Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftirspurningurin eftir koli úr Hvalba er eksploderaður Nr. 174 - 14. september 2005 15 Nú oljan er dýrkað so nógv, er kolið úr Hvalba farið at ganga sum heitt breyð KOLAVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eftirspurningurin eftir koli úr Hvalba er ógvuliga nógv vaksin seinastu mánaðirnar. Tað ásannar Jan Poulsen, stjóri í Roynds Kolasølu. Hann sigur at nú er eftir- spurningurin so stórir eftir koli so stórur, at menninir, sum arbeiða í kolinum, klára ikki at fylgja við. Sostatt er onki kol at fáa í Hvalba nú. Og tað hevur tað ikki verið í tríggjar vikur. Jan Poulsen sigur, at táið teir fóru í summarfrí á Ólavsøku, høvdu teir so mikið av koli niðurfyri, at teir plagdu at klára seg til nakað langt út í oktober. Men í ár hevur støðan verið øðrvísi, tí eftirspurn- ingurin hevur verið so stórur, at tað eru einar tríggjar vikur, at seinasti sekkurin varð seldur. – Og tað ringja fólk dag og dagliga at biðja um kol, men tíverri fáa vit ikki annað enn boðað teimum frá, at onki kol er, sigur hann. Hann sigur, at tað kol verður ikki at fáa, fyrrenn nakað út í oktober, tá ið ar- beiðið verður tikið upp- aftur. Men hví høgga teir so ikki bara meiri kol, tá ið eftirspurningurin er so stórur? Tað er ein søga fyri seg. Støðan er tann, at tað ber ikki til at fáa lønandi rakstur í kolavinnuna. Men fyri at hetta gamla yrki ikki skal fara fyri bakka, hevur landið stuðlað kolagrevstr- inum í Hvalba við eini upp- hædd á fíggjarlógini. Hesi seinastu árini hevur stuðulin verið 530.000 krónur um árið. – Upphæddin verður býtt sundur í fýra og útgoldin fyri hvønn ársfjórðing sær. Og upphæddin fyri triða ársfjórðing var longu uppi á Ólavsøku og tí kann ar- beiðið í kolinum ikki verða tikið uppaftur, fyrrenn ein nýggjur ársfjórðingur byrj- ar tann 1. oktober, tá ið seinasti parturin av stuðlin- um í ár, fellur til gjaldingar. Jan Poulsen ivast ikki í, at tað eru teir høgu oljuprís- irnir, sum hava fingið fólk at hugsa meiri um kolið. – Um summarið plaga vit at høgga niðurfyri til vet- urin. Tá ið vit góvust á Ólavsøku, høvdu vit 320 sekkir á goymslu og tað plagar at vara nakað út í oktober. Tað eru 16 tons, men nú er tað so langt síðani upp- selt. Annars plaga teir at høgga góð 80 tons av koli um árið í Hvalba. Tað hevur eitt søluvirði uppá 150.000 krónur, tí sekkurin kostar 90 krónur. Av tí, at tað ikki ber til at hava lønandi rakstur í kol- inum og at studningur tískil er neyðugur, sigur stjórin í kolasøluni, at tað ber ikki til at høgga meiri kol, uttan at studningurin verður hækkaður. – Studningurin hevur staðið í stað í fleiri ár, sam- stundis sum at lønirnar eru nógv hækkaðar. Sostatt røkkur studningurin styttri og styttri fyri hvørt ár. Eitt nú eru lønirnar næstan hækkaðar ein triðing hesi seinastu árini. – Verður arbeitt hvønn dag, røkkur studningurin ikki longur enn til hálvan- sætta mánaða. Hann sigur, at kolið í Hvalba verður enn tann dag í dag, høgt á sama hátt, sum tað var tann fyrsta dagin, teir vóru í kolinum. Einasta nýmótansgerð í kolinum, er, at nú verða holini borað við luftbora