Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. oktober 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

STEFAN Í SKORINI Klaksvík: Bileftirlitið gav sjúkrabilinum fleiri krossar, sum ber boð um, at hann hevur fleiri brek, sum skulu gerast aftur. Bilurin kann ikki nýtast til bráfeingis sjúkraflutning í tí standi, hann er í nú, og hann krevur fleiri ábøtur. Sjúkrahúsið hevur tríggj- ar sjúkrabilar, men nú eru bara tveir tøkir. Tað er ikki nóg mikið til at nøkta tørv- in, og portørarnir vilja held- ur sleppa frá at brúka sjúkrabil við so álvarsom- um breki, at hann ikki verð- ur góðkendur. Tí verður tann sjúkrabilurin als ikki nýttur av portørunum. Jens Jacobsen, yvirpor- tørur á Klaksvíkar Sjúkra- húsi, sigur, at tveir sjúkra- bilar eru ikki nøktandi. Kostnaðarmiklar umvælingar Av teimum trimum sjúkra- bilunum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tveir teirra eldri enn tíggju ára gamlir, meðan tann triðji er nýggjur og varð keyptur í summar. Teir báðir gomlu bilarnir eru báðir Mercedes. Hesin, sum nú ikki varð góðkend- ur, er tólv ára gamal. Hann Sjúkrabilur í Klaksvík settur Tann eini Mercedes sjúkrabilurin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð ikki góðkendur av Bileftirlitinum, og hann verður ikki nýttur til útkall aftur í bræði JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Oyndarfjørður: Súni Eliassen, lorvíkingur, giftur og búsitandi í Oyndarfirði, klóraði sær rættuliga í nakk- anum, tá ið hann fyrst í mars í ár fekk bræv frá Toll og Skattstovu Føroya, har hann fekk at vita, at Toll og Skatt- stovan, í samband við eftir- litskanningar hjá klubbum, dansihølum o.ø., er komin eftir, at tónleikabólkurin Bacon hevur havt inntøku í samband við tónleikarvirk- semi. Toll og Skattstovan skriv- ar víðari, at hon hevur upp- lýsningar um, at Súni Elias- sen er ein av tónleikarunum í bólkinum. „Tað eg kenni til „Bacon“ er tað baconið, sum verður brankað á eini pannu og so ikki meira. Eg tónleikari? Eg eigi gott nokk ein gittara, men eg dugi bert trý greb, C,G og F og eg klári so dánt at spæla „Eitt sunnukvøld í plantasjuni“ og „Ja, Rassmus,“ men tá skal eg vera einsamallur. At eg enntá skal vera tónleikari í einum tónleikabólki, tað er heilt við síðuna av, sigur Suni Eliassen, sum í tí dag- liga er skipari á oljuskipin- um Magn, ið flytir olju mill- um Føroyar og Danmark. Í tríggjar dagar var Suni Eliassen tónleikari á hesum sinni. Hann fær bræv nakrar Kravdi skipara eftir ølklubbaskatti -Hóast eg bert dugi trý greb á einum gittara, og klári akkurát „Ja, Rasmus, og Eitt sunnukvøld í Plantasjuni,“ so eri eg tvær reisur í ár kravdur eftir skatti, fyri inntøku, sum eg skal hava vunnið fyri at spæla til dans í ølklubbum í Havn, sigur Suni Eliassen, skipari í Oyndarfirði dagar seinni, tað er dagfest 3. mars í ár, har Toll og Skattstovan orsakar mistak- ið . Hetta hendir eftir at Suni 2. mars í brævi hevur be- dýrað yvirfyri skattavaldin- um, at hann als ikki er tónleikari, hevur ongantíð verið tað og fer heldur ong- antíð undir hetta yrki. Nýggj tilnevning So ganga seks mánaðar, við tí heitasta summarinum menn vita um, og Suni Eliassen er skipari og alt er sum vanligt. Men eitt bræv frá Toll og Skattstovu