fríggjadagur 13. oktober 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JOHN JOHANNESSEN
Landsstýrið arbeiðir av øll-
um alvi við einum nýggjum
uppleggi at leggja fyri
donsku stjórnina á samráð-
ingarfundinum 26. novem-
ber.
Men stendur tað til stóran
part av Fólkaflokkinum,
verður hetta eitt upplegg, ið
hevur møguleika fyri at fáa
undirtøku, bæði frá donsku
stjórnini og frá einum parti
av føroysku andstøðuni.
Fáa fólkið við
Í røðu síni, tá Fólkatingið í
seinastu viku varð sett,
segði Óli Breckmann, at vit
mugu finna eina góða av-
talu, sum teir tríggir fjóðr-
ingarnir av føroyingum,
sum ynskja víðkað sjálv-
stýri, taka undir við.
Eisini segði Óli Breck-
mann, at landsstýrið heilar
tríggjar ferðir hevur sam-
ráðst við stjórnina við sama
uppleggi uttan úrslit. Hetta
heldur hann vera einaferð
ov nógv.
Tí mælir Óli Breckmann
til, at landsstýrið fer til Dan-
markar at samráðast við ein-
um uppleggi til ein sátt-
mála, ið gevur Føroyum
fullveldi um nøkur ár. Hann
mælir til, at landsstýrið ar-
beiðir við at fáa evsta vald
til løgtingið á ein hátt, ið
líkist sjálvstýrisuppskotin-
um hjá Javnaðarflokkinum.
– Síðani veldst bert um
dirvið hjá landsstýrinum at
fáa blokkin trappaðan so
skjótt niður sum møguligt,
so vit fáa fullveldi so skjótt
sum møguligt, sigur Óli
Breckmann.
Lukkað land
Sosialurin hevur biðið løg-
mann um viðmerkingar til
hesa støðu, men hann vil
einki annað siga, enn at
landsstýrið arbeiðir væl og
virðiliga við at fyrireika seg
til samráðingarnar.
Heldur ikki Bjarni Djur-
holm ella Jørgen Niclassen,
ið áður eru komnir við
markantum sjónarmiðum
um fullveldisætlanina, vilja
gera stórvegis viðmerking-
ar.
Bjarni Djurholm sigur , at
hann varð skeivt endugivin
í Sosialinum, tá tíðindi her-
fyri vórðu borðin um, at
hann og Jørgen Niclassem
hildu, at kósin í fullveldis-
málinum mátti leggjast um.
Og hann leggur afturat, at
Fólkaflokkurin er samdur
um málið í fullveldisætlan-
ini, men hann vil ikki siga,
um flokkurin er samdur um,
hvussu málið skal røkkast.
– Eg kann tó enn einaferð
staðfesta tað, sum eg segði
á ólavsøku. Fullveldisætl-
anin eigur at verða koppað
á høvdið, sigur Bjrani Djur-
holm.
Jørgen Niclasen vísir eis-
ini á røðuna, hann helt í
sambandi við løgmansrøð-
una á ólavsøku. Í røðuni sig-
ur hann, at fullveldistokið
má steðga á við millum-
støðirnar, fyri at taka fólk
við.
– Tí er tokið ikki fullsett ella
í minsta lagi væl og virði-
liga hálvsett, steðgar tokið
og rutan verður niðurløgd.
– Vit í Fólkaflokkinum
mugu gera okkum greitt, at
longu á komandi samráð-
ingarfundi mugu vit allir
vísa vilja til at flyta okkum,
leggur Jørgen Niclassen
afturat.
Rúna Sivertsen og Jógvan
á Lakjuni halda tó, at vit
eiga at fáa fullveldismálið
avgreitt sum skjótast.
Hvat tað er, sum Fólka-
flokkurin vil broyta í full-
veldismálinum, ber ikki til
at fáa at vita. Men vit kunnu
staðfesta, at ein partur av
Fólkaflokkinum ynskir, at
kósin í fullveldismálinum
skal broytast, meðan ein
annar tekur undir við kósini,
sum hon er.
Røkka full-
veldinum
á annan hátt
Málið er enn tað sama, men partur av
Fólkaflokkinum vil skifta kós í fullveld-
ismálinum, fyri at koma leiðina fram
Hvat tað er, sum gongur fyri seg í Fólkaflokkinum fyri tíðina, er torført at fáa at vita. Men nógvar ábendingar eru
um, at flokkurin ikki er heilt samdur um, hvør kósin í fullveldismálinum skal vera
Mynd: Jens Kristian Vang
Sandvíkarhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008
-maskinurnar
sum halda!
