hósdagur 15. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2005
9
OLJUMESSA
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Ein av føroysku fyritøkun-
um, sum er við til flest allar
oljuráðsstevnur í Aberdeen
og Stavanger, er Thor í
Hósvík, sum er ein tann
føroyska fyritøkan, sum
hevur mest virksemi í al-
tjóða oljuvinnu. Thor hevur
skip í frálandavinnu kring
allan knøttin. –Vit halda tað
vera rætt at vera við og vísa
umverðini, at vit trúgva
uppá eina komandi før-
oyska
oljuvinnu
sigur
Gunnbjørn Joensen, stjóri á
Thor. Hann sigur, at fyri
teirra
fyritøku
hevur
kundarøkt sera nógv at
siga. Á slíkari messu hitta
tey nógvar av kundunum og
sjálvandi roynir ein altíð at
lofta
onkrum
nýggjum
kunda eisini. Gunnbjørn
Joensen sigur annars, at tú
verður møttur av bjart-
skygni alla staðni í hesi
vinnuni. Og her tað sjálv-
andi oljuprísurin, sum er
orsøkin men eisini tí, at
eftirspurningurin av tæn-
astum er so stórur.
- Vit mugu so bara vóna,
at prísirnir halda sær, tí tað
skulu høgir oljuprísir til
fyri, at tað kann løna seg at
leita eftir olju her hjá
okkum – og um vit veruliga
halda og vóna, at oljan skal
vera týðandi partur av okk-
ara framtíðar vinnugrund-
arlagi.
Sjálvur heldur Gunn-
bjørn, at tað er rætt at vera
við á slíkum messum, og
ikki minst, at vit gera hetta
í felag.
Thor kring knøttin
Thor í Hósvík er ein av
fyritøkunum her á landi,
sum rættiliga hevur megn-
að at bygt upp eitt virksemi
í oljuvinnuni. Hetta er gjørt
miðvíst gjøgnum mong ár,
og í dag er eftirspurning-
urin eftir tænastum frá Thor
stórur. Hetta tí at fyritøkan
arbeiðir sera professionelt,
hevur góð fólk og góð skip.
Í løtuni umsitur fyritøkan
eini 10 til 11 skip í frá-
landavinnuni. Hesi í í
Meksikanska Flógvanum, í
Mauritanina, í Svartahav-
inum og í norska, danska
og bretska partinum av
Norðsjónum.
Umframt hesi skip eigur
fyritøkan eisini tvey fiski-
skip umframt at tað eisini
er reiðarí hjá størri trolara.
Thor er so eisini umboð
fyri flestu av seismikkskip-
unum, sum gera kanningar
við Føroyar. Í ár hevur
verið nógv at gera og hevur
tað gingið uppá stás. Gunn-
bjørn Joensen vísir á, at út-
lendsku skipafeløgini hava
eisini verið sera væl nøgd
við føroysku tænasturnar
ikki minst flutningin av
fólki við tyrlunum hjá At-
lantsflog. Í dag munnu
arbeiða eini 130 fólk hjá
Thor kring knøttin.
Brunnurin, sum
Statoil fer at bora
inni á landgrunn-
inum næsta ár,
verður avgerandi
fyri oljutilgongdina
OLJUMESSA
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
– Eg var glaður fyri, at eg
fór til oljumessuna í
Aberdeen, hóast man
veit, at nógv nýtt er ikki
at frætta í løtuni. Ein fær
líkasum passað sítt net-
verk og heilsað uppá
fólk, sigur Magni Arge,
formaður í Oljuvinnufe-
lagnum, sum saman við
Menningarstovuni
var
við til at skipa fyri før-
oyska básinum. Atlants-
flog var so eisini partur
av føroyska básinum í
Aberdeen og nýtti Magni
Arge høvi at vitja mess-
una.
Hann heldur, at tað er
ein kveikjandi og vaks-
andi áhugi fyri Føroyum
aftur. Bæði frá oljufeløg-
um og øðrum, sum eru
við á messuni. Hetta er
sjálvandi tí, at tað verður
eitt ávíst virksemi næsta
ár. Og eitt felag sum
Chevron hevur latið okk-
um vita, at teir eru rímu-
liga áhugaðir at seta okk-
urt í verk í 2007. Og tað
tykist eisini sum at BP
fer í gongd aftur annað-
hvørt í 2006 ella 07.
- Men alt hetta er øgi-
liga tengt at, hvussu tað
fer at eydnast hjá Statoil
komandi ár. Um boringin
fer at hepnast hampuligt,
og tað verður áhugavert
út frá einum jarðfrøðilig-
um sjónarmiði, so er tað
gott. Men verður úrslitið
negativt fer tað eisini at
vera negativit fyri víðari
gongdina. Formaðurin í
Oljuvinnufelagnum held-
ur, at í heila tikið var
áhugin fyri Føroyum og
leiting her rímuliga posi-
tivur.
Boringin hjá Statoil,
sum sipað verður til, er
ætlandi fyrsti brunnurin,
sum nakrantíð verður
boraður gjøgnum tjúkkar
basaltfláir inni á land-
grunninum. Helst er tal-
an um tveir írestandi
brunnar fra´1. útbjóðing,
sum verða lagdir saman
til ein, tann hjá Statoil-
samtaki og tann hjá
Amerada Hess samtaki.
Áhugin fyri Føroy-
um veksur aftur
Mugu vísa
umheiminum
at vit trúgva
uppá eina
oljuframtíð
Magni Arge, formaður í
oljuvinnufelagnum, handar
fyrsta vinnaranum av
lutakasti um ferð og luttøku
á Offshore Faroes 2006,
Graeme A. Slaven, váttan
um, at hann hevði vunnið.
Tríggjar ferðir frá Atlantsflog
til oljumessur í Føroyum
næsta ár vórðu lutaðar burt
millum tey vitjandi á
básinum
Thor í Hósvík var sum altíð væl umboðað á oljumessuni í Aberdeen.