Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-14, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 14. september 2005 21 Valið í Týsklandi skapar óvissu Dollarin viknaði nógv seinastu vikuna av tí neyðstøðu, sum melduródnin Katrina setti USA í. Men nógv er longu vunnið inn aftur. Ikki tí at støðan í USA er batnað nakað serligt, heldur tí politisk óvissa ræður um úrslitið av valinum í Týsklandi. Børs-fólk vænta, at valúrslitið verður óklárt, so eingin av teim stóru flokkunum, SPD ella CDU, kunnu gjøgnumføra ein reinan politik, sum fær búskapin á føtur aftur. Í løtuni bendir nógv á, at ein "Grosse Koalition" verður gjørd aftaná valið, og óklárt er hvør politikkurin so verður. Danske Bank hevur í "Outlook" frá 8. september sett vónirnar um búskaparliga framgongd í heiminum niður. Orsøkin er í fyrsta lagi teir høgu olju- og benzinprísirnir, sum fingu eitt eika spark uppeftir aftaná melduródnina Katrina fyri 2 vikum síðani. Danske bank metir nú, at vøksturin í 4. kvartali í USA verður null, men eisini Europa verður negativt ávirkað. Um møguligu politisku støðuna í Týsklandi skrivar Danske Bank: "Sandsynligvis skal Tyskland ledes af en stor koalition mellem SPD og CDU. Dette er ikke umiddelbart positivt for euroen, da det efterlader Tyskland med en temmelig mudret politisk situation." num helst at minka oljuøkir kunnu møguliga finnast. • Oljukeldurnar í Mið- eystri kunnu vera væl størri enn alment er boð- að frá. • USA og onnur lond kunnu seta krøv um størri orku-effektivitet, eitt nú at bilar skulu koyra fleiri km/litur • Óvæntaðar teknologiskar innovatiónir (nýskapanir) kunnu broyta støðuna til tað betra. Hin vegin eru eisini møgu- leikar fyri einari versnandi støðu, um • Politiskur óstabilitetur í oljuframleiðandi londum kann minka um leverans- urnar • Miðeysturkeldurnar vísa seg at vera minni enn alment er kent • Um arbeiði við at finna avloysarar fyri oljuork- una (alternativa orku) ikki kemur í gongd, ella brúkiligar loysnir vera funnar The Big Rollover At enda skal ein samlað mynd verða givin, sum á leið vísir, hvussu frægastu metingar ætla um fram- tíðina. Mynd 2 vísir tað, sum í olju-málinum kallast "The Big Rollover" ella tað stóra umskifti, har myndin skiftir frá at vísa eina støðugt vaksandi framleiðslu, til stagnatión og so afturgongd. Heimsframleiðslan fekk tvey týðulig høgg í 70-un- um, tá báðar oljukreppur- nar minkaðu um fram- leiðslu. Henda framskriv- ing (byggir á Magoon) væntar eitt topp-punkt longu áðrenn 2010, og so eitt fall. Hini lond og økir, sum eru við á myndini, skulu vísa, at nøkur olju- framleiðandi økir longu eru farin um umskiftispunktið. USA hevði maximum longu í 1970, víst undir A. Sovjetsamveldið og seinni Rusland og onnur SNG-lond komu í hæddina í 1980-unum, undir B. Bretland og Norge, sum framleiða mestu oljuna í Norðsjónum fara at fáa minkandi framleiðslu í nærmastu framtíð. Einasta øki, sum enn hevur keldur til økta fram- leiðslu, er Miðeystur, har Saudi Arabia, Iran, Irak og Kuwait sita á oljuríkidøm- inum. Tí er hetta øki "áhugavert" hjá øllum stór- veldunum: USA, ES, Rus- land, Kina og India, sum øll royna at tryggja sær olju- veitingar so leingi sum gjørligt. Geopolitisk áhugamál hjá nógvum leikarum fara bresta saman í Persiska gulfinum. Keldur: Les Mangoon: Are we running out of Oil (www.hubbertpeak.com/magoon) R. Hirsch, R. Bezdek, R. Wendling: Peaking Oil Prodiction: Sooner Rather than Later .