Før- oya, sent frá Eysturoyar øki, daterað 30. august 2000, broytir enn einaferð gerand- isdagin hjá skiparanum úr Oyndarfirði. Brævið er eitt sokallað ætlanarskriv og viðvíkir sjálvuppgávuni hjá Suna Eliassen fyri 1996 og 97. Í brævinum verður nevnt, at í samband við eftirlits- vitjan hjá skattavaldinum í ølklubbanum Tórshøll, er komið fram, at Suni Elias- sen hevur havt inntøku av tónleiki frá tónleikabólkin- um „Kallar“. Og at hetta sambært grein 25 í skatta- lógini er skattskyldug inn- tøka. – Eg eri totalt ómusik- alskur og havi ongantíð ver- ið limur í nøkrum tónleika- bólki, enn minni tónleika- bólkinum „Kallar“, sigur Suni Eliassen. – Eg vendi mær til Toll og Skatstovuna í Eystur- oynni og 19 dagar seinni fekk eg skriv, har stovan játtar, at eg ikki eri tónleik- ari. Teir bóðu ikki eingang umbering fyri mistakið, tað kundu teir nú havt ómakað sær, sigur Suni Elliassen. – Nú bíði eg bert eftir hvat næsta brævið hjá Toll og Skattstovu Føroya fer at snúgva seg um, sigur Suni Eliassen at enda. Súni, sum sjálvur heldur seg sjálvan vera totalt ómusikalskan, verður kravdur eftir skatti sum tónleikari í tónleikabólkum í Havn Mynd: Edvard Joensen hevur lagt nógvar kilometr- ar afturum seg. Sjúkrabil- urin hevur millum 400 og 500 túsund kilometrar á telj- aranum, og tá eru bilar sjáldan skikkaðir at standa fyri sjúkraflutningi. Umvælingingarnar, sum bileftirlitið krevur, fara at kosta omanfyri tær 100.000 krónurnar, og tá er spurn- ingurin, um tað ikki loysir seg betur at keypa ein nýggjan sjúkrabil. – Vit meta ikki, at bilurin er verdur at gera aftur. Sjúkrabilurin er tólv ára gamal, og hevur koyrt nógvar kilometrar. Umvæl- ingarnar fara at kosta nógv- an pening, og tað eru burtur- spiltir pengar at umvæla bil- in. Tí hava vit skrivað eina umsókn, har vit søkja um nýggjan sjúkrabil, sigur Jens Jacobsen. Vónin er at fáa ein nýggj- an bil komandi ár, tí boð eru givin um, at einki nýtt verð- ur keypt aftur í hesum árin- um. Hin Mercedes bilurin er ellivu ára gamal og hevur koyrt eini 300.000 kilomet- rar. Hann varð settur í vár, tá hann hevði verið á Bil- eftirlitinum. Bilurin er keyptur úr Svøríki og er heldur ikki í besta standi. Hann heldur neyvan nógv ár afturat. Tí er stórur tørvur á nýggjum sjúkrabili at taka sær av sjúkraflutningi í Norðoyggjum. Illa tærdur Bilurin er gamal, og tí er hann illa tærdur í fleiri støð- um. Brúgvin har frammi er illa farin og skal skiftast. Runt um búsningarnar er tørvur á ábótum. Akslarnir eru eisini tærdir. Tá portørarnir ikki meta, at besta loysnin er at um- væla bilin, tí hann er gamal og illa farin, mæla teir leiðsluni til at keypa ein nýggjan bil í komandi ári. Brævið við umsóknini er júst komið fram, og tí er eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi. Tað ljóðar, at peningur er settur av á fíggjarlógini bara til at keypa nýggjar sjúkra- bilar, og portørarnir vóna, at hesin peningur fer at koma sjúkrahúsinum til góðar. 