hósdagur 15. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2005
7
Danska matvøruráðið
fylgir neyvt við
gongdini í fuglakrími
og fer nú at seta tiltøk
í verk, har eftirlitið
við eitt nú aling av
høsnum og dunnum
verður skerpað.
Somuleiðis fer ráðið
at senda út kunning-
artilfar og skipað
verður yri temadegi
um fuglakrím
FUGLAKRÍM
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Orsøkin til hesi tiltøk er, at
sjúkan í juli/ august í ár er
vorðin staðfest í Kasakstan
og Ruslandi.
Fuglakrím hevur seinastu
tvey árini verið og er fram-
vegis orsøk til álvarsligar
heilsuligar trupulleikar hjá
bæði menniskjum og dýr-
um, serliga í landsynnings-
partinum av Asiu. Hildið
verður, at ferðafuglar eru
orsøkin til útbreiðsluna,
sum røkkur yvir stór økir.
Vakið eygað
- Vit fylgja neyvt við
gongdini kring um heimin
og hava eitt vakið eygað
við, um sjúkan nærkast
fuglabølum og verpingar-
økjum, haðani hugsandi er,
at ferðafuglur kemur fram
við í Danmark.
Í danska matvøruráðnum
siga tey, at ein flokkur við
villdunnum í danska býn-
um, Salling, varð avlívaður
í september 2003. Hetta var
av trygdarávum, tí staðfest
var, at fuglurin var fongdur
við tí, sum rópt verður "lav-
patogen aviær influenza
virus" av slagnum H5N7.
- Fuglarnir vórðu avlív-
aðir, tí vandi var fyri, at vir-
usið kundi broytast til tað
"højpatogena" slagið.
Matvørumálaráðið legg-
ur tó dent á, at "højpatogen
aviær
influenza",
sum
fuglakrímið verður rópt,
ongantíð er staðfest í Dan-
mark.
Orðið "aviær" vísir til, at
talan er um fuglar.
Kanningar í DK
Seinastu tvey árini hevur
matvøruráðið gjørt kann-
ingar av villum fugli í Dan-
mark fyri at finna út av, um
fuglurin kann vera fongdur
við fuglakrími.
Bæði í 2003 og 2004
vórðu umleið 3000 ferða-
fuglar kannaðir hvørt árið,
og her var í fyrsta lagi talan
um dunnur og gæs.
- Kanningarnar staðfestu,
at "lavpatogen aviær influ-
enza" er vanlig í villum
fuglum í Danmark, sigur
matvøruráðið.
Sambært
læknaligum
keldum í Føroyum kann
"lavpatogen influensa" í
prinsippinum umbroytast til
"højpatogen
influenza",
sum fuglakrímið verður
rópt, men sum skilst, veit
eingin um, at hetta nakr-
antíð er hent.
Vísandi til kanningarnar í
Danmark, hevur danska
matvøruráðið sett nøkur til-
tøk í verk, sum eitt nú
snúgva seg um, at eftirlit
verður í allari framleiðsluni
av høsnarungum, har blóð-
royndir verða tiknar í øllum
høsnarungaflokkum. Eisini
skulu frískir ferðafuglar
kannast eins og fuglar, sum
verða funnir deyðir við
vøtn.
Danir fara eisini at seta í
verk nýggjar reglur fyri al-
ing av villdunnu, og reglur
verða eisini gjørdar um, at
høsn og dunnur skulu alast
hvør sær.
Upplýsing
Matvøruráðið fer at senda
út upplýsingartilfar um til-
tøk, sum kunnu verja móti
smittum, bæði um handils-
liga aling av høsnarungum
og dunnum, og har kríatúr-
ini verða ald til egna nýtslu.
Í endanum av hesum
mánaðinum fer matvøruráð-
ið eisini at skipa fyri tema-
degi, har serfrøðingar á øk-
inum og umboð fyri vinnu-
lívsfelagsskapir verða við.
Fuglakrím er ein vir-
ussjúka, sum tilvild-
arliga hevur stungið
seg upp kring um
heimin og er kend
heilt aftur til 1878
FUGLAKRÍM
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fuglakrím – ella aviær in-
fluenza, sum sjúkan verður
rópt á donskum, er ein
smittandi virussjúka hjá
fuglum, sum kann elva til,
at heilir flokkar av høsnum
doyggja. Tað merkir, at
deyðiligheitin kann verða
heilt upp til 100%.