fyrr vórðu teir borað við handamegi, tá ið sprongt verður. – Landsstýrið hevur hild- ið, at tað hevur verið vert at stuðla koladriftini fyri at varðveita hetta søguliga yrki. Skuldi tað dottið niðurfyri, haldi eg eisini, at tað hevði verið spell. Jan Poulsen vísir eisini á, at tað er ikki sørt, at kola- minurnar í Hvalba eru blivnar eitt ferðavinnumál og tað eru nógv ferðafólk, bæði føroyingar og útlend- ingar, sum eru og hyggja at kolaminunum. Torført at halda tørn Ì løtuni arbeiða fimm mans í kolinum. Fleiri teirra eru eldri menn, men við teim- um pengum, sum nú eru tøkir, er ómøguligt at seta nýtt fólk við, sum kann læra seg fakið. – Tað hevði annars ikki staðið á at sloppið av við alt tað kolið, vit høgga, so stórur er eftirspurningurin. Vit lukkast ongantíð at fáa nakað serligt av koli á goymslu, sigur stjórin í Roynds Kolasølu. – Vit royna at halda tørn um veturin, men tað er torført, tí eftirspurningurin er so stórur og vit hava nógvar bíleggingar niður- fyri. Tað eru fólk úr øllum landinum, sum brúka kol. Jan Poulsen sigur eisini, at tað eru ikki so heilt fá hús, sum ikki hava miðstøðu- hita, men sum framvegis bara hava kol. – Tey plaga at keypa ein- ar fimm sekkir ísenn, men onkuntíð eru vit eisini úti fyri, at fólk á útoyggj keypa upp í 40 sekkir í senn, fyri at hava tey kol fyri veturin. – Dettur koladriftin niðurfyri, verður tað kanska ikki so lætt hjá hes- um fólkum, at fáa brenni, leggur hann afturat. Vita onki Jan Poulsen sigur, at annars er minan Undir Rókunum, sum teir nú arbeiða í, ser- liga órationell, tí kolalindin er so lág. Hon er ofta ikki meiri enn ein hálvan metur og soleiðis, og tí er eisini nógv grót at høgga burtur og tað er strævið og órationelt. Tí hava kolamenninir í Hvalba í nøkur ár roynt at fáa eina aðra minu upp í Prestfjalli, har kolalindin er nógv hægri og sostatt betri at arbeiða við. – Eg havi latið mær for- talt, at kolalindin í prest- fjalli kundi vera ein mans- hædd, so tað hevði verið nakað heilt annað og hevði givið møguleikar fyri eini nógv rationellari drift. Hann sigur, at jarðfrøði- ligar kanningar eru gjørdar fyri at vita, hvar tað er frægast at leggja eina nýggja minu í Prestfjalli, men úrslitið av tí hava teir ikki fingið at vita enn. – Men skulu vit hava eina nýggja minu, noyðist hon at fáa eina serliga játtan á fíggjarlógini, tí tað kostar at gera minuna klára at høgga kol í, sigur Jan Poulsen. Hvussu nógv skal til, er ómøguligt at siga. Og tað er júst hetta, sum kolamenninir í Hvalba stríðast við nú, men enn vita teir onki! – Vit hava fleiri ferðir víst á støðuna, men tað sær ikki út til, at nakar lurtar eftir okkum - í øllum førum vísir tað seg ikki at gera mun. – Allastaðni er áhugin stórur, men vit mugu bara ásanna, at úrslit sæst onki burturúr tí góða viljanum, sum sigst vera. Hvalbingar klára ikki at fylgja við, tí eftirspurningurin eftir koli er vaksin so nógv teir seinastu mánaðirnar. Í fleiri ár hava vit roynt at sett eina nýggja minu upp, men enn hava vit onki svar fingið úr landsstýrinum, sigur Jan Poulsen, stjóri í Roynds Kolasølu, sum er stendur við vektina í kolaminuni í Hvalba