hósdagur 15. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Um vit ikki vísa
andlit og hava vónina
um at finna olju við
Føroyar, hvør skal so
vísa okkum áhuga
sigur Kenneth Ras-
mussen frá Beras í
Runavík
OLJUMESSA
Jan Müller
an@sosialurin.fo
– Vit halda tað vera skeivt
at sleppa hesum, nú vit
hava fingið fatur í onkrum
endum sigur stjórin í Beras,
Kenneth Rasmussen, sum
hevur verið við til tær flestu
oljumessurnar í Aberdeen
seinastu árini. – Vit vita
ikki, nær nakað veruligt
hendir, nær eitt gjøgnum-
brot verður, men eg eri
sannførdur um, at tað fer at
henda. Við hesum sipar
Kenneth Rasmussen til
komandi boringar á land-
grunninum. Hann hevur
stórar vónir til leitivirk-
semið, sum verður kom-
andi ár. Og er tað m.a.
hetta, sum er drívmegin, tá
eitt felag sum Beras so trú-
liga er við á oljumessum.
Fyri at vísa flaggið, fyri
kundarøkt og fyri at vísa
umheiminum, at vit sjálvi
trúgva uppá eina oljuvinnu
her á landi.
Sjálvur heldur Kenneth,
at tað var meiri áhugi aftur
fyri Føroyum nú enn tað
hevur seinastu árini og er
orsøkin helst 2. leitiumfar.
Umboð fyri nøkur av teim-
um nýggju og stóru oljufe-
løgunum vitjaðu á básin-
um, eitt nú Chevron, sum er
eitt av mest virknu feløg-
unum á Atlantsmótinum.
Hóast man hevur bíðað
"leingi" eftir einum gjøg-
numbroti í leitingini, so
telist
Kenneth
millum
teirra, sum halda, at tað
kann geva úrslit av hava tol.
Hann vísir á menningina av
havnini og umstøðunum í
Runavík. Her verður so
bara bíðað eftir, at virksemi
skal fara í gongd aftur. –
Tað hevur so ligið í dvala í
eina tíð, men eg haldi, at
tað nú verður arbeitt við at
skrúva
tingini
soleiðis
saman aftur, at man kann
vera klárur, tá tíðin er
búgvin. At man ansar eftir
ikki at missa førleikan til ta
tíð.
8
Nr. 175 - 15. september 2005
Føroyskar fyritøkur
marknaðarførdu tvær
oljuráðstevnur, sum
verða í Føroyum í
januar og oktober
næsta ár, á oljumess-
uni í Aberdeen her-
fyri
OLJUMESSA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir: Paul Kragesteen,
Faroe Express
Nú um dagarnar varð al-
tjóða oljumessa í Aberdeen.
Aftur hesaferð varð luttøka
úr Føroyum. Hóast bert fáar
fyritøkur og stovnar høvdu
valt at vera við í ár, so varð
kortini hildið skilagott at
vísa flaggið - at vísa, at
føroyingar framvegis hava
álit á, at olja og gass skal
vera funnið í undirgrundini
í
rakstrarverdugum
nøgdum. Millum luttak-
ararnar vóru Atlantsflog,
Virkisráðgeving,
Beras,
Thor,
Vága
Floghavn,
Skipafelagið Føroyar og
Menningarstovan.
Sum skilst var luttøkan
hjá føroyingum á framsýn-
ingini var væl eydnað.
Fleiri
av
fyritøkunum
høvdu nógvar vitjanir og
fleiri fundir - bæði við
gamlar
kontaktir,
men
eisini við fleiri nýggjar, og
sjálvt fyritøkur, sum ikki
fingu sent umboð til Aber-
deen vórðu eftirspurdar.
Føroyski básurin lá á ein
hátt stak væl fyri, beint við
høvuðsinngongdina, men
tað var eisini lætt at yvir-
síggja hann, tí stóru bás-
arnir beint við høvdu lyndi
at draga eygu og áhuga til
sín. Men aktivu føroysku
luttakararnir,
lutakastini
um ferðir til tey bæði olju-
tiltøkini, sum vera í Føroy-
um næsta ár og ein power-
point framløga, ið vendi
sær beinleiðis til øll, ið
komu inn, gjørdi, at før-
oyski básurin varð væl vitj-
aður.
Serligur áhugi var um
framtíðar royndarboringar
og seismiskar kanningar.
Ein gamal og góður
kenningur, Sofus Poulsen,
fyrrverandi føroyski um-
boðsmaðurin í Bretlandi
gav eina hjálpandi hond á
básinum. Óneyðugt at siga
er hann stak væl kendur,
umframt at hann kennir og
minnist fólk - eisini í olju-
vinnuni víða hvar, sum
hann hevur hitt fyrr. Av tí
sama trekti hann eisini
vitjandi til básin og til
føroysku fyritøkurnar á
básinum.
Skeivt at sleppa endanum nú
Altjóða oljueygu hyggja
móti Føroyum
Kjartan Kristiansen, stjóri á Menningarstovuni saman við Sofus Poulsen, fyrrv. umboðsmanni í Aberdeen
Føroyski básurin lá sera
væl fyri