hósdagur 15. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 175 - 15. september 2005
Leygardagin 24. sep-
tember, verður nýggi
Smyril doyptur í
Spania. Eftir ætlan
kemur hann til
Føroya fyrst í oktober
og verður settur í
sigling umleið hálvan
oktober
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggi Smyril verður doypt-
ur leygardagin 24. septem-
ber.
Tað er greitt nú og inn-
bjóðingar eru nú í ferð við
at verða sendar teimum,
sum skulu við.
Tað verða nøkur fá um-
boð fyri Strandferðsluna og
landsstýrið, sum verða við í
hátíðarhaldinum, umframt
politikarar úr Suðuroy.
Tað verður Anita Eides-
gaard, løgmansfrúa, sum
fær heiðurin at doypa
nýggja flaggskipið í strand-
ferðsluflotanum.
Spurningurin er so, nær
skipið kemur til Føroya.
Og tað er ikki heilt av-
greitt enn.
Tað er í øllum førum
greitt, at nýggi Smyril verð-
ur ikki handaður 22. sep-
tember, soleiðis sum tað
annars hevur ligið í kortun-
um seinastu tíðina.
Spanska
skipasmiðjan
hevur bundið seg til at
koma við eini vegleiðandi
dagfesting ein mánaða áðr-
enn hon er til reiðar at av-
henda skipið.
Men tann nágreiniligi
dagurin fyri, nær skipið
skal latast, skal verða ásett-
ur minst eina viku framm-
anundan.
Tá ið hann var royndartúr
fyri kortum, vóru onkrar
rættingar og stillingar at
gera í teimum ymsu skipan-
unum umborð og tað er nú
gjørt.
– Men sunnudagin, skal
hann ein royndartúr afturat
fyri at staðfesta, at alt rigg-
ar sum tað skal.
Og tað, sum nú liggur í
kortunum, er, at nýggi
Smyril verður latin føroy-
ingum hósdagin 29. sept-
ember.
– Tað haldi eg er eitt heilt
gott boð, tí fyri hvønn dag,
sum gongur, verða ivamál-
ini færri og færri.
Kristian Davidsen sigur,
at tað fer at taka einar fimm
dagar at sigla hann heim. Í
Føroyum skal hann vísast
fram fyri almenninginum
og síðani fer tað at taka
eina viku at gera skip og
manning klárt til at fara
undir fasta sigling ímillum
Suðuroy og Havnina.
Sostatt væntar hann, at
nýggi Smyril verður settur í
sigling umleið hálvan okto-
ber.
18-22 fólk
Stjórin á Strandferðsluni
sigur, at tað fara at sigla
ímillum 18 og 22 fólk við
nýggja Smyrli.
– Við eini manning uppá
22 fólk, kann Smyril sigla
við fullum ferðafólkatali,
sum er næstan 1000 ferða-
fólk.
Men vanliga eru nógv
færri fólk við og tí er heilt
trúligt, at ein partur av
skipinum verður læstur fyri
at kunna lækka manningar-
talið, tá ið færri fólk eru
við.
– Trygdin umborð krev-
ur, at manningartalið lækk-
ar, skal ein partur av skip-
inum verða stongdur fyri
ferðafólki, tí annars kann
tað verða trupult at fáa alt
fólkið av skipinum í eini
neyðstøðu.
Kristian Davidsen sigur,
at tað er trúligt, at hetta
verður mannagongdin.
– Hinvegin vita vit, at tað
eru ávísir dagar og ávísar
tíðir, at tað er nógv fólk við
og tað má ikki henda, at
manningin verður skerd so
nógv, at tað á nakran hátt
fer at følast sum um at
møguleikarnir at ferðast
verða avmarkaðir.
Eitt nú væntar stjórin
nógv ferðafólk tað fyrstu
tíðina og tá verður í hvussu
so er full manning við.
Eitt annað er, hvussu
skjótt skipið fer at sigla.
Nýggi Smyril er smíðað-
ur til at sigla 21 míl í van-
ligari sigling. Tað ger, at
Smyril kann sigla ímillum
Suðuroy og Havnina upp á
1 tíma og 35-40 minuttir.
Kann tað væntast at ferðin
verður lækkað fyri at spara
olju?
– Vit hava lagt okkara
fíggjarætlan eftir tí, at
nýggi Smyril skal halda
ætlaðu ferðina upp á 21
míl. Men tað er rætt, at
verður ferðin sett niður, er
peningur at spara í olju-
nýtsluni, sigur Kristian
Davidsen.
Og tað er ikki so heilt lít-
ið heldur, leggur hann
afturat.
– Verður ferðin slækka
bara eitt míl, niður í 20 míl,
vísa útrokningar, at vit
spara eini 20% í olju. Tað
svarar til einar fýra milli-
ónir um árið við teimum
oljuprísum, sum nú eru.
Men har skal leggjast aftur-
at, at tá ið hann var roynd-
artúr, bar ikki til at stað-
festa so stóran mun í olju-
nýtsluni, so tað tað mugu
neyvari mátingar til fyri at
fáa greiði á, hvussu stór
sparingin er í veruleikan-
um, sigur Kristian David-
sen.
