Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 9. sep- tember var almenn móttøka á Føroya Handilsskúla í sambandi við at Heðin Samuelsen, lærari og fyrrverandi stjóri á skúlanum, er farin frá vegna aldur MÓTTØKA Myndir: Jens Kr. Vang/ Jan Müller Yvir hundrað fólk nýttu høvið at heilsa upp á Heðin hendan dagin, og rósandi og hjartaligar talur vórðu hildnar av Ragnari Magn- ussen, fyrrverandi stjóra á Handilsskúlanum og nú- verandi stjóra, Reidari Nónfjall, og Sonju Petersen og Olaf Absalonsen, inspektørum á skúlanum. Eisini helt Heðin sjálvur talu, sum – honum líkt – var bæði álvarsom og skemtilig í senn, har m.a. kom fram, at hann hevði trivist ómetaliga væl á skúl- anum, bæði sum stjóri og sum lærari, og hann gav fyrrverandi starvsfeløgun- um sítt besta viðmæli. Heðin er havnarmaður, sonur Petru, f. Gregersen, úr Syðrugøtu, sum er 93 ára gomul, og Johannes Samu- elsen (Hannis í Horni) í Havn, sum doyði fyri tveimum árum síðani, 96 ára gamal. Heðin tók realprógv í 1953 og studentsprógv í 1955. Eftir eitt ár sum vik- arur í Klaksvík og á Slætta- nesi fór hann til Danmarkar at lesa, har hann tók filo- sofikum og las statsvísindi eina tíð, meðan hann ar- beiddi í Den Danske Bank. Hann fekk sær hægri handilsprógv og HD í rokn- skapi, og fyrst í sjeyti- árunum handilsfaklærara- prógv. Hann er eisini útbúgvin bankamaður og grann- skoðari og hevur arbeitt við Hesum bæði í Danmark og í Føroyum. Frá 1972-86 var hann stjóri á Føroya Hand- ilsskúla. Hann hevur eisini verið stjóri á P/F Data, Hotel Borg og P/F Horn. Síðan 1990 hevur hann ar- beitt sum lærari á Handils- skúlanum. Heðin hevur havt fleiri álitisstørv, bæði innan Handilsskúlan og aðra- staðni við. Hann var t.d. formaður í Føroya Ferða- ráð, Ráfiskanevndini og nevndini, sum skrivaði álit um at samskipa skúlaum- sitingina (bjørnebanden). Hann hevur eisini verið nevndarlimur í Ídnaðar- grunninum og Menningar- grunninum. Í samband við Handils- skúlan hevur hann givið fleiri bøkur út, sum t.d. eitt 50 ára minnisrit og bøkur um virkisbúskap og fyri- skipan. Heðin er ein sera fjøl- broyttur maður, og lívið er ikki bara arbeiði, hann hev- ur t.d. ross og er ríðingar- maður og ein av virknu lim- unum í Føroyskum Íslands- rossafelag, har hann síðani byrjan hevur virkað sum dómari í gongulagskapp- ingum. Eisini er hann trað- armaður. Fótbóltur hevur altíð havt hansara áhuga, og er hann íðin HB-viðhaldsmaður. Hann spældi eisini nógv fótbólt fyrr, serliga í Ítróttarfelagnum Føroyar í København, har hann eisini royndarvandi við danska fótbóltsfelagnum AB. Heðin er giftur Marini, f. Clementsen, av Sandi. Tey eiga børnini Hjørdis, sum er gift Andrasi Splidt, Bjørt, sum er gift Peturi Østergård, og Dánjal, sum er giftur Barbaru Vang. Barnabørnini eru 6 í tali. Heðin hevur trivist avbera væl á Handilsskúlanum Heðin Samuelsen og mamman, Petra, sum í dag er 93 ára gomul Heðin og konan, Marin, verdóttirin Barbara og sonurin Dánjal Poul og Sólrun Michelsen heilsa upp á Heðin Núverandi stjórin á Handilsskúlanum Reidar Nónfjall saman við tveimum fyrrverandi stjórum: Heðin Samuelsen og Ragnar Magnussen F.v.: Heðin saman við Viljormi Tórsheim og dóttir hansara Vilbjørg Eikholm og maðurin, Regin Eikholm