fríggjadagur 13. oktober 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 197 - 13. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Internet: www.sosialurin.fo
Sosialurin
Oddagrein
Fólkaflokkurin
og fullveldið
ÚTVARPIÐ visti mikudagin at siga frá føroysku
tíðindastovuni í Keypmannahavn, at danski forsætis-
ráðharrin helt seg hava sæð nýggjar tónar frá lands-
stýrinum í fullveldismálinum. Hann sipaði her til
úttalilsi hjá landsstýrismonnum eitt nú her í blaðnum.
TAÐ, sum her m.a. verður sipað til, er grein og
samrøða um fund vesturi í Vágum, har tveir av
landsstýrismonnum fólkafloksins úttalaðu seg um
fullveldismálið. Hesir søgdu, at tað nú var uppá
hægstu tíð at fáa eina ella aðra vend í hesum máli,
soleiðis at nakað meira ítøkiligt kundi spyrjast burtur
úr. Verandi samráðingarháttur hevði spælt fallitt osfr.
HVUSSU danski forsætisráðharrin velur at uppfata
og tulka úttalilsi frá føroyskum politikarum er sjálv-
andi upp til hansara. Hóast her var talan um avgjørd
úttalilsi, so er tað sum so einki nýtt í hesum. Tí tað,
sum varð sagt á fólkafloksfundi í Vágum er nakað
av tí sama, sum fleiri framstandandi fólkafloksmenn
hava borið uppá mál nú í eina tíð. Vit hava hoyrt
hesi signalini av tingsins røðarapalli ikki bert einaferð
men fleiri ferðir í ymsum innpakningi sjálvandi. Sum
hevur verið meira bersøgið og líkaút, meðan annað
hevur verið pakkað eitt sindur inn. Bara afturvend-
andi orð løgmans um, at vit mugu hava eina breiða
semju tvs. at andstøðan ella her serstakliga Javnað-
arflokkurin má vera við í víðari tilgondini bera jú á
sama bógv: nevniliga at fólkaflokkurin - hóast samd-
ur um endamálið - kortini ikki er so samdur við
Tjóðveldisflokkin um mátan, sum vit røkka hesum
endamáli.
TAÐ er uppá tíðina, at Fólkaflokkurin ger greitt, hvat
hann leggur í eina breiða semju og spurningurin er,
um tað ikki nettupp er hetta, ið nú verður útkrystali-
serað við meira konkretu úttalilsunum hjá tveimum
av Fólkafloksins oddamonnum. Tí kundi ein einsvæl
sagt, at tað sum so einki nýtt er í tí, sum er komið
frá á einum fólkafloksfundi í Vágum, annað enn, at
vendingin hjá løgmanni - BREIÐ SEMJA - her fær
veruligt innihald. Í hesum sambandi er eisini rætt
at vísa til úttalilsi hjá fyrrverandi fólkaflokspolitikarum
eitt nú Birgir Danielsen um hetta sama - at ein
stórur partur í Fólkaflokkinum og tað m.a. baklandið
hjá verandi politikarum og landsstýrismonnum flok-
sins ynskir aðra kós í fullveldismálinum enn ta kós,
sum Tjóðveldisflokkurin heldur fast um. Harfyri ber
kortini til at vera samd um endamálið.
Spurningurin er ikki, um ávísir fólkafloksmenn hava
verið ov opinskáraðir ella um blaðmenn hava yvir-
tulkað ella yvireksponerað teirra úttalilsi. Spurn-
ingurin snýr seg um, hvat fólkaflokspolitikarar veru-
liga meina um fullveldisgongdina. Tað nýtast so
hvørki blaðgreinar ella veljarafundir til at avdúka
tað. Tá kundi Ríkisumboðið einsvæl umsett tað
somu fólkafloksmenn bera fram á tingsins røðara-
palli, um enn tað er eitt sindur betri innpakkað. Til
teirra, sum vilja leggja føroysku pressuna undir at
leggja fót fyri samgonguna í samráðingunum við
danir er bert at siga: hetta er skeiv adressa. Rætta
adressan er Fólkaflokkurin, sum ikki er fullsamdur
við Tjóðveldisflokkin í, hvussu fram eigur at verða
farið. At danski forsætisráðharrin loksins hevur
uppfangað hetta signalið er bert teimum fólka-
floksmonnum, sum eru ósamdir við tjóðveldislinj-
una, fyri at takka.
Av royndum vita vit, at
sera nógv verður skrivað,
tá val er í hondum. Tí hev-
ur blaðleiðslan gjørt av, at
innsent politiskt tilfar í
samband við kommunu-
valið komandi verður av-
markað í longd til eina A4
síðu í vanligari skrift - ella
áleið 3.000 tekn - saman
við andlitsmynd av val-
evninum.
Øll valevni er kortini
vælkomin at skriva í Sos-
ialinum, men tilfar, ið ikki
lýkur treytirnar, kemur
ikki í blaðið.