• Gravmaskinur –nógv model
• Lessarar við óteljandi møguleikum!
Vælegnaðar til byggi-
virkir, entrepenørar,
bøndir, jarðarbrúk o.a.
Keyp góðsku
– keyp Bob Cat!
Sosialurin - 311820
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 197 - 13. oktober 2000
Nr. 197 - 13. oktober 2000
Sosialurin hevur spurt løg-
mann, hvat hann fer at gera
við hetta nógv umrødda mál,
nú tað letur til, at hann ikki
fær pening játtaðan til
óheftan løgfrøðing gjøgnum
eykajáttanaruppskotið.
– Fái eg ikki peningin,
havi eg ein møguleika eftir.
Tað er at fáa 13 tingmenn at
heita á løgtingið um at gera
eina løgfrøðisliga kanning
av málinum, sigur løgmaður.
Um hetta ikki eydnast,
heldur løgmaður seg ikki
hava nakað grundarlag at
taka støðu út frá. Hann held-
ur seg ikki hava nakað, ið
beinleiðis prógvar, at Helena
Dam á Neystabø hevur borið
seg skeivt at.
Innanhýsisskjøl frá em-
bætisfólkum hjá Almanna-
JOHN JOHANNESSEN
Løgmaður fær í fyrstu at-
løgu ikki tað løgfrøðisliga
grundarlagið, hann hevði
ætlað, at taka støðu út frá í
málinum um handfaringina
hjá Helenu Dam á Neystabø
av pensjónsmálinum.
Hetta er greitt, eftir at
fíggjarnevnd
løgtingsins
hevur viðgjørt eykajáttanar-
uppskotið hjá landsstýrin-
um fyri september.
Álitið hjá fíggjarnevndini
er enn ikki lagt fyri tingið.
Men Sosialurin hevur fingið
váttað frá limum í fíggjar-
nevndini, at tað er ein samd
nevnd, ið mælir løgtingin-
um frá at játta løgmanni tær
400 túsund krónurnar, ið
krevjast fyri at tað skal bera
og
Heilsumálastýrinum
siga, at Helena Dam á
Neystabø hevur verið á
kant við lógina, men tey
staðfesta ikki, at hon hevur
brotið lógina. Tí heldur
løgmaður ikki, at hesi skjøl
kunnu nýtast sum grund-
arlag.
Løgmaður hevur
ábyrgdina
Um løgmaður fær óhefta
niðurstøðu frá løgfrøðingi
sum grundarlag undir síni
støðutakan ella ei, so er tað
løgmaður, sum sambært
stýrisskipanarlógini hevur
ábyrgdina av sínum lands-
stýrismonnum.
Hetta staðfestir løgfrøð-
ingurin, sum fíggjarnevnd-
in undir viðgerðini av
eykajáttanaruppskotinum,
hevur biðið gera sær eina
løgfrøðisliga meting av
málinum.
Løgfrøðingurin, Sjúrður
Rasmussen, staðfestir í frá-
greiðing síni, at »løgmaður
ikki kann kasta ábyrgdina
frá sær við at seta ein óheft-
an serfrøðing at gera eina
niðurstøðu. Hann má sjálv-
ur gera eina niðurstøðu um
serfrøðingaúrslitið, og um
niðurstøða hansara eigur at
fáa rættarligar ella politisk-
ar avleiðingar.«
Serfrøðingaúrslitið, løg-
frøðingurin nevnir, er úr-
slitið hjá landsstýrismála-
nevndini.
Tískil liggur málið um
Helena má kannast
ókeypis
Fíggjarnevndin er samd um at mæla tinginum frá at játta løgmanni 400 túsund
krónur til at fáa ein advokat at gera eina løgfrøðisliga meting av handfaringini
hjá Helenu Dam á Neystabø av pensjónsmálinum
embætisførsluna hjá Helenu
Dam á Neystabø í seinasta
enda á herðunum hjá løg-
manni einsamøllum. Tí løg-
maður ger einsamallur av,
um hann velur at seta lands-
stýrismann frá, og tað er eis-
ini ein rein politisk meting,
um løgmaður velur at seta
ein landsstýrismann frá.
