Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 175 - 15. september 2005 Fiskurin á føroyskum grunnum og í økjum, har al- mennu Føroyar hava forhandlað seg til kvotur, er fólksins ogn. Vit hava í dag eina skipan, har loyvi, fiskidagar og kvotur verða latnar fyri einki til ávís reiðarí. So skuldi ein trúð, at hesi loyvi automatiskt fullu aftur til landið, um skip og feløg blivu handlað, men nei. Tað vísir seg, at nógv feløg vilja gjalda tíggjutalsmillióna upphæddir fyri hesi loyvi, og hesir pengar fara beint í lumman hjá teimum, ið selja hesi loyvi. Hetta mátti skumpað eitt sindur undir rættvísiskensluna hjá øllum. Eitt grundprinsipp má verða, at um eitt loyvi frá Føroya Landsstýri skal kunna seljast, so má onkur hava keypt tað frá Føroya Landsstýri áðrenn. Tað er øllum kunnugt, at fiskiflotin hvevur truplar tíðir í løtuni, men hóast hetta, so kunnu vit staðfesta, at tíggjutals milliónir verða goldnar fyri fiskiloyvi, og tí nyttar undanførslan ikki, um at feløg ikki hava ráð at gjalda eitt gjald til landskassan fyri hesi loyvi. Vit mugu fáa eina skipan, har landskassin fær pengar fyri tey rættindi, ið hann letur til fáu reiðaríini. Ein slík skipan eigur eisini at tryggja eina ávísa atgongd til tilfeingið hjá Føroya fólki, t.v.s. at vit mugu koma burtur frá kongsbóndaskipanini á sjónum, har tað er sera trupult at sleppa framat loyvum hjá ungum nýggjum kreftum. Eitt hugskot kundi verið at havt eina skipan, har fiskitilfeingið varð selt á einum leypandi uppboði. Tað er so við einari aktiónsskipan, at antin má tíðarramman verða sera stutt, so at tað eingin katastrofa er, um eitt reiðarí ikki fær kvotuna hesa vikuna, ella múgu loyvini verða aktioneraði fyri eitt áraskeið, nakað sum t.d. aliloyvi. Ein meinbogi fyri broytingum á fiskivinnuøkinum á sjónum kann verða, at vit hava avoldaðu hýruskip- anina, ið elvir til løtuvinningsjagstran hjá bæði reiða- ríi og manning. Hýruskipanin er ein annar trupul- leiki, ið má vendast aftur til seinni. Fólkaflokkurin er ímóti tilfeingisrentu, við tí ógvu- ligu óvanligu forkláring, at vinningurin av sølu av fiskiloyvum longu verður skattaður við partafelags- skatti og kapitalvinningsskatti. Við hesari rættiliga fantastisku forkláring sigur Fólkaflokkurin við øðrum orðum, at tað er í lagi at selja nakað, ið man hevur fingið fyri einki frá landinum fyri vinning, tí at skattur verður goldin av hesum. Vit kunnu við einari slíkari forkláring bara byrja at forera t.d. bilar frá Landsverki til ávís priviligerað fólk fyri einki, tí at hesi fólk høvdu betalt skatt av einum og hvørjum vinningi, tey høvdu fingið av hesum ókeypis bilum. Tað tykist tíbetur, sum ein politiskur meiriluti finst fyri at broyta skipanina til eina skipan, har lands- kassin fær eina tilfeingisrentu ella eitt gjald. Vit mugu í hvussu so er koma burtur frá núverandi skipan. DAGSINS MEINING Sosialurin Fiskurin fólksins ogn VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jógvan Sundstein Sat og hugdi at Degi og Viku í gjárkvøldi har for- maðurin í Búskaparráðnum og løgmaður royndu at argumentera fyri at nú mátti gjøld leggjast á fiski- vinnuna fyri at sleppa at fiska. Tað ljóðaði, sum teir vóru samdir um hetta. Í samrøðuni við Johnny í Grótinum fekk ein ta fatan, at virðið av fiskiskapinum, sum kundi skattast var meira enn ein milliard krónur, og at onkustaðni millum 25 og 40 % av hes- um kundi rindast sum gjald til landskassan. Tað vil siga onkustaðni millum 300 og 400 mió. krónur. Orsøkin til at spurning- urin um slíkt tilfeingisgjald hevur stungið seg upp er, at tað sjáldsama er hent, at ognarpartar í einstøkum føroyskum