Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 • mikudagur • 14. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Strámanna- virksemi? Torbjørn Jacobsen setir nú á tingi fyrispurning, har hann vil hava at vita, hvørt lands- stýrismaðurin hevur tryggjað sær, at lógarásettu eigaraviðurskiftini á kvotum verða hildin, ella um arvasilvurið í tilfeingisvinnuni verður avreitt á útlendskar hendur fyri tíð og ævir KVOTUR Jákup Mørk Í viðmerking til fyri- spurningin staðfestir tingmaðurin, at søgan um einskiljingar og útlendskan kapital hevur fingið eina syrgiliga vend seinastu tíðina. - Selt verður í duld- um. Einki alment út- boð er. Sum gongdin er nú, verða nakrar ognir fluttar frá al- mennum til privatan eigaraskap, meðan út- lendskur kapitalur eftir øllum at døma fer avstað við tí partinum av privata vinnulív-in- um, sum nakað virði er í. Somikið bersøgin og hørð eru orðini í fyri- spurninginum, og helt ítøkiliga nevnir Tor- bjørn Jacobsen søluna av Vesturvón. - Tey flestu munnu hava ein varhuga av, at íslendsku áhugamálini eru størri í hesum málinum, enn higartil er komið fram. Tíverri hava fjølmiðlarnir ikki enn megnað at av- dúkað - og hava heldur onga roynd gjørt fyri at finna út av tí heldur - um hetta er reint strámannavirksemi, sigur hann víðari í fyrispurninginum. Tí vil tingmaðurin hava at vita, hvørt landsstýrismaðurin hevur gjørt ítøkiligar kanningar um, hvørt lógarásettu avmark- ingar í eigaraviður- skiftunum í hesum handlinum eru hildnar. Hetta til at tryggja, at arvasilvurið í føroysku tilfeingisvinnuni ikki verður avreitt fyri tíð og ævir, staðfestir Tor- bjørn Jacobsen at enda. Skulu keypini av JFK og Vesturvón sam- metast, stendur greitt, at goymdu kvotuvirð- ini í JFK handlinum eru væl størri enn hjá Vesturvón KEYP OG SØLA Jákup Mørk Síðani JFK handilin, har Hanus Hansen og Norðoya Sparikassi keyptu meiri- lutan av partabrøvunum í fyritøkuni, hevur støðugt kjak verið um, hvørt tað var rætt av Føroyagrunninum at gjøgnumføra handilin, uttan at hetta varð gjørt í almennum útboðið. Millum annað hevur ver- ið fýlst á, at eingin trygd var fyri virðisásetingini í handlinum, tá talan var um »lukkaðan« handil. Og frá nógvum síðum ljóðaði, at handilin snøgt sagt var farin fram til undirkurs. Tað tosið fekk enn meira ferð á, tá Vesturvón herfyri varð selt til Framherja. Eftir øllum at døma fyri eina upphædd, sum var væl hægri enn tað, sum JFK- fyritøkan varð seld fyri. Í Degi og Viku fríggja- dagin staðfesti Leif Abra- hamsen, nevndarformaður í Føroyagrunninum, at hand- ilin við Vesturvón prógv- aði, at JFK-handilin eisini var fram eftir marknaðar- fortreytum. Men tað er ein útsøgn, sum væl kann hava sínar modifikatiónir. Skuldin skal roknast við Vanligasti hátturin at gera upp virðið á fyritøkum, tá handlar av hesum slag skulu sammetast, er at seta upp roknistykki, sum tengir søluprís og skuld saman. Virði á fyritøkuni verður tá upphæddin, sum eitt felag er keypt fyri - virðis- setingin hjá keypara - um- framt skuldin í felagnum. Tað skuldi á hendan hátt verið eitt úttrykk fyri samlaða virðið í felagnum. Tá ein keypsprísur so verð- ur uppgivin, verður tað eitt úttrykk fyri nettovirðið í fyritøkuni. Verður tað roknistykkið sett upp, so gevur hetta fylgjandi úrslit sambært teimum tølum, sum vit hava fingið uppspurt: mió kr. Vesturvón JFK Keypsvirði 160 120 Skuld 20 190 Samlað virði 180 310 Í hesum skal tó havast í huga, at við keypinum av JFK fyritøkuni fylgdu tveir trolarar við loyvi í Barents- havinum. Tað eru serliga kvoturnar á hesum, sum hava verið orsøk til um- røðuna, og tí verður keypið býtt við tvey, gerst prísurin fyri hvørt loyvi 155 mió. Tað er altso 25 mió lægri, enn Framherji virðissetti Vesturvón til í sínum keypi. Tær 25 milliónirnar kunnu helst vísast til, at vera virði á teimum fýra ís- fiskaloyvunum, sum Vest- urvón hevur í teimum báð- um trolarapørunum, sum felagið eigur, og á tann hátt gongur roknistykki upp. Men hartil, so skal eisini leggjast afturat tey virði, sum JFK hevur umframt teir báðar flakatrolararnar. JFK hevur nevnliga eisini ræði á fylgjandi loyvum. Eitt pelagiskt loyvi, tvey ísfiskaloyvi og eitt rækju- loyvi umframt Kósavirkið, sum er næst størsta rá- vørukeypari- og útflytari. Tað vil við øðrum orðum siga, at skal samanberingin millum handlarnar fram- haldandi gerast eftir hesum leisti, eru hesi loyvi at kalla komin ókeypis við í handl- inum, tá JFK skifti eigara. Ivaleyst er tað eisini hetta, sum norska blaðið Fiskaran, hevði í mentu, tá blaðið herfyri umrøddi keypið av JFK-fyritøkuni. Eitt keyp, sum blaðið skírdi fyri »tidernes tråler kup i Nordatlanten«. Altso besta keypið nakran tíð í Norð- uratlantshavinum. Vit royndu týsmorgunin at fáa eina viðmerking frá Leif Abrahamsen til omanfyristandandi, men hetta eydnaðist okkum ikki. Nógvar kvotur á muni Tað tykjast vera greiðar ábendingar um, at handilin við Vesturvón varð gjøgnumførdur fyri eitt væl størri virði, enn talan var um við JFK-handlinum