(www.issues.org/issues/21.3/hirs ch.html) Norges olieeventyr nærmer sig enden. DR 10.sept 05 (www.dr.dk/Nyheder/Udland/200 5/09/10/140426.htm) Energy Information Administration: International Petroleum Monthly (www.eia.doe.gov/ameu/ipsr/t44.xls) Dollars fyri eina Euro 1. November 2004 - 12. september 2005 1,18 1,2 1,22 1,24 1,26 1,28 1,3 1,32 1,34 1,36 01-nov-04 02-dec-04 02-jan-05 02-feb-05 05-mar-05 05-apr-05 06-maj-05 06-jun-05 07-jul-05 07-aug-05 07-sep-05 RG-2005 Kelda:ECB Gongur kurvan upp, styrkist Euro: € Gongur hon niður, styrkist Dollar: $ OLJA Jan Müller jan@sosialurin.fo Føroya oljufelagið At- lants Kolvetni skrivaði av álvara søgu týsdagin 13. september. Tá fór felagið eftir ætlan saman við øðrum oljufeløgum at bora ein avmarkingar- brunn í írska havinum. Talan er um West-Lennox fundið, sum føroyska felagið herfyri keypti ein part av. Høgi oljuprísurin hevur skundað undir hesa boringina. Brunnurin verður boraður av Noble Lynda Bossler og er tað Challenger Minerals, sum er fyristøðufelag. Kostnaðurin av brunnin- um er umleið 60 mill. kr. Tað fer at taka teimum 18 dagar at bora og rokna tey hjá Atlants Kolvetni, at úrslitið av boriningi verður kunngjørt skamt eftir tað. Um úrslitið verður so positivt, sum tað verður hildið, so fer fyrsta oljan á marknaðin í seinnu helvt av 2006. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlants Kolvetni sigur, at tey eru sera fegin um, at tað nú verður bor- að á hesum spennandi feltinum. –Vit eru sera bjartskygdir um, at hesin brunnurin fer at prógva, at fundið er enn størri enn mett, soleiðis at farið kann verða undir at byggja út feltið. Atlants Kolvetni eigur 25% í West Lennox fundinum. Hini feløgini eru Chall- enger Minerals við 35%, DYAS UK 20% og First Oil Expro 20%. Fundið er í eystara parti av írska havinum. Eftir velduga uppsvingið í farnu viku, var talan aftur um kurshækkan hjá Atlantic Petroleum hesa vikuna. Vøksturin hesa ferð var tó ikki eins ógv- usligur, men við einum virði, sum nú aftur er komið á 385, er felagið nú aftur eins áhugavert, sum tað var fyrsta dagin, ið tað kom á marknaðin. Tað er helst framhald- andi høgi oljuprísurin, sum er atvoldin til hetta. Prísurin á ráolju er annars lækkaður nakað, síðani neyðgoymslurnar vórðu opnaðar, men tað er eyð- sæð, at hesar neyð- goymslur ikki eru nøkur varandi loysn. Og tí er verða virðisbrøv í oljufe- løgum framvegis virðis- sett rættiliga høg. -mørk Atlantic Petroleum borar Met-kursir Myndin vísur gongdina í prísinum og umsetningi á Atlantic Petroleum partabrøvum síðan byrjan 15/6-05 Kelda: www.vmf.fo & www.icex.is Fyri sættu fer verður ár- sins virki valt á vinnu- degnum. Júst kjósanin av ársins virki er kjarnin í tiltakinum, og restin av vinnudegnum er so at siga karmarnir rundan um at eitt virki fær henda heiður. Tá farið var undir til- takið í 1999, var enda- málið við hesari kapping at menna vinnuligan hug- burð og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndug- leikunum og vanliga borgarinum. Tey fimm undanfarnu árini eru fimm vinnarar funnir. Tann fyrsti var Havsbrún, og síðani komu Tórshavnar Skip- asmiðja, Vónin, Vaðhorn og Reyni-Service. Hvat eyðkennir so hesi virkir? Staðfestast kann at talan er um sterk og vælrikin feløg, ið hava víst fíggjarliga góð úrslit. Júst hetta er eitt av met- ingarstøðinum, sum dómsnevndin skal halda seg til, tí í reglunum stendur at "virkið skal hava verið støðugt/vaks- andi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini." Men samstundis er dentur lagdur á, at virkini skulu hava víst framfýsni innan ávíst økið. Í reglu- gerðini verður staðfest at "virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vørumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur". Í grundgeving síni fyri at valið fall á júst hetta virki, hevur dómsnevndin hvørt ár greitt frá hví mett verður at hetta virki skærar framúr. Eitt nú vóru týðandi orsøkir at velja Vaðhorn Seafodd og Reyni-Ser- vice tey bæði seinnu árini ikki bara fíggjarligu úr- slitini. Her varð denturin millum annað lagdur á ynski og førleikan hjá virkjunum at laga seg eftir kundanum. www.industry.fo Ársins virki skal kjósast