Hetta var byrjanin til
smápartafelagið Byggitil-
far, sum Harald og Suni
Joensen eiga í felag. Her-
fyri lat felagið upp eina
søluframsýning í Hákunar-
gøtu 6 í Hoyvík.
Umframt
Velfac-vin-
deyguni innflutti felagið
eisini betongelement frá
Tinglev Elementfabrik í
byrjanini.
Hesar
vørur
kunnu nú seljast bíliga í
Føroyum, tí sp/f Byggitilfar
hevur fingið avtalu við
framleiðararnar, sum ber í
sær, at vørurnar kunnu
seljast til verksmiðjuprís
uttan vinning til millum-
handlarar.
Sp/f Byggitilfar hevur
síðan fingið líknandi av-
talur við framleiðarar av
trægólvum og granitflísum,
og arbeitt verður støðugt
við at finna nýggjar útvald-
ar dygdarvørur at selja eftir
sama prísvinarliga leisti.
Tað fyrst og fremst
byggiharrar, timburmeista-
rar og timburhandlar, sum
fyritøkan vendir seg til,
men eisini til einstaklingar
við størri verkætlanum.
Søluframsýningin
hjá
sp/f Byggitilfar í Hákunar-
gøtu 6 er opin hvønn ger-
andisdag millum kl. 15.30
og 18 og leygardag frá 13
til 16.
Dygdartilfar til verksmiðjuprís
Harald Winther Knudsen, Suna Joensen og Gutti Harryson í
nýggja framsýningarhølinum hjá sp/f Byggitilfar