hósdagur 15. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 175 - 15. september 2005
Lasse Gustavson
byrjaði sum sløkki-
liðsmaður. Eftir at
hava verið deyðan-
um nær í arbeiði
sínum, ferðast hann
kring heimin við
fyrilestri, hann kall-
ar: Gjøgnum eldin.
Tínir tankar – tínir
møguleikar!
FUNDUR
Snorri Brend
Klaksvík: Mikukvøldið í
næstu viku fáa norðingar
og onnur áhugað eitt
serstakt høvi at hitta ein
sløkkiliðsmann við ser-
stakari søgu.
Talan er um svian Lasse
Gustavson, sum í 1981
kom út fyri eini stórari
vanlukku í arbeiði sínum
sum sløkkiliðsmaður.
Hann rendi seg inn í ein
stóran gassleka, sum førdi
við
sær
eina
sterka
spreinging. Starvsfelagi
hansara lat lív og sjálvur
varð Lasse sera illa brend-
ur.
Hesin
fyrrverandi
sløkkiliðsmaðurin
ikki
bert yvirlivdi. Hann livir í
dag eitt virðismikið lív,
sjálvt um hann mátti
ígjøgnum ár við viðgerð
fyri skaðarnar hann fekk.
Hann ferðast nú kring
heimin fyri at greiða frá
sínum lívi.
- Og tað er hesa ótrú-
ligu søguna, sum føroy-
ingar nú fáa høvið til at
hoyra, sigur stigtakarin,
Hans
Eiler
Hammer,
prestur í Klaksvík.
Yvirlivdi og livir
Í 1981 fór Lasse Gustav-
son spentur til verka sum
nýútbúgvin
sløkkiliðs-
maður.
Hann hevði bert arbeitt
í eina viku tá sløkkibilur
hansara koyrdi seg inn í
ein stóran gassleka. 20
tons
av
propangassi
sprongdust, og broyttist
eftir fáum sekundum til
1000 oyðileggjandi og
drepandi hitastig!
Hárið, húðin, oyruni,
fingararnir. Alt brendist
hjá Lassa! Men Lasse
skuldi ikki doyggja henda
dagin. Hann rann ígjøg-
num eldin og yvirlivdi
vanlukkuna!
Hesar upplivingarnar
vil hann fegin greiða
øðrum frá, og tí ferðast
hann nú kring heimin við
einum fyrilestri, hann
kallar: Gjøgnum eldin –
tínir tankar, tínir møgu-
leikar!
- Hetta er ein sera rám-
andi og sigandi fyrilestur
um at síggja seg sjálvan í
spegili. Um at góðtaka tað
sum er hent. Um ikki bert
at yvirliva, men at liva,
sigur Hans Eiler.
Í sjálvari vanlukkuni
doyði starvsfelagi hansara
Leif. Tí tosar Lasse nógv
um munin millum at liva
og at yvirliva. Hetta er tí
eitt ógloymandi skeið.
Fyrilesturin hjá Lasse
Gustavson hevur fingið
eina sera góða móttøku
bæði í Kina, Australia og
India. Í Svøríki, Noregi
og USA hevur hann hildi
fyrilestur fyri fullsettum
Mentunnarhøllum.
- Tað var sum at fáa
eina heilsan heim-
anífrá, tí vit sóu eina
føroyska bingju á
vegnum millum Dar
es Salaam og Zambia,
sigur Peter O. K.
Olofson, fyrrverndi
prestur í Fuglafirði
FØROYSK BINGJA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sosialurin hevur fingið
eina heilsan úr Tansania.
Heilsanin er frá Anne-Lene
og Petur O. K. Olofson,
fyrrverandi prestahjúnini í
Fuglafirði. Tey búgva nú í
Mbeya, sum er ein av
teimum størru býunum við
tann stóra landavegin, sum
gongur frá havnarbýnum
Dar es Salaam til Zambia.
Á hesum vegastrekkið
eru nógv parkeringspláss,
har
stórir
bingjubilar
steðga, so førararnir kunnu
hvíla seg.
- Vit eru so vón við at
síggja
búmerkið
hjá
Mærsk, ta so kendu stjørn-
ina, og tá leita tankar okk-
ara norðureftir. Men í dag
hvukku vit rættuliga við, tá
Anne-Lena brádliga sá, at
har var ein lastbilur við eini
bingju við Merkinum á,
greiðir Peter O. K. Olofson
frá.
