mikudagur 14. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Elektron – við gomlum og
áhugaverdum myndum frá
byrjan og fram til dagin í
dag, nú virksemið hjá
partafelagnum verður rikið
úr lutfalsliga nýggjum og
tryggum hølum á Staravegi
á Hálsi.
Tryggleikin
Danin, Jesper Lundorf,
sum starvast hjá Livsforum
A/S, helt síðan ein áhuga-
verdan fyrilestur um evnini
og treystið til at striðast, tá
ið ringast sær út.
Jesper, sum hevur drúga
útbúgving innan løgregluna
og herin, bæði í Danmark
og aðrastaðni, hevur eitt nú
verið lívverji hjá danska
krúnprinsinum, og áðrenn
hann steig upp á talarapall-
in, helt stjórin á Elektron,
Niels Chr. Nolsøe, skemt-
andi fyri, at Jesper er eitt
"sindur av einum James
Bond".
Jesper tosaði um møgu-
leikarnar at finna ta "fjaldu
orkuna", tá ið veruliga
stendur á, og hann vísti á
hugtøk og venjingarhættir,
sum kunnu nýtast bæði í
ítróttarheiminum, í herin-
um og í vinnulívinum.
Áhugavert var at hoyra
hann greiða frá, hvussu
ymiskar KT-skipanir, sum
eru kendar og frammi á
marknaðinum, bæði kunnu
brúkast og misbrúkast.
Tá ið Jesper Lundorf
hevði hildið sín fyrilestur,
tók Niels Chr. Nolsøe sam-
an um.
Áðrenn farið varð at fáa
sær ein bita, steig kokkurin,
Leif Sørensen, á pallin og
greiddi frá øllum tí hugs-
andi og óhugsandi, sum
føðingardagsgestirnir fingu
at mata sær við, áðrenn
farið varð aftur til húsa.
Væl nøgdur
Niels Chr. Nolsøe sigur, at
hann er ógvuliga væl nøgd-
ur við føðingardagstiltakið
í
Norðurlandshúsinum
hendan dagin, har fleiri enn
200 fólk vóru samankomin.
- Vit valdu Erik Preben
Hansen og Jesper Lundorf
út til endamálið. Kanska
kundi Erik verið uppaftur
meira ítøkiligur, men tað
var áhugavert, sum hann
segði. Vit halda, at útveit-
ing (outsourcing) er áhuga-
vert evni – at tú gert tað, tú
dugir best heldur enn, at øll
gera tað sama; tá liggur
nógv orka niðurbundin,
sum kundi verið nýtt betur.
Við útveiting, har tú sam-
starvar við álítandi fyritøku
ella starvsfelaga, kunnu
uppgávurnar loysast bæði
betur og bíligari, sam-
stundis effektiviteturin og
dygdin verður betur.
Stjórin heldur, at hetta
geldir heilt niður til tær
smæstu fyritøkurnar og
niður til einstaklingin.
Veksandi trupulleiki
- Vit valdu eisini at hava
Jesper Lundorf við, tí
trygdarspurningurin
er
vorðin ein veksandi trupul-
leiki innan KT-tænastuna.
Niels Chr. Nolsøe heldur,
at best hevði verið, um
slíkir trupulleikar vórðu
loystir í størri samanhangi,
soleiðis at KT-fyritøkur og
KT-veitarar ikki sita hvør
sær og royna at loysa hesar
trupulleikar.
- Eg haldi, at fyrilesturin
hjá Jesper Lundorf var
ógvuliga áhugaverdur, sig-
ur stjórin á Elektron, Niels
Chr. Nolsøe.
Nr. 174 - 14. september 2005
19
i trupulleiki innan kunningartøkni
Erik Preben Hansen, sum er
seniorráðgevi hjá Forum for
Outsourcing, kallaði sín
fyrilestur, "Outsourcing på
ledelsens agenda". Í hesum
liggur, at tú gert tað, sum tú
dugir best
Mynd: Jens Kr. Vang
Marner Jacobsen er nevndarformaður í P/F Elektron, og á
føðingardagstiltakinum greiddi hann frá søguni hjá felagnum
Mynd: Jens Kr. Vang