4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 197 - 13. oktober 2000 Nr. 197 - 13. oktober 2000 støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 41 VIKA 41 1 Thr 1 Three Kings ee Kings 2 Double Jeopar 2 Double Jeopardy dy 3 American Beauty 3 American Beauty 4 Stigmata 4 Stigmata 5 Anna og Kongen 5 Anna og Kongen 6 The Bone Collector 6 The Bone Collector 7 Jeanne d'Ar 7 Jeanne d'Arc 8 Magnolia 8 Magnolia 9 Thr 9 Three to T ee to Tango ango 10 10 Æblemost Reglementet blemost Reglementet p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 The Beach Mission to Mars Reisa frystihotellið Frystihotellið á havnarlagnum í Kollafirði verður væntandi klárt at taka í nýtslu fyrst í komandi ári. Bygningurin verður nú reistur EDVARD JOENSEN Kollafjørður: Høgir stál- bjálkar eru komnir at standa á nýggja havnarlagnum utt- an fyri Vestsalmon í Kolla- firði. Tað er nýggja frysti- hotellið, sum verður reist. Tað er eitt felag í Hollandi, sum saman við Janusi Norðberg úr Havn byggir frystihotellið. Janus Norðberg sigur, at grundin til, at hetta frystihotellið verður bygt, er, at teir mettu, at tørvur var á hesi tænast- uni. Tað verður rættiliga nógvur fiskur umskipaður í Norðuratlantshavi, sum ikki altíð verður avgreiddur líka rationelt, sigur hann. Sum dømi nevnir Janus Norðberg øll skipini, sum plaga at liggja í Nolsoyar- firði. Ofta leingi í senn. Tað er rættiliga dýrt hjá hesum skipunum at liggja og bíða eftir farmaskipum, sam- stundis sum tað er óarbeiðs- ligt hjá farmaskipunum at skipa inn í Nólsoyarfirði. Var eitt stað, har fiski- skipini kundu lagt upp og so sloppið avstað aftur bein- anveg, hevði tað spart teim- um nógva tíð. Samsundis hevði tað eisini verið rætti- liga nógv lættari hjá farma- skipunum at lasta frá landi. -Hesa tænastuna kunnu vit bjóða teimum um stutta tíð, sigur Janus Norðberg. Frystihotellið í Kollafirði verður 27.000 rúmmetrar til støddar. Alt eftir, hvør vøran verður, sum goymd verður, fara eini 8.000-10.000 tons at kunna liggja á goymslu samstundis. Verkætlanini fer at kosta umleið 21 milliónir krónur, sigur Janus Norðberg. Eini seks-átta fólk fara at arbeiða fast á hotellinum, tá farið verður í gongd. Umframt verður væl meira av arbeiði, tá lossað verður, sigur hann. Tey, sum koyra framvið Langasandi í Kollafirði, hava lagt merki til, at bygn- ingurin, sum reistur verður, er rættiliga høgur. Hetta er bara ein partur av samlaða bygninginum, sigur Janus Norðberg. Tann parturin, sum nú er reistur, er 12 metar høgur, meðan lægri parturin verður átta metrar til hæddar. At hesin parturin er so høgur, kemst av eini reol- skipan, sum kann flytast. Á sama hátt sum í einum van- ligum arkivi, har hillaranar verða fluttar eftir gólvinum fyri at gagnnýta alt plássið. Og hendan skipanin er rættiliga høg. Bygningurin er gjørdur í Finnlandi og keyptur gjøg- num eina norska fyritøku, sum eisini setir hann upp. Frystihotellið í Kollafirði verður klárt at taka í nýtslu fyrst í komandi ári Mynd: Edvard Joensen STEFAN Í SKORINI Tórshavn: Vanligt hevur verið, at fólk bara seta bilin frá sær sum best ber til beint uttanfyri avgreiðslurnar hjá peningastovnunum í J.C. Svabosgøtu ella sjúkrahús- vegnum, har tey skulu av- greiða síni peningaviður- skifti. Hetta hevur havt við sær, at tað ofta er torført at sleppa ígjøgnum við bili, um bilar standa parkeraðir á báðum síðum á vegnum. Eisini koyrir bussleiðin tann vegin, og tá er mangan trongligt. Hetta er heilt óneyðugt, tí beint hinumegin vegin eru parkeringsbásar