Tey mátti hyggja nærri og
fáa tikið nakrar myndir.
- Hetta var sum ein
heilsan norðanífrá, sigur
Peter Olofson.
Tey royndu at fregnast
nærri, men tá bilførarin
ikki var til staðar, so funnu
tey ikki útav, hvat var í
bingjuni - men tey halda, at
hann var á veg til Zambia.
Um onkur veit meira at
siga um hetta, sigið endi-
liga frá!
Í hesum døgum er
Summarleiðin hjá
útvarpinum í Íslandi.
Í gjár stukku teir inn
á gólvið á Bessastøð-
um hjá forseta Ís-
lands, Ólavi Ragnar
Grímsson
SUMMARLEIÐIN
- Vit fingu eitt gott prát,
sum vardi í hálvan annan
tíma, sigur Elis Poulsen,
útvarpsvertur.
Elis sigur, at forsetin var
ógvuliga positivur, tá teir
tosaðu um Føroyar.
- Vit spurdu hann, um
hann hevði hug at vitja
aftur í Føroyum, og tá svar-
aði hann ógvuliga av-
gjørdur, at Føroyar var eitt
av teimum londunum, sum
liggja honum nærmast at
hjartanum at koma at vitja.
- Og hvør veit, um ikki
vit hoyra ein fittan part av
samrøðuni við íslendska
forsetan
í
útvarpinum
seinni í vetur, spyr Elis
Poulsen.
Elis Poulsen hevur búð
nógv í Íslandi. Í 1964 flutti
hann til Íslands saman við
foreldrunum, og var har til
1971. Seinni fór hann yvir-
aftur at læra til úrtagarðs-
mann, so Elis er væl kunn-
ugur við íslendska málið og
viðurskifti annars. Elis
greiðir eisini Sosialinum
frá, at Útvarp Føroya var
fyrsti útlendski fjølmiðlin,
ið
hitti
Ólav
Ragnar
Grímsson eftir at hann varð
valdur fyrstu ferð - júst tí
Elis hevði so gott samband
við fólkini kring forsetan.
Tað
er
systir
Elis,
Marentza Poulsen, sum
hevur verið bilførari og
hjálpt útvarpsmanningini
annars í Íslandi.
Føroyska bingjan í
Tansania, sum Peter
O. K. Olofson sendi
okkum myndir av, er
ikki føroysk. Saf-
marine er eitt Suður-
afrikanskt reiðarí,
sum Mærsk keypti
fyri nøkurm árum
síðani
FØROYSK BINGJA
Eirikur Lindenskov
Fáar minuttir eftir at grein-
in um »føroysku bingjuna í
Tansania« kom á Portalin,
fór telefonin at kima.
Fisher Johannesen úr
Klaksvík greiðir okkum
frá, at Safmarine er eitt
gamalt
suðurafrikanskt
reiðarí. Hann veit ikki
nevyt at siga, hvussu gam-
alt tað er, men kanska frá
fyrra aldamótinum.
- Hatta er tað gamla bú-
merkið hjá teimum, og tað
átøkt okkara flaggi, sigur
Fisher, sum leggur afturat,
at eitt nú enska bjarg-
ingarfelagið, RNLI eisini
hevur føroyska flaggið sum
búmerki.
Suðurafrikanska reiðaríið
hevur føroyska Merkið sum
búmerki - ella rættari,
kanska vit hava teirra bú-
merki sum merki, tí
Safmarine er eldri enn
okkara flagg...
Mynd: Peter O. K. Olofson
Ein føroysk bingja í Tansania
Anne-Lene Olofson við bingju við »føroyska« flagginum, sum tey møttu í Tansania. Bingjan er
kortini úr Suðurafrika. Reiðaríið Safmarine er eitt gamalt suðurafrikanskt reiðarí, sum Mærsk
Group keypti fyri nøkrum árum síðani
Mynd: Peter O. K. Olofson
Heilsanin til Olofson kom úr Suðurafrika!
Summarleiðin vitjaði Ólav Ragnar Grímsson
Yvirlivdi spreinging
og livir eitt ríkt lív
Hóast hann ikki sær so
tespiligur út, so livir Lasse
Gustavsson eitt ríkt lív
Útvarpsmanningin á
Summarleiðini, Øssur
Egholm, Finnur Hansen,
Marentza Poulsen, systir Elis,
Ólavur Ragnar Grímsson,
Elis Poulsen og Kári Sólstein