hósdagur 15. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2005
3
Seinasti
gesturin
í ár
261 metra langa Sea
Princess, sum miku-
dagin var á Havnini,
er seinasta útlendska
ferðamannaskipið,
sum vitjar høvuðs-
staðin í ár
VITJAN
Jákup Mørk
Tað kann illa sigast annað,
enn at punktum fyri ferða-
mannaárinum verður sett
við manér, nú Sea Princess
vitjar. Skipið, sum er skrá-
sett á Bermuda, men sum
hevur amerikanskt reiðarí,
er uttan iva millum størstu
førini, sum yvir høvur
sleppa inn um molan.
Umborð eru allir hugs-
andi hentleikar hjá teimum
1.919 ferðafólkunum. Og
við 878 starvsfólkum at
tæna teimum, skuldi tæn-
astan eisini verið í lagi.
Undan ferðini til Føroya,
hava hesi verið eitt legg í
Dublin, og nú gongur leiðin
so til Reykjavík og Nuuk,
áðrenn kósin at enda verður
sett móti Kanada, áðrenn
siglt verður suður eftir fram
við amerikonsku strondini.
Tað er Skipafelagið, sum
umboðar skipið her í Før-
oyum, og har verður eisini
staðfest, at nógv størri skip
enn hetta sleppa illa inn á
Havnina.
- Hetta skipið stingur 8,2
metrar, og tað er heilt av-
gjørt móti markinum, sigur
Halgir Dahl Olesen á
Skipafelagnum.
Men verður talan um
nógvan vind. Er so nakar
møguleiki hjá einum slíkum
skipi at sleppa útaftur?
- Tað skuldi ikki verið
nakar trupulleiki. Teir hava
eina øgiliga maskinu við
kraftmiklum bóvskrúvum.
So tað skal vilja heilt illa
til, um tað ikki skal rigga,
heldur Halgir.
P/F Wenzel søkir eftir lærlingi
til mekaniska verkstaðin.
Lærlingur
P/F WENZEL
Um tú ynskir eina framtíð saman við okkum, er tú vælkomin at senda eina
skrivliga umsókn til
Att: Herolvur Hansen
Eisini er møguligt at telduposta umsóknina til: hh@wenzel.fo
P/F Wenzel
Postboks 3043
110 Tórshavn
Akranesgøta 5
Tórshavn
Tel 354500
P/F
Wenzel
leggur
stóran
dent
á
kundanøgdsemi,
og
tí
ynskja
vit
nærlagni og álit frá umsøkjarunum. Vit
seta stór krøv til starvsfólki, men kunnu
eisini veita eitt gott og varandi arbeiði
undir skipaðum viðurskiftum í góðum
arbeiðsumhvørvi, har tað er umráðandi,
at starvsfólki trívist.
Ávís førleikakrøv eru ikki beinleiðis
neyðug,
men
fyrimunir
eru
um
viðkomandi
hevur
S.I.T.
(Støðis-
útbúgving innan tøkni) og koyrikort
til persónbil.
Møguligar
umsóknir
skulu
verða
okkum í hendi innan 27. sept. 2005.
www.wenzel.fo
Krúnprinsessan ligg-
ur á Ríkissjúkrahús-
inum til eygleiðingar,
og Hoffið hevur av-
lýst hennara luttøku í
øllum tiltøkum næstu
seks vikurnar
KRÚNARVINGUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Krúnprinsessa Mary varð
týskvøldið innløgd á Ríkis-
sjúkrahúsið við verkum.
Krúnprinsessan er sett at
eiga um seks vikur, men í
gjárkvøldið trekti lívmóð-
urin seg saman. Hetta er
vanligt hjá kvinnum í tíðini
áðrenn tær eiga, og talan
kann vera um plukk verkir,
men møguliga eisini um at
føðingin spakuliga er farin
í gongd.
Mary er í løtuni innløgd á
ríkissjúkrahúsið til eygleið-
ing, men heilsustøðan er
stabil, sigur professor Bent
Ottesen av Ríkissjúkrahús-
inum í tíðindaskrivi frá
Hoffinum. Í tíðindaskrivin-
um verður eisini at sagt, at
krúnprinsurin hevur sitið
við liðina á prinsessini alla
náttina, men er farin til ar-
beiðis í morgun.
Hoffið hevur avlýst lut-
tøkuna hjá Mary í øllum til-
tøkum, sum vóru á skránni
næstu seks vikurnar.
Barnið er nú 34 vikur, og
átti sambært læknanum
Jerk W. Langer í danska
tíðindablaðnum BT ikki at
havt nakrar trupulleikar við
at yvirliva, um prinsessan
átti í dag. Barnið verður
ivaleyst eitt sindur lítið,
men hetta átti ikki at havt
nakar varðandi avleiðingar.
Mary innløgd
við verkum
Við sinum 261 metrum tekur Sea
Princess at kalla allan molan, nú hon
liggur við bryggju í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang
Sea Princess
Eigari: Princess Cruises
Heimstaður: Hamilton, Bermuda
Longd: 261 metrar
Breidd: 32,3 metrar
Stingur: 8,2 metrar
Bruttotonnaga: 77.499 tons
Nettotonnaga: 44.202 tons
FAKTA