Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 175 - 15. september 2005 Meira pengar í Landsbankanum Gjaldførið hjá lands- kassanum var í august mánaði betur, enn tað hevur verið seinasta árið. Í miðal var inni- standandi í Landsbanka Føroya í august mánaði 1.667 milliónir krónur. Í hesum árinum hevur gjaldførið verið niðri á 1.258 milliónum og vent, men seinastu tríggjar mánaðirnar er gjaldførið batnað mun- andi. Orsøkin er fyrst og fremst, at landsstýrið í juni mánaði tók eitt lán á 430 milliónir krónur. Hetta lán var tikið tá fyri at tryggja sær góða rentu, og lánið skal brúkast til at rinda lán, sum fellur til gjaldingar tann 24. november. Tá fellur gjaldførið hjá landskassanum við 350 milliónum krónum. Kravið til gjaldførið hjá landskassanum er, at 15 prosent av BTÚ skulu standa inni í Landsbankanum, og tað svarar í løtuni til 1.500 milliónir. Tá ið gjaldførið fer niður um hetta, kann landskassin útgeva lán fyri at bøta uppfylla kravið um minstainnlán í Lands- bankanum. Í løtuni er kredittvirði hjá Føroy- um gott, og tí er eingin trupulleiki at fáa lán til gjaldførið hjá lands- kassanum. Gjaldførið hjá lands- kassanum í august var tað frægasta síðani mai mánað í fjør. ek Vakrasti urta- garður kjósast Fríggjadagin fer Klaks- víkar kommuna at kjósa vakrasta urta- garðin í kommununi. Tað er mentanarnevnd- in hjá býráðnum, sum hevur tikið uppaftur til- takið at finna vakrasta urtagarð í Klaksvík. Ein bólkur við Gunvá við Keldu, Karl Hera Joensen og Hans Hjalta Skaale hevur gjørt av, hvør vakrasti urtagarð- ur er, og fríggjadagin verður tað avdúkað fyri almenninginum, hvør hesin urtagarðurin er. Tríggir borgarar í Klaksvík hava fingið at vita, at teirra urtagarð- ur telist millum tríggjar teir vakrastu í býnum, og á móttøku í Bý- ráðshøllini fríggjdagin verður avdúkað, hvør teirra skal heiðrast sum tann vakrasti í ár. ek 21 fólk hjá Strand- ferðsluni hava fingið at vita, at tey verða søgd úr starvi, tá ið Leirvíksfjarðaleiðin verður løgd niður næsta ár STRANDFERÐSLAN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Næsta summar verður koyrandi undir Leirvíks- fjørð, og tá verður eisini Leirvíksfjarðaleiðin hjá Strandferðsluni løgd niður. Leiðslan á Strandferðsl- uni hevur nú sent ætlanar- skriv um uppsøgn til 21 fólk, sum sigla við Dúgv- uni og Sam. – Í dag sigla bæði Dúgv- an, sum hevur tríggjar manningar, og Sam, sum hevur tvær manningar, á leiðini. Tá tunnilin letur upp er bert neyðugt við hálvari aðru manning um- borð á Sam, sum kemur at sigla millum Syðradal og Klaksvík, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. – Strandferðslan hevur ikki møguleika at flyta fólkini í annað starv, og ein avleiðing av hesum er, at 21 fólk á Oyggjaleiðum hava fingið skriv um ætlaðu uppsøgn. Norðoyatunnilin skal eft- ir upprunaligu ætlanini lata upp um hálvan august næsta ár, men tað eru góð útlit fyri, at upplatingin kann verða nakað fyrri – helst í mai mánaði. Hvørja ávirkan fær tað fyri fólkið á smá- plássum, um flutn- ingsskyldan verður avtikin, spyr Kári P. Højgaard landsstýris- mannin, nú avgjørt er at privatisera Farma- leiðir og avtaka flutningsskylduna POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Sambært tíðindunum í Útvarpi Føroya týsdagin 30. august resta enn nøkur viðurskifti, áðrenn klárt er at einskilja Farmaleiðir. Samstundis váttaði Jógvan við Keldu landstýrismaður sambært tíðindasendingini, at eingin skylda verður at koyra til smáplássini. Hetta hevur fingið løg- tingsmannin hjá Sjálv- stýrisflokkinum, Kára P. Højgaard at seta Jógvani við Keldu, landsstýris- manni við ábyrgd fyri Strandferðsluni fyrispurn- ing um hesi viðurskiftini. Fólka stúra Kári P. Højgaard sigur, at tíðindi sum hesi loypa ekka á fólk og spurningurin verður altíð. »Hvussu kem- ur hetta at ávirka tey fólk, sum ikki búgva í miðøkin- um?