Harafturat kann løgmað-
ur sambært stýrisskipanar-
lógini verða drigin fyri
nevningating, um tað vísir
seg, at landsstýrismaður
hevur borið seg skreivt at,
og løgmaður einki hevur
gjørt við tað.
Bara bíðar
Helena Dam á Neystabø
hevur ongar ætlanir um
sjálvt at heita á løgmann um
at verða loyst úr landsstýr-
issessinum, hóast nógva
rokið, sum nú í skjótt eitt
heilt ár hevur verið um
nýggju pensjónslógina.
– Eg havi valt bert at
hyggja frameftir og leggja
mína orku í mál, sum skulu
loysast í løtuni, sigur Hel-
ena Dam á Neystabø.
Um tað fær avleiðingar
fyri samgonguna, um løg-
maður velur at siga hana úr
landsstýrissessinum, veit
Helena Dam á Neystabø
ikki.
– Hatta er ein spurningur,
sum fer at verða viðgjørdur
í flokkinum, um hann verð-
ur aktuellur, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Embætisførslan hjá Helenu Dam á Neystabø liggur nú á herðunum hjá løgmanni einsamøllum. Fíggjarnevndin mælir
løgtinginum frá at játta løgmanni pening til eina løgfrøðisliga niðurstøðu av framferðarháttinum í pensjónsmálinum
JOHN JOHANNESSEN
Útvarpshøllin er sambært
fleiri tinglimum, Sosial-
urin hevur tosað við, ov
stór til tingfundir.
Av tí, at karmarnir so
stórir, dovnar orðaskiftið
burtur í einki, halda fleiri
ting- og landsstýrismenn.
Orðaskiftið um fíggjar-
lógaruppskotið fyri 2001,
sum hol varð sett á týs-
dagin, hevur verið ógvu-
liga tamt. Hetta halda
tinglimir vera orsakað av,
at útvarpshøllin er so
mikið stór, at ikki ber til
hjá løgtinginum at fáa í
lag eitt orðaskifti, sum er
eins
intimt,
sum
orðaskiftini í tinghúsinum
Troyttir av
útvarpshøllini
Tinglimir eru farnir at troyttast av at halda
tingfundir í útvarpshøllini. Teir meta karm-
arnar vera ov stórar
Útvarpshøllin er fyri fleiri tinglimir ov stór í vavi til
tingfundir
plaga at vera.
Tá
løgtingið
19.
september helt fyrsta ting-
fundin í útvarpshøllini,
vóru fleiri tinglimir, ið
mettu útvarpshøllina vera
nógv betur egnaða til ting-
fundir, enn vanligi ting-
salurin. Sjálvur løgtings-
formaðurin var ein teirra,
ið tók undir við hesum
sjónarmiðið.
Men nú eru tinglimir
farnir at ótolnast eftir at
sleppa aftur í heimliga
tingsalin. Hetta sleppa teir
eisini um ikki so langa tíð,
tí handverkararnir, sum
eru í ferð við at skifta
klædning, vindeygu og
tak á løgtingshúsinum eru
um at verða lidnir.
til hjá løgmanni at fáa ein
løgfrøðing at meta um, í
hvønn mun Helena Dam á
Neystabø
hevur
brotið
landsins lógir í pensjóns-
málinum.
Góðtekur ikki
frágreiðingina
Landsstýrismálanevndin, ið
er amboð hjá løgtinginum
at halda eftirlit við lands-
stýrinum, viðgjørdi fyrr í ár
málið.
Men løgmaður er ónøgd-
ur við frágreiðingina frá
landsstýrismálanevndini.
Orsøkin er, at landsstýris-
málanevndin í staðin fyri at
gera eina beinleiðis niður-
støðu í málinum setir fram
nakrar spurningar, ið geva
eina ábending um, at Hel-
ena Dam á Neystabø hevur
borið seg skeivt at.
Løgmaður heldur ikki, at
hetta er nóg mikið til, at
hann kann taka eina støðu í
málinum. Tí hevur hann
biðið tingið um 400 túsund
krónur, so hann kann seta
ein óheftan løgfrøðing at
kanna, um landsstýrismað-
urin í almanna- og heilsu-
málum hevur umsitið síni
málsøki á lógligan og full-
góðan hátt.
Fylgir løgtingið tilmælin-
um frá fíggjarnevndini, fær
løgmaður onga óhefta frá-
greiðing, og má hann tí í
staðin finna aðra loysn á
málinum.
Roynir við 13
tingmonnum