Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 174 - 14. september 2005 Sunnudagin er neyð- ugt at fáa fult hjá Skála, sum fer at fáa vitjan av HB, ið leikliga hevur kós rætta vegin, meðan tað nú skal vísa seg hjá Skála, um teir megna at standa seg, hóast skaðar eru farnir at gera um seg 22. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Landskappingin setir met, hvørja ferð tað verður spælt. Undanfarin ár hevur eingin kapping verið í meiri enn átjan umfør. Sunnu- dagin var 22. umfar á skránni, og longu í annað- kvøld verður sjøtul settur á 23. umfarið. Tá skal VB spæla í Klaksvík. Sambært skipanini skuldi dysturin verið í Vági sunnudagin. Hann verður í Klaksvík, tí KÍ var í Vági á Jóansøku, og hann verður hóskvøldið, tí VB í vikuskiftinum skal til Íslands at spæla móti vinarfelagi. Vágbingar og klaksvík- ingar hava tað til felags, at teir sunnudagin fingu eitt stig burturúr, og teir hava tað til felags, at hvørki liðið á nakran hátt kann siga seg at vera leyst av niðurflyt- ingar vandanum. Um tað eydnast øðrum liðnum at fáa fult í morgin, so fer myndin at síggja minni svørt út, enn hon higartil hevur gjørt. Hvussu nógv bjartari hon verður, fer sjálvandi eisini at valdast um, hvussu tað fer at hiln- ast hjá hinum botnliðunum, tá ið tey í vikuskiftinum skulu í eldin. ÍF eigur torføra uppgávu í Gundadali móti B36, TB eigur torføra uppgávu á Eiði, og GÍ eigur torføra uppgávu, tá ið teir fara at fáa vitjan av NSÍ. Um mett verður út frá avrikunum seinastu ferðirnar, so tykist avbjóðingin hjá GÍ at vera eitt vet lættari, enn hon verður hjá TB og ÍF, men tað plagar altíð at vera sera tætt, tá ið liðini báðu megin Gøtueið dystast. TB tapti tepurt á heima- vølli fyri B36, og nú skal nógv til, áðrenn TB verður leyst av aftasta plássinum og harvið beinleiðis niður- flytingini. Tað eru fimm umfør eftir, og um tað skal eydnast TB at sleppa av aft- asta plássinum, so er neyð- ugt hjá teimum at fáa fult í tveimum umførum, uttan at næstu kappingarneytarnir fáa nakað burturúr. Skála stríðist við høvuðsstaðin Sunnudagin misti oddaliðið Skála tvey stig í kapprenn- ingini við høvuðsstaðin. Eftir tvær meiri enn hálvt miseydnaðar royndir eydn- aðist tað B36 at fáa fult móti TB, og hóast teir skinklaðu eina lítla løtu, so var heimasigurin hjá HB móti GÍ rættuliga sannfør- andi. Skálamenn roknaðu upp- gávuna í Klaksvík at vera stóra avbjóðing. Tað endaði málleyst, og hóast teir á Skála tóktust eitt sindur vónbrotnir, so var úrslitið kanska at liva við. Tað valdast um, hvussu tað næstu ferðirnar fer at hilnast hjá oddaliðnum. Skála misti sunnudagin málverjan. Vlad Filipovic sleit hælsinuna í Klaksvík. Á sama vøllinum spældi hann 17. apríl fyri fyrstu ferð við Skála. Í tí upp- gerðini fekk hann ein løst, sum leingi darvaði honum. Hann kom fyri seg aftur, og Vlad hevur verið Skála sera stinnur. Nú er spurningurin, hvussu tað fer at hilnast hjá Skála, tá ið fyrsta valið millum stólparnar er burtur. Fyrsta og sera týdningar- mikla svarið fer at fáast sunnudagin, tá ið HB fer at vitja á Skála. HB spældi størsta partin av tíðini móti GÍ væl betri, enn teir hava gjørt higartil í ár. Julian Hansen tykist ar- beiða við at endurskapa fótbóltsmentanina