« – Sum er ber til fyri rímu- ligan pening at flyta fisk frá uppboðsølu norðanfjørðs til virkingar í t. d. Sandoy ella Suðuroy; sama er sjálv- sagt eisini galdandi hin- vegin. – Hvussu kemur einskilj- ingin av Farmaleiðum at ávirka fiskaflutningin frá uppboðsølum til framleið- ara og avskipingarhavn, spyr Kári P. Højgaard. Ávirkan Hann spyr eisini, hvørja ávirkan heldur landstýris- maðurin, at tað fær fyri fólkið á smáplássum, um flutningskyldan verður avtikin; og verða ætlaðu broytingarnar samskipaðar og gjørdar í samráð við landstýrismannin í vinnu- málum, ið varðar av Post- verkinum. Eisini spyr Kári P. Høj- gaard um nøkur loysn er funnin viðvíkjandi olju- flutninginum til útoyggjar í tunnum. Tað skuldi atkvøðast um fyrispurningin í løgting- inum seinnapartin í gjár. Í gjár var 14. sep- tember, og formaður- in í Tjóðveldisflokk- inum nýtti høvi til at spyrja skúlalærarar og skúlaleiðslur um fólkatkvøðan í 1946 verður viðgjørd í fólkaskúlanum og miðnámsskúlanum. Hann heldur, at tað ber til at læra nógv um fólkaræðið við at viðgera fólkaatkvøð- una 14. SEPTEMBER Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo 14. september í 1946 at- kvøddu føroyingar fyri loysing frá danska ríkinum, men úrslitið av fólkaat- kvøðuni var ongantíð sett í gildi. Hesa hending heldur for- maðurin í Tjóðveldisflokk- inum vera góða til at læra um fólkaræðið í fólkaskúl- anum og í miðnámsskúlun- um. Í einum opnum brævi til lærarar og skúlaleiðslur spyr Høgni Hoydal, hvussu fólkaatkvøðan í 1946 verð- ur viðgjørd í skúlunum. – Tá ið eg sjálvur gekk í fólkaskúla, hoyrdu vit einki um fólkaatkvøðuna, og tað var ikki fyrr enn eg kom í miðnámsskúla sum 19 ára gamal, at vit viðgjørdi evnið. Eg rokni við, at nógv er broytt í fólkaskúlanum, síðani eg gekk har, men eg kundi hugsa mær at fingið at vita, um tað verður und- irvíst um fólkaatkvøðuna í skúlunum, sigur Høgni Hoydal. Skal ikki gerast tabu Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum heldur, at parta- politikkur eigur ikki at forða fyri, at fólkaatkvøðan verður tikin fram í fólka- skúlanum og í miðnáms- skúlunum. – Nógv halda, at tað kann gerast ov partapolitiskt at taka eitt slíkt evni upp, men tað er eftir míni bestu sann- føring ein undanførsla, sum ikki hevur hald í veruleik- anum, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at tað ber til at viðgera málið kritiskt og royna at lýsa allar tættir í hendingini. – Tað er eingin orsøk til at fjala eina so týdningar- mikla hending og gera hana til eitt tabu. Vit eiga heldur at brúka hana til at læra um fólkaræðið. Høgni Hoydal hevur ikki stílað sín fyrispurning til nakran ávísan persón, men hann vónar at fáa eitt svar. – Eg vóni, at onkur lærari ella skúlastjóri vil svara mær, so vit kunnu fáa eina hóming av, hvussu fólkaat- kvøðan verður viðgjørd í skúlunum, sigur hann. Strandferðslan koyrir fólk í land Tá ið Norðoyatunnilin letur upp, fer farleiðin um Leirvíksfjørð samstundis í søguni. Tað kostar 21 fólkum hjá Strandferðsluni starvið Kunnu læra um fólkaræðið gjøgnum fólkaatkvøðuna – Tað er eingin orsøk til at fjala eina so týdningarmikla hending og gera hana til eitt tabu. Vit eiga heldur at brúka hana til at læra um fólkaræðið, sigur Høgni Hoydal um fólkaatkvøðuna 14. september í 1946 Fólk á útoyggj stúra fyri einskiljing