Fuglakrím er ein virus-
sjúka, sum tilvildarliga
hevur stungið seg upp kring
um heimin og er kend heilt
aftur til 1878.
Øll fuglasløg
Øll sløg av fuglum kunnu
verða rakt av sjúkuni, men
ógvuliga ymiskt er, hvørji
fuglasløg eru mest sárbar.
Sjúkan er best kend
millum høsn og kalkunir,
meðan sjófuglur tykist vera
munandi meira mótstøðu-
førur.
Fuglakrím stendst av
"influenza-A-virus", sum
hoyrir til orthomyxvirus-
familjuna. Tað vísir seg, at
virusið, sum er tað mest
sjúkuelvandi, er funnið í
sløgunum H5 og H7.
Sjúkueyðkenni
Sjúkueyðkennini eru ymisk
eftir umstøðunum, og tí er
ógvuliga torført at siga, um
talan er um fuglakrím.
Deyðstíttleikin er stórur,
eggjaframleiðslan steðgar,
trupulleikar eru við anda-
dráttinum, eygnabruni við
útfloti,
vætusamling
í
høvdinum og blóðsamling
kunnu vera tekin um fugla-
krím.
FUGLAKRÍM
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin
fregnaðist
fyrrapartin í gjár, um
føroyingar ætla sær at
taka nøkur stig, nú danir
eru farnir at seta ítøkilig
tiltøk í verk til tess at
byrgja uppfyri fuglakrími.
Á
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni vísti Bárður
Enni, stjóri, til lands-
djóralæknan og lands-
læknan, men fyrrapartin í
gjár eydnaðist ikki Sosial-
inum at fáa orð teir báðar.
Í vinnumálaráðnum var
landsdjóralæknin, Bjørn
Harlov, upptikin á fundi
og landslæknin, Høgni D.
Joensen, var eisini upp-
tikin.
Vit fara at venda aftur
til spurningin um fugla-
krím í einum øðrum blaði.
Eingin viðmerking
Seta tiltøk í verk
fyri at byrgja
uppfyri fuglakrími
Fuglakrím er best kent millum høsn og kalkunir, meðan sjófuglur tykist vera munandi meira
mótstøðuførur
Fuglakrím: Deyðstíttleikin
kann verða heilt upp í 100%
Fimm kommunur
samstarva nú um
barnaverndarøkið
BARNAVERND
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Týsdagin undirskrivaðu
fimm kommunur í Eyst-
uroy avtalu um eina felags
barnaverndartænastu.
Kommunurnar, sum eru
við í avtaluni, eru Funn-
ings-, Sjóvar-, Nes-, Runa-
víkar- og Gøtu kommuna.
Hans
Pauli
Strøm,
landsstýrismaður,
skal
eisini skriva undir avtal-
una, sum umboðini fyri
hesar fimm kommunur-
nar staðfestu týsdagin.
Sambært
lógini
um
Barnavernd, verður barna-
verndarøkið frá 1. januar
2006 lagt út til kommun-
urnar at umsita, og tað er í
hesum
sambandi,
at
kommunurnar í Eysturoy
nú eru gingnar saman um
hesa avtalu.
Tær fimm kommunur-
nar eru samstundis tær
fyrstu, sum hava gjørt av-
talu um felags barnavernd-
artænastu.
Hvør kommuna hevur
tvey umboð í barnavernd-
ini, soleiðis at talan er um
tilsamans 10 fólk, sum
skulu skipa fyri á hesum
øki.
Umsitingin av barna-
verndartænastuni
hjá
kommununum
verður
partur av sosialu umsiting-
ini hjá Runavíkar komm-
unu.
Fólkatalið
í
hesum
fimm
kommunum
er
7.061, harav 2.077 eru frá
0 – 18 ár, sum er tann
bólkurin, ið lógin um
barnavernd fevnir um.
Søguliga undirskriving-
in fór fram í sambýlinum
hjá Gøtu kommunu í
Norðragøtu.
Nýggja lógin um barna-
vernd áleggur teimum
smærru kommununum at
finna saman við øðrum
kommunum, soleiðis at
hvørt barnaverndarøkið í
minsta lagi telir 1500 fólk.