við plássi til fleiri bilar. Høvdu fólk tímað at sett bilin í ein bás ístaðin fyri at parkera úti á vegnum, hevði eingin stór- vegis trupulleiki verið. Men um fólk sleppa frá at ganga fjøruti metrar, tá tey kunnu ganga tjúgu, so velja tey heldur at fara um garðin, har hann er lægstur, sjálvt um tað samstundis er lógarbrot. Ferðslunevndin í býráð- num hevur tí gjørt av at seta steðgiforboð í gildi allan vegin eftir J.C. Svabosgøtu frá brekkuni niðan á Frælsi til skipasmiðjuna fyri at sleppa undan ferðslutøppi, bara tí fólk skulu í sín peningastovn. Nú hevur steðgiforboðið verið í nakrar dagar, men enn bendir einki á, at fólk ætla sær at broyta gamlar vanar. Hvønn dag standa bilar parkeraðir á vegnum beint undir skeltinum við Steðgiforboð í J.C. Svabosgøtu Ferðsluruðuleiki er ofta í J.C. Svabosgøtu uttan fyri Sparikassan og Føroya Banka, og tað hevur ferðslunevndin hjá býráðnum nú gjørt nakað við Nú er ikki loyvt at steðga uttanfyri peningastovnarnar í J.C. Svabosgøtu, tí steðgiforboð er sett í gildi, sum skelti vísir. Enn eru fleiri, sum ikki vilja broyta gamlar vanar í bræði, men kanska løgreglan fer at hava eyguni við, um forboðið verður hildið Mynd: Jens Kr. Vang krossinum, sum sigur frá at her er ikki loyvt at steðga. Tað verður óivað neyðugt hjá løgregluni ella par- keringsvørinum at leggja leiðina framvið, áðrenn fólk byrja at geva forboðnum gætur. Sami trupulleiki er eisini við handilin hjá Gunleivi á Landavegnum. Munurin har er bara tann, at einki parkeringspláss er nærindis handlinum. Tá fólk skulu keypa verður bilurin eisini settur so nær handlinum sum gjørligt. Hetta er til stóran ampa fyri ferðsluna og fyri fólk, sum búgva har um leiðir, og ofta eru bilar fyri innkoyringarnar hjá fólki, hóast gular strikur eru gjørdar. Sosialurin - 311820 Fiskivinnuting Fiskivinnuting verður í Norðurlandahúsinum 20. okt. 2000 kl. 10.00. Evnið á Fiskivinnutinginum er: Flutningur sjóvegis og loftvegis – Kunnu vit fáa meira burturúr fiskivinnuni við at menna flutningskervi? Tilmelding í Vinnuhúsinum í seinasta lagi týsdagin 17. oktober 2000. Skrá: 10.00-10.10 Føroya Ráfiskakeyparfelag bjóðar vælkomin Marita Rasmussen 10.10-10.50 Hvørjar møguleikar gevur eitt betri flutningskervi Andreas F. Hansen, Føroya Fiskasøla. Páll Gregersen, Fiskavirkið í Gøtu 11.00-11.30 Uppbygging av flutningsrutu til Fjareystur Fred Frivåg, Maritex í Noregi 11.40-12.10 Uppbygging av flutningsrutu til Evropa og Amerika Petur Eiriksson, Iceland Air Cargo 12.20-13.30 Steðgur – ábit 13.30-14.30 Framtíðar flutningsmynstrið úr Føroyum Heðin Joensen, Smyril Line. Tórheðin Joensen, Skipafelagið Føroyar. Agnar Jensen, Eimskip 14.30-14.50 Flogfrakt úr Føroyum Magni Arge, Atlantic Airways 15.00-15.15 Steðgur – kaffi 15.15-16.00 Tjak 16.00 Samandráttur Orðstýrari: Helgi Jacobsen Føroya Ráfiskakeyparafelag Vinnuhúsið Tel. 311864 • Fax 317278 T-post: fag@industry.fo Fiskivinnuting varð eitt vælumtókt tiltak, sum Fiskivinnuráðið skipaði fyri í 1980 'unum, við tí endamáli at birta til tjak í føroysku fiskivinnuni. Føroya Ráfiskakeyparafelag ætlar við hesum at taka táttin uppaftur og at skipa fyri tiltøkum undir hesum heiti. Endamálið er at savna vinnuna og stimbra til tjak, vinnuni at frama.