Blaðleiðslan
Treytir fyri valgreinar
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Jehova
Vitni
økja virk-
semið í
Føroyum
Næstu fýra vikurnar fara tey
100 Jehova Vitnini í Før-
oyum, saman við trúarfel-
øgum í grannalondunum, at
venda sær til øll húski í
landinum, fyri at býta ein
faldara út, við heitinum:
»Tað nýggja túsundárið –
hvussu verður framtíðin
hjá tær?«
Hetta er ein liður í okkara
bíbliukunningararbeiði.
Jehova Vitni eru sannførd
um, at Bíblian er ein tíðar-
hóskandi boðskapur frá
Gudi til okkum menniskju,
og at tey kristnu lívsvirðini
ikki eru bundin at einum
serstøkum tíðarskeiði. Eis-
ini trúgva vit, at hon fram-
vegis er besta hjálpin at
klára trýstið í tilveruni og
Seyðasøla
Leygardagin 14.10. kl.
14.00 skipar Kappróðrarfel-
agið N.S.Í. fyri seyðaupp-
boði.
Seldir verða uml. 15-20
seyðir, harav eru 2 veðrar.
Afturat hesum verður ein
stórur veðrur seldur á mex-
Spinna gull burturúr neytalorti
Sjáldsama stórir møguleika eru at vinna í kapping, sum verður í Hvalba
næsta leygardag
Næsta leygardag, 21. okt.
verður tað onkur suðuroy-
ingur, sum fer at lovprísa
einum neytalorti.
Tí nú er hendan nýggja
spælisjúkan – at hava neyta-
lortakapping, eisini komin
til Suðuroynna.
Næsta leygardag er tað
bóltfelagið Royn í Hvalba,
sum skipar fyri hesi sjáld-
somu kappingini. Kapping-
in verður við fótbóltsvøllin,
men nágreiniliga klokkutíð-
in verður lýst seinni.
Kappingin gongur heilt
einfalt út uppá, at eitt stykki
við fótbóltsvøllin verður
býtt sundur í fýrakantar.
Fólk kunnu síðani keypa
sær ein ella fleiri fýrakantar.
At enda verður so ein kvíga
leidd inn á stykkið. Og tann,
sum eigur fýrakantin, har
hon sleppur tí fyrsta lortin-
um, ja, hann hevur vunnið
alla kúnna.
Tað, sum hvalbingar fara
at kappast um, er ein kvíga
av hereford slagnum, sum
eru tiltikin góð kjøtneyt.
Tann, sum vinnur kunna,
kann eisini fáa hana dripna,
um hann, ella hon, vil.
Men umframt kúnna,
hava hvalbingar eisini onk-
rar eykavinningar sum onk-
ur fær at ugga seg við, sum
ikki fær kvíguna.
Tað eru sjáldsama góðir
møguleikar at vinna í hesi
kappingini, tí tað verða í
mesta lagi 800 seðlar seldir.
Men verða ikki allir seðl-
arnir seldir, tess størri er
møguleikin at vinna. Sostatt
er møguleikin at vinna nógv
størri enn í vanligum spæli.
Peningurin, sum Royn fær
inn við hesum tiltakinum fer
til felagsarbeiði.
Seðlar fáast á tlf.: 222695
og á tlf. 375184.
icanskan hátt, har boðið
verður kr. 50,00 hvørja ferð.
Uppboðið verður í ár í
Ítróttarhøllini í Runaví. Eis-
ini verður mat-tombola,
fiskibrunnur og søla av
kjálkum.
Hetta er triðja árið, vit
skipa fyri seyðauppboði í
Runavík. Kappróðrar-felag-
ið NSÍ vónar at síggja nógv
til tiltakið, og at fólk hava
góðan hug at bjóða.
Merrild-kaffi skipar eisini
so fyri, at fólk kunnu fáa
ein kaffimunn.
Slaktarin hjá Miklagarði
fer at grilla pylsur, búffar
og eitt heilt krov.
Eisini fer Jónsvein Olsen
at syngja ein nýggjan veðra-
sang, og Finn úr Klaksvík
fer at undirhalda við skemti-
søgum.
trupulleikarnar í gerandis-
degnum.
Tað er ikki sjálvt aldar-
skiftið, vit leggja áherðslu
á. Faldarin lýsir, at nakað
er av nógv størri týdningi:
Trúgvin á lyftini í Bíbliuni,
ein trúgv sum longu nú hev-
ur veitt milliónum eina
bjartskygda framtíðarvón.
Átakið er heimsumfat-
andi, og tað ber í sær at 6
milliónir vitni fara út at
bjóða faldaran til einstakl-
ingar úr øllum trúargreinum
og etniskum bólkum í øllum
heiminum. Í faldaranum
finst eisini eitt ókeypis og
óbindandi tilboð um at
kanna Bíbliuna heima við
hús.
Fullkomið samljóð manna
millum er dreymurin hjá
Jehova Vitnum