Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron, sigur, at hann er ógvuliga væl nøgdur við føðingardagstil- takið í Norðurlanda- húsinum seinasta fríggjadag, har fleiri enn 200 fólk vóru samankomin at há- tíðarhalda 40 ára føðingardagin hjá P/F Elektron 40 ÁR Á BAKI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag hátíð- arhelt stóri KT-veitarin, P/F Elektron, sum nú hevur 40 ár á baki á føroyska mark- naðinum, henda merkisdag. Í sambandi við dagin, sum varð hildin í Norður- landahúsinum, hevði Elek- tron boðið viðskiftafólkum og øðrum at halda dagin saman við teimum stívliga seksti starvsfólkunum, sum starvast hjá felagnum. Fólk vórðu biðin at møta klokkan 13 hendan dagin til komudrykk og at síggja eina framsýning, sum er í Norðurlandahúsinum um dagarnar. Hálvan tíma eftir komuna byrjaði sjálvt føðingardags- tiltakið í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. Útveiting Tað var stjórin í P/F Elek- tron, Niels Chr. Nolsøe, sum beyð vælkomin og gav orðið til Marner Jacobsen, nevndarformann í P/F Elektron, sum eisini er forstjóri í Føroya Spari- kassa. Marner greiddi í stuttum frá søguni um Elektron, har størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri. Hann greiddi frá teirri stóru menning, sum fyri- tøkan hevur staðið fyri hesi 40 árini, Elektron hevur verið útbjóðari á føroyska marknaðinum. Næstur á talarastólin var danin, Erik Preben Hansen, sum starvast hjá Danmarks Teknologiske Institut. Hann er útbúgving verk- frøðingur og hevur drúgvar royndir innan ymiskar vinnugreinar – í ymiskum londum. Forum for Outsourcing, sum hoyrir undir Tekno- logisk Institut í Århus, hevur nevniliga lagt seg eftir at gera donsk virkir dugnaligari at nýta "útveiting" (outsourcing), sum er eitt munadygt amboð til at bøta um kapp- ingarførið hjá fyritøkum. Erik Preben Hansen, sum er seniorráðgevi hjá Forum for Outsourcing, kallaði sín fyrilestur, "Outsourcing på ledelsens agenda", og í orðinum "útveiting" liggur, at tú gert tað, sum tú dugir best. Danin heldur, at fyritøkur eiga at halda fast í kjarnu- førleikanum og sleppa rest- ini til ein álítandi starvs- felaga, meðan "roknskap- artølini enn síggja væl út…", sum hann tekur til. Eftir at Erik Preben Han- sen hevði røtt um tað skila- góða við útveiting, varð stuttfilmurin, "Tann stilla kollveltingin", frumsýndur. Filmurin lýsir fyritøkuna, 18 Nr. 174 - 14. september 2005 Trygdarspurningurin ein vaksandi Fleiri enn 200 fólk vóru samankomin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin at hátíðarhalda 40 ára føðingardagin hjá P/F Elektron. Felagið hevði boðið viðskiftafólkum og øðrum at halda dagin saman við teimum stívliga seksti starvsfólkunum hjá felagnum Mynd: Jens Kr. Vang - Vit eru ógvuliga væl nøgd við føðingardagstiltakið í Norðurlandahúsinum, sigur Niels Chr. Nolsøe, stjóri á P/F Elektron Mynd: Jens Kr. Vang