hósdagur 15. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2005
5
Nútíðar samskifti
við kristnari
lívshugsjón
Sørvágur: Hevur nútíðar
samskifti og kristin lívs-
hugsjón nakað við hvørt
annað at gera?!
- Jú, siga samskiparar-
nir av einum serstøkum
Teleios-skeiði - hjúnini
Elsa og Tummas í Garði -
sum verður hildið í missi-
ónshúsinum í Sørvági
seinast í oktober mánaði.
Teleios er navnið á eini
skeiðsrøð, sum byggir á
eina samanrenning av nú-
tíðar samskiftissálarfrøði
og teirri kristnu lívshug-
sjónini. Skeiðið miðar eft-
ir at geva luttakarunum
eina betri fatan av teimum
viðurskiftum, sum ávirka
samskifti teirra við
onnur.
Endamálið við skeiðn-
um er tí at læra luttakarar-
nar, hvussu ein lurtar eftir
og hjálpir øðrum uttan
sjálvur at gerast útbrend-
ur. Dentur verður eisini
lagdur á at uppliva sunnar
relasjónir við familju,
vinir, starvsfelagar og
samkomur.
Kostnaðurin fyri hetta
vikuskiftisskeiðið, sum
verður 21. til 23. oktober,
er 700 kr. Tekning fer
fram hjá stigtakarunum.
sb.
Vestmanna: Ein reglu-
gerð er nú gjørd fyri tyrl-
urnar, tá tær eru í ar-
beiðsørindum
í
Vest-
manna.
Kommunan
hevur
ásannað, at tað er trupult
at seta ávíst øki burturav
til tyrluna, tá hon er í
arbeiðsørindum í Vest-
manna, verður sagt úr
kommununi.
Tí hevur kommunan í
samráð við Tyrlutænast-
una gjørt nakrar reglur
um, hvussu farast skal
fram í samband við hetta.
Fyrsta punktið er, at
Tyrlutænastan í góðari tíð
boðar kommununi frá, tá
flúgving er fyri framman í
Vestmanna.
Eitt annað av punktun-
um er, at tá tyrlan skal
lenda ella krøkja í og úr,
so skal hetta sovítt gjør-
ligt gerast uttanfyri bygt
øki.
sb.
Ein reglugerð er nú gjørd um, hvussu berast skal at, tá
tyrlur flúgva við farmi í Vestmanna
Reglugerð um
tyrluflúgving
yvir bygdini
Einasti mótahandilin
í Sandoynni liggur í
Skálavík. Her ber til
at keypa tær nýggj-
astu vørurnar – ja,
sjálvt heystmótin
anno 2005 hongur
frammi her. – Eg
royni at vera bíligari
enn handlarnir í
Havn, sigur eigarin
Brynja Trondesen
KLÆDNAHANDIL
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Skálavík: Ein leygardag
fyri skjótt 21 árum síðani
fór ein hending fram í
Skálavík, sum nógv varð
tosað um.
Henda dagin lat nevni-
liga á fyrsta sinni upp ein
mótahandil
í
bygdini.
Mong ivaðust í hesum, men
Brynja Trondesen hon trúði
uppá tað.
- Og í dag kann eg so
bara staðfesta, at tað hevur
gingið higartil, sigur hon, í
tí at hon letur upp dyrnar til
enn ein dag í handilslívin-
um á Sandoynni.
Talið at kundum er rætti-
liga ójavnt, onkran dagin
kunnu teir bert vera einir
tveir-tríggir. Men til aðrar
tíðir kunnu gott vera eini 20
fólk á gátt í hesum einasta
mótahandlinum í Sand-
oynni.
Kundarnir í handlinum
koma úr allari oynni, og
eisini úr øðrum pørtum av
landinum.
- Serliga nógv er at gera
um
vikuskiftini,
sigur
Brynja.
