Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2005 23 Regn, kleyvarskapur og góður og ringur taktikkur gjørdu koyringina á Spa- Francorchamps eina annarleiðis uppliving, har eingin framleið- ari megnaði at fáa meira enn ein bil í stigini FORMEL 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Kimi Räikkönen gjørdi alt rætt, tá hann á eini vátari breyt koyrdi fremstur um málstrikuna. Vónin um heimsmeistaraheitið er tó næstan horvin, Tí odda- fiskurin í HM kappingini Fernando Alonso megnaði at fáa annað pláss. Hann hevur sostatt enn 25 stig fleiri enn Räikkönen við einans trimum koyringum eftir. Fær Räikkönen ikki fimm stig fleiri enn Alonso um tvær vikur í Brasila, er ungi spaniumaðurin yngsti heimsmeistari í formel 1 nakrantíð. Koyringin byrjaði uttan stórt hóvasták. Montoya helt fyrstu byrjunarstøðu, meðan liðfelagin Kimi Räikkönen og Jarno Trulli bardust hart um annað pláss. Renault bilurin hjá Alonso lá á fjórða plássi, undir hørðum trýsti av Michael Schumacher í Ferrari, Michael var somu- leiðis trýstur av lítlabeiggja sínum Ralf í Toyota.. BAR- Honda bilarnir við Jenson Button og Takuma Sato yvirhálaðu fleiri ferðir hvør annan áðrenn fyrst umfar var av. Trygdarbilur á breytina Formel 1 koyringin var øll somul í turrveðri, tó høvdu allir bilar valt at koyra við regndekkum, nógva regnið fyrr um morgunin, hevði gjørt breytina so váta, at tað ikki var hugsandi at royna annað. Giancarlo Fisichella upplivdi, hvussu hált tað var á breytini, tá ið hann við nógvari ferð misti tamarhaldið á bilinum, ið sorlaðist í ein dekkvegg. Fisichella hevði skift motor á bilinum leygarmorgunin, og varð sostatt fluttur aftur av triðju til trettandu byrj- unarstøðu. Í royndini at berja seg upp aftur, trýsti hann bilin eitt sindur ov nógv. Tað eina dekkið rakti málaða kantin á breytini, ið var sum gler, og Renault bilurin snaraði runt við nógvari ferð. Fisichella slapp óskaddur frá óhappinum, men trygd- arbilurin kom á breytina. Allir bilar uttan Ralf Schu- macher og Jaques Ville- neuve fóru í pitt at skifta dekk, og fáa bensin. Ralf hevði júst verið í pitt, og Villeneuve hevði sera nógv bensin í sínum Sauber Petronas. Á veg í pitt koyrdi Kimi Räikkönen sera spakuliga, soleiðis at hann seinkaði øllum bilunum, meðan McLaren-Mercedes fekk avgreitt pittsteðgin hjá Juan Pablo Montoya. Hetta gjørdi, at Räikkönen ikki var so nógv seinkaður, men eisisni at Ralf Schumacher slapp framvið øllum bil- unum upp á annað pláss. Royndu turrveðursdekk Michael Schumacher, Ta- kuma Sato, Jenson Button, David Coulthard, Mark Webber og Antonio Pizz- onia skiftu allir til turr- veðursdekk, men aftan á eitt umfar á glíðibreytini, vóru allir aftur inni í pitt- inum og skiftu aftur til regndekk. Fleiri ferðir seinni í koyringini royndu bilar at skifta til turrveðursdekk, men allir noyddust teir nakkalangir inn aftur í pitt at skifta aftur til regndekk. Ralf Schumacher avbjóðaði leingi fyrsta plássið hjá Montoya. Í eini roynd at vinnna royndi Ralf at skifta til turrveðursdekk, og rendi útav. Hann fekk bilin á breytina aftur, men noydd- ist umaftur í pitt, við hesum vóru sigursmøguleikarnir roknir. At endans skiftu Mark Webber og Ralf Schumach- er tó aftur til turrveðurs- dekk, og vunnu báðir fleiri pláss við tí. Kimi Räikkönen fór í seinasta pittstoppi framvið liðfelaganum Juan Pablo Montoya, og hansara leiðsla var ongantíð hótt eftir hetta. Árendir aftanífrá Fyri Montoya gekk verri, fýra umfør áðrenn endan gjørdist avloysarin hjá Williams Antonia Pizzonia dekan ov nærgangandi og rendi beint í bakið á McLaren bilinum hjá Mon- toya, báðir vóru noyddir at gevast. Hetta var óvanliga kleyvarligt av Pizzonia, ið var eitt heilt umfar aftan fyri kolumiumannin. Pizz- onia segði aftan á koyring- ina, at hann helt, at Mon- toya royndi at lova honum framvið, men so var ikki. Michael Schumacher bleiv eins og Montoya árendur. Takuma Sato í BAR-Honda, bremsaði ov seint, og rendi beint upp í bakið á Ferrari bilinum hjá Schumacher. Báðir noydd- ust teir at gevast. Michael Schumacher var ikki blíður, og fór yvir til bilin hjá Sato at skelda japanaran. Aftan á koyringina vórðu bæði Sato og Pizzonia revsaðir fyri óhappini. Pizzonia fekk eina bót, meðan Sato verð- ur fluttur tíggju byrjunar- støður aftur í næstu koyr- ing.. Otta