og har- við at pilka sparkaríið úr meistaraliðnum. Higartil í ár hevur HB staðið seg væl betri í Gundadali, enn teir hava gjørt á útivølli. HB eigur tveir útidystir eftir - um- framt á Skála skulu teir spæla í Fuglafirði - og tað verða kanska serliga úr- slitini í Eysturoy, sum fara at gera av, hvussu HB møguleikarnir fyri at vinna fjórða FM heitið á rað fara at verða. Úrslitini sunnudagin bóru við sær, at trý tey fremstu feløgini nú øll hava í sínum hondum at gera av, um tey skulu vinna FM. Tvær innanhýsis toppupp- gerðir eru eftir. Skála og HB skulu spæla sunnudag- in, og í síðsta umfarinum bresta B36 og HB saman. Um Skála ikki stendur royndina, nú teir eru so tætt at fyrsta meistaraheitinum, og nú teir hava mist týdn- ingarmikla málverjan, so verða tað havnarfeløgini, sum enn eina ferð fara at kappast um FM heitið. Tað hava havnarfeløgini vunnið fýra tey seinastu árini. Eiga besta undirhaldið NSÍ hevur so mangan verið á veg móti heiðursmerkj- um, uttan at tað hevur eydnast at fingið fatur á teimum. Sunnudagin taptu teir 5-2 á heimavølli móti EB/Streymi, og tað kendist meint. Bæði tí munurin fram til triðja plássið longdist og eisini tí, at teir mistu tvey mála leiðslu, og at avrikið staðfesti, at NSÍ í løtuni hevur stórar trupul- leikar í verjupartinum. EB/Streymur hevur longri veg til heiðursmerk- ini, enn vegurin hjá NSÍ er. Men avrikini seinastu ferð- irnar hava víst, at saman- setta liðið kanska er tað, sum er best fyri av øllum í løtuni. Teir hava móti KÍ, HB og NSÍ skorað trettan mál, og tað tykist vera tungt at steðga teimum. Spurningurin er so, um EB/Streymur framvegis fer at hava stóran leiklut í kappingini um meistara- skapin. Tað fara at teir at hava, um tað eydnast teim- um at taka stig frá B36 og Skála. Bæði oddaliðini skulu spæla á Mølini. B36 í fjórði síðsta umfarinum og Skála í næstsíðsta umfarin- um. Um Skála sunnudagin fer at fáa fult móti HB, so fara teir í kappingini við meist- araliðið at tola at tapa á Eiði, og um Skála einki fer at fáa burturúr á Eiði, so kunnu teir sjálvandi eisini vóna, at tað heldur ikki fer at eydnast B36 at fáa nakað við av Mølini. Men tað er neyvan við rokning upp á, hvussu tað við fáum tapum skal bera til at vinna FM, at odda- liðini leggja ætlanir fyri endaspurtin, sum tykist skula gerast ógvuliga tættur og spennandi. Uppskriftin er heldur at vinna meiri enn mótstøðuliðini megna. Skráin er væl skrúvað saman í ár. Í fimm teimum síðstu umførunum eru fleiri rættuliga spennandi dystir, har fremstu liðini av álvara skulu spíla seg út. Tann fyrsti av hesum slagnum verður sunnudagin, tá ið Skála í ársins dysti higartil fer at fáa vitjan av HB. Um Skála fer at fáa fult, so fara teir at verða torførir at halda burtur frá fyrsta FM heitin- um. Um HB fer at vinna, so verður talan ivaleyst um FM uppgerð millum feløgini í høvuðsstaðnum. Tað er nú, at Skála rættuliga skal standa sína roynd! Tað liggur til høgra beinið hjá høvuðsstaðnum Hóast teir ikki verða meistarar sjálvir, so fer EB/Streymur helst at hava ein týðandi leiklut, tá FM skal plaserast. EB/Streymur - sum enn ikki hevur tapt heima - fær nevnliga vitjan av bæði Skála og B36 í seinastu umførunum Mynd: Álvur Haraldsen