mikudagur 14. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
KÍ-VB
hóskvøldið
VB skal á vinavitjan hjá
íslendska Reyni um
vikuskiftið, og hevur tí
biðið um at flyta dystin í
Klaksvík til hóskvøldið
Vágbignar høvdu á
100 ára degnum í vár
vitjan av íslendska lið-
num, sum nú heldur sín
70
ára
føðingardag.
Reynir er vinafelag hjá
VB, og longu fríggja-
morgunin fer VB til Ís-
lands.
Dysturin í Klaksvík
skuldi annars uppruna-
liga verið spældur í
Vági. Men fyrr í ár játt-
aði KÍ at skifta um dyst,
tí vágbingar fegnir vildu
vera í Vági, tað viku-
skiftið, sum jóansøkan
varð spæld.
-jm
Russiskur
venjari vitjar
Havnar Fimleikafelag
fær í næstum vitjan av
russisku Polina Not-
chevnova,
sum
skal
venja kappingarfimleik-
arar innan estetiskan
fimleik
Hetta skrivar felagið á
heimasíðu sínari. Sagt
verður, at eftir at felagið
saman við Ljósinum og
Støkk tók lut á World
Wide fimleikakapping-
ini innan estetiskan fim-
leik, í Greve í maj 2005
var eingin ivi um, at
hetta var leiðin felagið
vildi fara framyvir.
Polina er kend innan
estetiskan fimleik. Hon
er 30 ára gomul og hev-
ur síðan hon var smá-
genta íðkað rútmiskan
fimleik í Russlandi.
Hon hevur verið við
til at vunnið nógv meist-
araheitir í Russlandi og
er í dag dómari til tær
altjóðu estetisku kapp-
ingarnar. Eisini hevur
hon verið venjari innan
rútmiska fimleikin i
Russlandi.
Polina hevur verið við
til at fáa tann estetiska
fimleikin til Russlands
og er í dag formaður í
Russiska sambandinum
í estetiskum fimleiki.
Saman við Lilia Moro-
zova hevur hon skrivað
eina bók um grundvenj-
ing innan estetiskan
fimleik.
Polina fer at hava
skeið í Føroyum í døg-
unum 12. sept. - 18.
sept., har stórkappingar,
rútmisku venjararnar og
stórkappingarfimleikara
rnir hjá Havnar Fim-
leikafelag verða við til
skeiðið.
Polina Notchevnova
kemur til Føroyar við
flogfari, mánadagin 12.
sept. áleið kl. 9.40 før-
oyska tíð.
-mørk
Nr. 174 • mikudagur • 14. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Kappingarnevndin
fer á fundi miku-
kvøldið at taka støðu
til tað, sum gekk fyri
seg í og eftir dystin
millum TB og B36
KÆRUVIÐGERÐ
Jákup Mørk
Hóast Kappingarnevndin
hjá FSF enn ikki hevur
viðgjørt dómarafrágreið-
ingina frá dystinum á
Sevmýri um vikuskiftið, so
var tað ein hampuliga av-
gjørdur formaður í nevnd-
ini, sum vit høvdu orðið á
mánakvøldið.
- Vit fara at hava fund um
málið mikukvøldið, so fyrr
enn tá fáa vit ikki komið
við nakrari niðurstøðu.
Men tað skal so ikki vera
nakar sum helst ivi um, at
vit taka fult undir við dóm-
arunum, tá teir siga, at
trygdarkrøvini skulu eftir-
líkast.
Soleiðis staðfestir Bjarki
Mohr alt fyri eitt, tá spurt
verður, um Kappingar-
nevndin hevur tikið støðu í
málinum.
Hann vísir eisini á, at tað
fleiri ferðir áður hava verið
trupulleikar við trygdar-
krøvunum.
- Vit hava javnan fingið
frágreiðingar frá dómarum,
sum siga krøvini ikki verða
eftirlíkað. Og vit hava eis-
ini givið nøkrum feløgum
ábreiðslur fyri hetta. Tíverri
sær tað tó út til, at hetta ikki
hevur verið nóg mikið, tí
ein hending sum tann á
Tvøroyri, eigur ikki at
koma fyri. Tað er tíbetur
sjáldan, at stemningurin er
so ógvusligur eftir ein dyst,
men tá tað er soleiðis, so
skulu júst trygdarkrøvini
forða fyri, at nakað hendir í
so máta, staðfestir hann.