– Men at seta ferðina nið-
ur fyri at spara olju, er ikki
ein møguleiki, sum vit hava
arbeitt við í sambandi við
okkara fíggjarætlan fyri
2006, endurtekur hann. Har
hava vit gingið útfrá, at
hann skal sigla 21 míl, sum
ætlað.
Nú er dagurin komin,
sum hvalbingar hava
longst eftir leingi og
teir hava góðar vónir
til at tað fer at bera til
FISKAVIRKIÐ
Í HVALBA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er aftur arbeiði á flaka-
virkinum í Hvalba!
Eftir at hava ligið stilt tað
mesta av einum ári, er eitt
nýtt felag stovnað, sum
hevur latið virkið í Hvalba
uppaftur.
Fyrsti arbeiðsdagur var
mánadagin, men hesar dag-
arnar hava tey brúkt til at
fáa gongd á framleiðsluna.
Tað eru Delta-menninir á
Tvøroyri, sum eru høvuðs-
menn í nýggja flakavirkin-
um í Hvalba og teir hava
sostatt lagt enn ein stein
afturat teirra virksemi.
Delta- menninir hava
frammanundan flakavirki á
Tvøroyri og í Sandoynni.
– Teir hava í hvussu so er
víst, teir duga at fáa tað at
bera til og tí hava vit góðar
vónir til at tað hesuferð fer
at eydnast at hava virkið
opið, siga hvalbingar.
Annars hava eisini hvalb-
ingar sett pening í nýggja
virkið, bæði trolararnir í
Hvalba, onnur skip og
arbeiðarafeløgini í Hvalba.
Flakavirkið í Hvalba hevur
havt eina umskiftiliga til-
veru og hetta er minst fimtu
ferð, at tað er endurreist.
Men vónirnar eru góðar,
at tað skal bera til.
– Sjálvandi eru góðar
vónir um at tað skal bera til,
annars vóru vit ikki farnir
undir virkið, sigur Ólavur
Bjarkhamar, sum er stjóri á
flakavirkinum í Hvalba.
Hann sigur, at ein avgjørt
styrki í teirra virksemi
verður, at flakavirkið í
Hvalba og flakavirkið hjá
Delta á Tvøroyri, arbeiða
undir somu leiðslu.
– Tað bæði sparir fastar
útreiðslur, men tað gevur
eisini báðum virkini góðar
møguleikar at samstarva.
Ikki minst heldur hann, at
eitt samstarv um rávøru, fer
at fáa stóran týdning fyri
bæði virkini.
Bæði hetta og tað, at
virkini hava felags leiðslu,
fær kostnaðarstøðið á báð-
um virkjunum niður og ger
tey sostatt betri kappingar-
før
– At vit eru tvey virki,
sum samstarva fer at geva
okkum heilt aðrar møgu-
leikar at keypa heilar lastir
og at býta fiskin ímillum
virkini bæði, soleiðis sum
tað hóskar seg seg best.
Virkið á Tvøroyri verður
nú saltfiskavirkið burturav
og tí er ætlanin at lata tann
stóra upsan og toskin fara
hagar at verða saltað, tá ið
teir keypa eina last.
– Hinvegin er virkið í
Hvalba flakavirki burturav,
sum fer at leggja dent á
fesk fløk, við einum sindur
av frystum sum ískoyti ella
sum tað liggur fyri. Sostatt
er ætlanin at lata konga-
fiskin, upsan og kanska
hýsuna, hvítingin og tann
smáa toskin fara til Hvalbi-
ar.
Hesar fyrstu dagarnar
hava 25 fólk verið til ar-
beiðis og Ólavur Bjarkham-
ar væntar, at talið fer at
liggja um 25-30 fólk, sum
heild.
Av tí at talan er um eitt
feskfiskavirki, verður tað
mesta arbeiðið mitt í viku,
sum á øðrum feskfiska-
virkjum.
– Verður tað lønandi, ætla
vit at fylla út við frystum
vørum, men tað verður,
sum tað liggur fyri.
Hóast
trolararnir
í
Hvalba havasett pening í
virkið, hava teir á ongan
hátt bundið seg til at
tryggja virkinum fisk at
arbeiða.
– Vit hava onga trygd fyri
rávøru, so tað verður í
kapping við øll onnur, sigur
Ólavur Bjarkhamar.
Hann væntar at virkið í
Hvalba fer at arbeiða eini
2500 tons um árið.
Nýggi Smyril doypast næsta leygardag
Vit kunnu vænta, at nýggi Smyril verður settur í sigling umleið hálvan oktober. Men vit kunnu eisini vænta, at partar av honum
verða stongdir, tá ið lítið ferðafólk er við, men tað má undir ongum umstøðum avmarka møguleikarnar at ferðast, sigur stjórin.
Hinvegin eru ongar ætlanir um at seta ferðina niður fyri at spara olju
Nú er aftur arbeiði á
flakavirkinum í Hvalba
– Arbeiðið verður helst til eini 25-30 fólk á flakavirkinum í Hvalba, nú tað er latið uppaftur.
Vónirnar til at tað fer at bera seg hesuferð, eru betri enn tær hava verið leingi