Bar til
Brynja Trondesen hevur
svarið klárt, tá vit spyrja
hana um, hví í víðastu verð
hon byrjaði ein klædna-
handil í Skálavík.
- Eg arbeiddi eina tíð á
flakavirkinum í Skopun,
men hevði so hug at royna
okkurt heilt annað.
- Ja, hví ikki lata upp ein
handil við mótaklæðum her
í bygdini?! Eg ætlaði bara
at vita um tað yvirhøvur bar
til, sigur Brynja.
Og tað bar til hjá henni -
og ber framvegis til, nú tað
fer at nærkast til 21 ára
dagin fyri upplatingini –
henda minniliga dagin, 29.
september í 1984.
Ein annar klædnahandil
hevur verið í Skopun, men í
løtuni er Klædnabúðin í
Skálavík einasta staðið í
Sandoynni har til ber at
keypa mótaklæðir.
Heystmótin
Hóast hesin mótahandilin
heldur til í einum kjallara,
so hevur tað als onga ávirk-
an á úrvalið av klæðum.
Í løtuni hongur heystmót-
in frammi, og her sæst at
jakkar við skinni eru komn-
ir fram aftur. So her er
Klædnabúðin í Skálavík
við uppá mótan.
Hon hevur í løtuni bert
klæðir til yngri og tilkomin
konufólk. Eitt skifti seldi
hon eisini klæðir til mann-
fólk, men gavst við hesum í
fjør.
- Klæðini til mannfólk
kravdu so nógv pláss, so eg
gavst bara við tí, sigur hon.
Sovítt tað er gjørligt so
roynir hon at halda seg til
rímiligar prísir - í øllum
førum soleiðis, at hon helst
skal liggja nakað niðanfyri
prísirnar í høvuðsstaðnum.
Ristu við høvdinum
Brynja, sum upprunaliga er
ættað úr Havn, flutti suður í
1977.
Og tá hon bar uppá mál
um ætlanir sínar við handl-
inum merkti hon týðiliga,
at her mundi hon vera farin
langt av leið.
- Tað vóru mong sum
ristu við høvdinum at mær.
Í dag dugi eg væl at skilja
at tey gjørdu tað, men tað
hevur so gingið síðani,
sigur hon.
Handilin byrjaði jú í eini
tíð, tá tað byrjaði at ganga
búskaparliga væl í Føroy-
um.
Men hinvegin so merktu
tey meiri slaku 90 árini
eisini søluna í Klædna-
búðini.
Dryppar á handilin
Á Sandoynni eru í løtuni
nógv fólk í arbeiði á teim-
um báðum flakavirkinum
hjá Sandoy Seafood.
Virksemið innan fiski-
vinnuna er alpha og omega
hjá fólki í oynni. Gongst
væl, so hevur fólk nógvan
pening um hendi - og øvugt.
Hetta hevur Brynja eisini
sæð í søluni av klæðunum
hjá henni. Tað er nærum
sum
við
orðatakinum:
Regnar tað á fiskivinnuna,
so dryppar tað eisini á
handilslívið í oynni.
Hóast fólk tosa um ein
ávísan steðg í búskaparliga
vøkstrinum, so hevur hon
framvegis havt úr at gera í
summar.
Hon hevur kortini ikki
tær stóru útreiðslurnar til
leigu, tí handilin heldur til í
kjallara hennara. Sjálv er
hon eisini nógv í handl-
inum, men hevur eina hjálp
aftrat sær.
Handilin letur upp kl. 10
á morgni og er vanliga opin
til kl. 17, fríggjadag tó til
kl. 18. Leygardag er opið
frá kl. 10 til 14.
Lítil mótahandil
við stórum úrvali
- Mong ristu við høvdinum, tá eg lat upp handilin. Men tað hevur so borið til líka til nú, sigur Brynja Trondesen
Hon selir bara klæðir til
kvinnur. Heystmótin í ár
hongur eisini frammi