Reyða kortið til
viðgerðar
Tá tosað verður um revsing
fyri hendingina, vil Bjarki
Mohr ikki siga nakað.
- Tað verður so eitt mál,
sum vit fara at viðgera á
fundinum. Men tað er einki
at ivast í, at vit fara at nýta
bæði dómarafrágreiðingina
og sjónbandaupptøkur í
okkara viðgerð, sigur hann.
Sambært
kappingar-
reglunum um fótbólt, so
eru fimm møguleikar fyri
revsing, sum FSF kann
gera nýtslu av. Hesir eru: At
geva felagnum ávarin, at
geva felagnum bót; at døma
felagið at tapa dyst, at fe-
lagið verður dømt at missa
heimavøll í ein ella fleiri
dystir ella at felagið verður
koyrt úr kappingini.
Umframt at gera av,
hvørjar avleiðingar málið
skal fáa fyri TB, so skal
Kappingarnevndin eisini
taka støðu til hendingarnar
beint undan dystarloki. Tá
fekk Jón Johannesen hjá
TB reytt kort, sum kapp-
ingarnevndin skal taka
støðu til. Men hartil verður
støða helst eisini tikin til,
hvørt teir tilburður, sum
annars fóru fram kring
reyða kortið, eisini skulu
fáa avleiðingar.
Boðini frá Fótbólts-
dómarafelagnum eru
greið eftir rokið á
Sevmýri millum TB
og B36. Teir vilja hava
trygdarreglurnar at
virka til fulnar,
áðrenn teir floyta
dystir um vikuskiftið
DÓMARAR
Jákup Mørk
Mánakvøldið hevði fót-
bóltsdómarafelagið fund,
har hendingin á Tvøroyri
serstakt stóð á skránni.
Tað, sum serliga hevði
ans í hesum, var, hendingin
eftir dystarlok, tá dómarin
var á veg inn í skiftisrúmið.
Her staðfesta reglurnar púr-
asta greitt, at ein trygdar-
geiri skal gerast, soleiðis at
áskoðarar ikki kunnu koma
nær dómaranum, men tað
sluppu tey á Tvøroyri. Úr-
slitið varð, at dómarin varð
bæði sligin og sparkaður,
og tað er ikki nakað, sum
dómararnir vilja finna seg
í.
Trupulleikar eftir
dystin
Trygdarreglurnar
vórðu
settar í gildi fyri nøkrum
árum síðani, eftir at ein
linjuverji varð sligin í
búkin í hálvleikssteðginum
í einum dysti í Klaksvík. Ta
ferðina var um reppið, at
talan gjørdist um veruligt
dómaraverkfall, tí dómarar-
nir vildu ikki døma aftur,
uttan at FSF hevði sett til-
tøk í verk.
Síðani tá hava reglurnar
verið til, men tað er tó langt
ífrá altíð, at hesar verða
hildnar. Í blaðnum í gjár
staðfesti Dagfinn Olsen,
formaður í Dómarafelag-
num, at tað bara eru nøkur
feløg, sum veruliga liva
upp til krøvini.
Og ein annar trupulleiki
tykist eisini at vera. Tað er
nevnliga so, at dómararnir
hava heimild til at nokta
fyri at døma, um trygdin
ikki er í lag. Men fleiri
ferðir er tað so, at trygdar-
krøvini verða fylgd undan
dystinum - soleiðis at
trygdarumboð er til staðar,
tá dómarin kemur v.m. - og
tí setir dómarin dystin í
gongd. Men tá dysturin so
er lokin, og dómarin skal
fylgjast av vøllinum, er
eingin at fylgja teimum út.
Sum skilst, so var tað eisini
júst hetta, sum hendi á
Tvøroyri um vikuskiftið.
Tað er millum annað
hetta, sum dómararnir nú
vilja hava í rættlag. Og tí er
útmeldingin, at teir nú vilja
hava trygd fyri trygdini,
áðrenn farið verður undir
dómaragerningin aftur.
FSF stuðlar dómarunum
Vilja hava trygd fyri trygdini
Dagfinn Olsen, sum dømdi dystin á Sevmýri sunnudagin, er eisini formaður í Dómarafelagnum. Og har vilja tey hava greið boð
um, at feløgini framyvir fara at halda seg til ásettu trygdarkrøvini
Mynd: Álvur Haraldsen