ymisk lið í stigunum Við Montoya úti, var Alonso á øðrum plássi, og Jenson Button, ið gjørdi ein vørr og yvirhálaði bæði Villeneuve og Barrichello fekk triðja pláss. Koyringin gjørdist serlig á tann hátt, at einki lið fekk tveir bilar í stigini, og eitt so ósannlíkt úrslit, sum ein Jordan-Toyota í stigunum. Tað var portusiski Tiago Monteiro, ið koyrdi betur enn nakrantíð fyrr, og tryggjaði sær eitt stig. Úrslit av koyringini á Spa-Francorchamps Nr. Byrjaður Koyrari Bilslag Stig 1 2 Kimi Räikkönen McLaren-Mercedes 10 2 4 Fernando Alonso Renault 8 3 8 Jenson Button BAR- Honda 6 4 9 Mark Webber Williams-BMW 5 5 12 Rubens Barrichello Ferrari 4 6 14 Jacques Villeneuve Sauber-Petronas 3 7 5 Ralf Schumacher Toyota 2 8 19 Tiago Monteiro Jordan-Toyota 1 9 16 Christian Klien Red Bull Racing 10 7 Felipe Massa Sauber-Petronas 11 20 Narain Karthikeyan Jordan-Toyota 12 18 Christijan Albers Minardi-Cosworth 13 17 Robert Doornbos Minardi-Cosworth úti 15. Antonio Pizzonia Williams-BMW úti 1. Juan Pablo Montoya McLaren-Mercedes úti 3. Jarno Trulli Toyota úti 11. David Coulthard Red Bull Racing úti 6. Michael Schumacher Ferrari úti 10. Takuma Sato British American Racing Honda úti 13. Giancarlo Fisichella Renault Hættaðu sær ikki út í regnið Koyringin á Spa-Fran- corchamps er tiltikin regnkoyring, veðrið er sera óstøðugt í Belgia hesa ársins tíð, og hetta hevur ofta skapt spenn- ing á breytini. Sambært danska TV2, hevur bert ein av teimum seinastu 15 formel 1 koyringun- um á Spa-Francor- champs verið í turrveðri. Hetta vikuskiftið var einki undantak, við sera skiftandi veðri. Fríggjadagsvenjingin áðrenn formel 1 koyring- ina, hevði einans tríggjar luttakandi bilar, Vitan- tonio Liuzzi koyrdi í um- leið 20 sekund á breytini, áðrenn bilurin aqua plan- aði og varð smildraður móti autoverjunum, Ro- bert Doornbos í Minardi var samstundis á breyt- ini, og koyrdi spakuliga aftur í pit. Eina løtu seinni koyrdi Fernando Alonso eitt varisligt um- far. Men tað oysti niður, og nógva regnið fekk all- ar bilarnar at verða ver- andi í pittinum. Leygardagin var turt meðan tíðarkoyringin var, men løtu seinni fór at regna, og hetta ávirkaði GP2 koyringina, ið var aftan á sera nógv. Sunnumorgunin oysti niður, hetta hevði eina ógvusliga ólukku við sær, tá danski standardbil koyrarin Kurt Thiim, reyk nógvar metrar upp í luftina við sínum mini bili, bilurin bóltaði rút fleiri ferð og var full- komiliga smildraður. Thiim sjálvur fekk nøkur blá merki, men slapp annars óskalaður. Meðan sjálv koyringin var, regnaði ikki men breytin var vát. Hetta ávirkaði koyringina nógv. -nud Red Bull hava keypt Minardi Sambært almennu for- mel 1 síðuni f1.com hev- ur eysturríski drykki- framleiðarin Red Bull, keypt enn eitt formel 1 lið. Reb Bull keypti Jag- uar liðið í fjør, og liggur í løtuni á sætta plássi í formel 1 kappingini við liðnum, ið eitur Red Bull Racing. Men nú hava teir keypt Minardi frá av- stralska ríkmanninum Paul Stoddart. Red Bull sigur við f1.com, at liðini verða rikin óheft av hvørjum øðrum, og nýggja liðið verður eitt byrjunarlið, har óroyndir koyrarar fáa møguleika at royna seg. Red Bull yvirtekur raksturin av liðnum í november, tá er hetta kappingarárið av. Red Bull hevur longu almannakunngjørt, at David Coulthard og antin Christian Klien ella Vitantonia Liuzzi fara at koyra fyri Red Bull Rac- ing liðið næsta kapp- ingarár, og eftir øllum at døma fer hin at koyra í nýggja liðnum. Hitt seturi í nýggja liðnum fer amerikumaðurin Scott Speed, ið er royndarkoyr- ari hjá Red Bull Racing væntandi at fáa. Red Bull roynir í løtuni at vinna fram á amerikanska marknaðinum, og hetta kann verða eitt sera týdn- ingarmikið stig. -nud Kimi Räikkönen vann á vátari breyt HM fyri koyararar 1 Fernando Alonso 111 2 Kimi Räikkönen 86 3 Michael Schumacher 55 4 Juan-Pablo Montoya 50 5 Jarno Trulli 43 6 Giancarlo Fisichella 41 7 Ralf Schumacher 37 8 Rubens Barrichello 35 9 Jenson Button 30 10 Mark Webber 29 HM fyri lið 1 Renault F1 152 2 McLaren-Mercedes 146 3 Scuderia Ferrari 90 4 Toyota Racing 80 5 Williams-BMW 59 6 BAR Honda 31 7 Red Bull Cosworth 27 8 Sauber Petronas 17 9 Jordan Toyota 12 10 Minardi Cosworth 7 Michael Schumacher var í øðini, tá bilurin hjá BAR við Sato handan róðrið rendi á reyða Ferrari-bilin Mynd: Reuters