mikudagur 14. september 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 174 - 14. september 2005
17
Dagurin hjá einum
bakara byrjar árla. -
Eg plagi at fara upp
kl. 4, og tað dámar
mær væl, sigur
Anfinnur í Soylu
BAKARÍ
Snorri Brend
Sandur: – Bíða mær eitt
lítið bil. Eg kann ikki práta
við tykkum beint nú, tí
breyðini mugu úr ovninum
beint nú.
- Eg má til Skopunar við
breyðum fyrst. Kunnu tit
ikki koma aftur kl. 10?!,
spyr Anfinnur í Soylu.
Hann er liðugur við
fyrsta dagsverk sítt, og er
nú íðin eftir at fáa vøruna út
av húsinum.
Bilurin verður pakkaður
við øllum tí nýbakaða, og
so er bert eftir at vitja
handlarnar í oynni.
Til alla oynna
Hvønn einasta dag vitja
mong fólk inn í sølubúðina
í sjálvum bakarí'inum at
keypa.
Men eisini fólk í hinum
bygdunum í oynni hava
møguleika at keypa breyð -
Made in Sandur - í handl-
um teirra.
So skjótt breyðini eru
liðug strýkur Anfinn avstað
við bili sínum. Nú skulu
teir fimm handlarnir í
oynni fáa tey nýbakaðu
breyðini. Somuleiðis fáa
tær báðar bensinstøðirnar
eisini breyð í hesum umfar-
inum, eins og kantinurnar á
báðum flakavirkjunum í
oynni.
Í Skúvoy er ein handil, og
fær hann breyð frá Anfinni
eina ferð um vikuna.
Árla á fótum
Men dagurin hjá einum
bakara byrjar langt áðrenn
kl. 9.
Hvønn einasta dag, tá
opið er, fer Anfinnur upp
við hønunum, kann ein
siga.
Áðrenn vanlig fólk eru
byrjað at hugsa um dagsins
mongu uppgávur, hevur
hann longu verið á fótum í
fleiri tímar.
- Eg plagi vanliga at fara
upp um 4-tíðina, kanska
onkutíð um hálvgum fimm
-tíðina.
- Mær dámar væl at fara
upp tíðliga. Tað er so dei-
ligt, og so er tað eisini so
sera friðarligt, sigur An-
finnur.
Fyrst fer hann undir at
gera morgunbreyðini, og
síðani hitt breyðið til teir
mongu
sandoyingarnar,
sum ikki kundu hugsað sær
ein
náttverðabita
uttan
breyð frá Anfinni.
Lítlan lúr
Hóast breyðini nú eru latin
teimum ymisku móttakar-
unum í oynni, so er dagurin
hjá einum bakara ikki lið-
ugur fyri tað.
- OK, eg slappi eitt lítið
sindur av fyrrapartin, tá eg
havi verið úti við breyðun-
um.
- Aftaná døgurða plagi eg
at fáa mær ein lítlan lúr,
sigur Anfinnur.
Seinnapartin fer hann
undir aftur næsta dagsverk-
ið. Tá skulu kakubotnar og
aðrar køkur gerast.
Og soleiðis er gerandis-
dagurin hjá einum bakara á
Sandi í øllum førum.
Gott lív
Hóast hann hevur verið
einsamallur í øll hesi 34
árini, so hevur tað ikki tikið
hugin frá bakara-yrkinum
frá honum.
- At eg havi hildið á so
leingi, tað er tí at mær
hevur dámt so væl at takast
við hetta handverkið.
- Eg havi trivist væl øll
hesi árini. Hetta er eitt gott
lív, sigur hann at enda.
– Tað er so friðarligt
um morgunin
Bundisligt
Í bakarínum á Sandi eru tey vanliga fýra fólk: An-
finn og konan í bakarínum, og so hava tey tvær
krambúðargentur sum skiftast um at standa í
sølubúðini.
Tað er øllum greitt, at tá ein er so at siga einsa-
mallur um verkið, so kann tað mangan tykjast at vera
bundisligt.
Og tað viðgongur Anfinnur eisini at tað er:
- Jú, tað er bundisligt - ræðuliga bundisligt.
- Feriurnar havi eg havt fáar, síðani eg byrjaði -
kanska bert einar fýra ferðir, sigur hann.
í Havn
annað bakarí enn mítt,
sigur Anfinnur.
At hann valdi at fara
aftur til Sandoynna at
arbeiða komst fyrst og
fremst av, at hann var
ættaður higani, og hevði
eisini hug at royna, um tað
ikki bar til at hava eitt
bakarí opið á hesi oynni.
Og tíðin hevur so sanni-
liga prógvað, at tað bar til:
Bakaríið á Sandi, sum tað
eitur, hevur nevniliga verið
opið í øll hesi 34 árini.
- Hetta hava verið 34 góð
ár, sigur Anfinnur.
Sandingar eru so hepnir at hava egið bakarí. Higar vitja nógv fólk úr oynni, og av og á eisini fólk norðanfjørðs