feløgum eru seldir, og harvið er ávíst virði staðfest, og onkur hevur forvunnið fitt av pen- ingi. Vinnulív sum heild er mangan viðbrekið og má ofta laga seg eftir um- støðunum í samfelagnum annars. Bæði tí nationala samfelagnum og heims- samfelagnum. Men vanliga plagar semja at vera um, at føroyska fiskivinnan er eitt slag av vinnulívi, sum er serliga viðbrekið, og má liva og virka undir ógvuliga skiftandi umstøðum. Eg havi ikki nágreinilig tøl við hondina um inntøku - og rakstrarviðurskiftini hjá føroyaska fiskiflotan- um, men eg haldi meg vita, at seinastu árini hevur yvirskotið sum heild ikki verið serliga stórt, fyri ein stóran part er heldur talan um hall. Til aðrar tíðir hev- ur tað verið frægari - tí- betur. Annars hevði vinnan als ikki verið til. Um vit meta bruttoinn- tøkuna árliga hjá fiskiflot- anum at vera 2 milliardir krónur, so skulu vit draga útreiðslurnar frá. Fyrst eru manningarhýrur, sum vera roknaðar eftir søluinntøk- unum. Tær eru útímóti 40 % ella um leið 800 mió. Síðani koma oljuútreiðsl- urnar, sum eru høgar í løtuni og ikki laga seg eftir inntøkunum - heldur tvørt- urímóti. Tær eru fleiri hundrað mió. kr. Viðlíka- hald, tryggingar og mangar aðrar útreiðslur eru ikki lækkandi. Avskrivingar at nýta til endurnýggjan av flotanum er eisini hundrað tals milliónir árliga. Tað einasta, sum í løtuni er bíligari - í summum førum - er lánikostnaðurin, rentan. Men samanlagt er ikki nógv eftir av teim 2.000 milliónunum, sum mettar eru sum bruttoinntøka. Skulu so skipini gjalda eini 400 mió. í tilfeingis- gjaldi er rættiliga vist, at samanlagt verður komið skeivu meðni strikuna. Hetta tikið sum heild. Fyri einstøk skip verður støðan nógv verri. Ofta verður sagt, at tá ið tað ikki gongur nóg væl, so má vinnan laga seg til við- urskiftini. Sjálvandi er nakað um hetta. Ein tillag- ing er jú eisini bara at gev- ast. Men um ein ikki velur hesa loysnina, so hevur onkur væl eisini skyldu at greiða frá, hvussu ein sleppur frá útreiðslunum, sum nevndar eru framman- fyri. Sjálvt um góð røkt og dugnaskapur kann gera nakað, so eru kortini nakrir veruleikar eftir. Tey, ið talað fyri slíkum tilfeingisgjaldi, hava skyldu til at vísa nágreiniliga á, hvussuleiðis hetta skal krevjast inn, av hvørjum tað skal roknast og hvat tað tað gevur landskassanum, samstundis sum sama upp- hædd jú er ein útreiðsla hjá vinnuni. Eisini má greiðast frá, um tað eitt loypandi gjald, ella tað bert skal verða undir serligum um- støðum t.d. við sølu av skipi ella felag ella fiski- døgum v.m. Eitt er í øllum førum heilt vist, at um hetta bert verður fyri at útvega fleiri inntøkur til landskassan, so endar galið. Minstakravið má vera, at nakrir skilagóðir tankar um samfelagsbú- skaparligar ábøtur liggja aftanfyri. Egon Øregaard skúlastjóri á Tekniska Skúlanum í Tórshavn Við stórum áhuga varð fylgt við orðaskiftinum, sum var í Løgtinginum hósdagin 8. sept. 2005. Orðaskiftið var gott og tykist, sum at samgonga og andstøða eru samd um, at nú skal tað vera, nú skulu endaligar avgerðir takast, sum loysa hølistørvin hjá teimum trimum størstu miðnámsskúlunum í Føroy- um. Landsstýrismaðurin í Mentamálum tók samanum og segði, at hann miðar eftir, at endaliga avgerðin verður tikin í samband við viðgerðina av uppskoti um fíggjarløgtingslóg fyri 2006. Uppskotið skal verða liðug, og lagt fyri løgtingið seinast í hesum mánaða. Tøkk til Tjóðveldisflokk- in - Fólkaflokkin - Sam- bandsflokkin og Javnaðar- flokkin. Onki umboð fyri Mið- og Sjálvstýrisflokkin vóru á fundinum, ella rættari tey fóru av fundinum tá orða- skiftið byrjaði. Tilfeingisgjøld Skúladepil við Marknagil