Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 174 - 14. september 2005 - Tað er so javnan at fólk keypa eitt breyð til okkurt skyldfólk í Havnini. Tey dáma sjálvandi væl breyðini í Havn, men siga kortini: "Einki er sum breyðið frá Anfinni!", sigur hesin sami Anfinnur, við eftir- navninum í Soylu, bakari á Sandi BAKARÍ Snorri Brend Myndir: Jens Kr. Vang Sandur: Tað er ikki nøkur serlig skelting, sum boðar frá at her, mitt í bygdini er eitt bakarí. Tú skalt kortini ikki hava verið á hesum økinum í nógv sekund, fyrrenn tann deiligi angin av onkrum ný- bakaðum rakar nasar tínar. Her, á tí opna plássinum beint við kirkjuna á Sandi, heldur nevniliga einasti bakarin í oynni til, og her liggur somuleiðis einasta bakarí'ið í oynni. Tað er ikki eitt av teimum stóru bakarí'unum, sum ein kennir tað aðrastaðni frá og har ein eisini fær hópin av bakaravørum og konditt- aravørum. Hetta bakaríið á Sandi hevur hinvegin so nógv annað: So skjótt tú kemur innar í sølubúðina merkir tú ta stóru umsorganina, tey hava fyri hvørjum einasta kunda. Her kennir tú teg vælkomnan frá fyrstu løtu - eisini um tú ert fremmand- ur í oynni. Sølubúðin er heldur ikki stór. Pláss er ikki fyri nógv- um fólkum inni samstund- is, men tað ger so aftur hinvegin, at tænastan móti hvørjum einstøkum kunda verður tað betri. Eru bakaríið og sølubúð- in ikki stór, so er kortini eftirspurningurin eftir breyðunum hjá Anfinni stórur. Hvønn einasta dag bakar hann í hundraðtali av breyðum, sum verða seld sandoyingum og skúvoy- ingum. Ikki bert sandoyingum dáma hetta breyðið. Eisini fólki norðanfjørðs dáma sera væl hesi breyðini av Sandi. - Eg hoyri javnan frá fólki, at tá tey fara til Havn- ar at vitja skyldfólk, so koma tey ofta framvið hjá mær fyri at taka eitt sands- breyð við til Havnar. - Jú, sandoyingum dáma væl míni breyð. Eg hoyri tey siga: "Einki er sum breyðini frá Anfinni". Tað er góð reklama, sigur ein brosandi Anfinnur í Soylu. Nýbakað Tað er eingin ivi um, at sandingar, sandoyingar og skúvoyingar eru hepnir at eiga ein bakara í teirra øki. Alt gott um tað at fáa breyð og bakaravørur frá bakarum aðrastaðni frá. Men einki er kortini sum tað, at tú kanst fara inn til tín egna bakara og keypa breyð, køkur og morgun- breyð frá sama manni, sum hevur staðið fyri bakingini. Henda frammíhjárættin hevur fólkið á Sandoynni havt í samfull 34 ár, og líkt er til, at teimum framvegis dáma væl tær vørurnar, sum Anfinnur letur av hondum. Hvønn einasta dag bakar hann eini 100 rugbreyð, 100 fransbreyð og fleiri morgunbreyð og aðrar bak- aravørur. Her kann ein so fara hvønn dag og fáa nýggj breyð og nýggja kaku. Hann hevur kortini ikki vanligar vørur til húsar- haldið, men hevur nakað av góðgæti aftrat til sølu. Í 34 ár Tað var longu fyri meiri enn 40 árum síðani at An- finnur fór í læru sum bak- ari. Hetta gjørdi hann hjá Conradi Skaale í Havn. Hann var hjá hesum bak- aranum í samfull sjey ár, áðrenn hann avgjørdi at fara suður aftur til heim- bygdina við eini ætlan í hyggju: At byrja fyri seg sjálvan sum bakari. - Her var eingin annar bakari tá, og her hevur heldur ikki verið nakað Sandsbreyðini smakka serliga væl í Bakaríið hjá Anfinni í Soylu á Sandi er væl útgjørt við øllum tí, sum hoyrir slíkum bakaríi til. Ovnurin er gamal, men kortini góður. Løtu eftir at hesar kakurnar eru tiknar úr ovninum kunnu teir fyrstu kundarnir keypa tær í sølubúðini