Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 175 - 15. september 2005 11 VIÐMERKINGAR Hava Føroyar mist sín rættvísa part av yvirskot- inum hjá danska Tjóð- bankanum gjøgnum mong ár? Norðuratlantsbólk- urin á Fólkatingi Í sambandi við viðgerðina av donsku fíggjarlógini hevur Høgni Hoydal, fólka- tingsmaður, nú reist ein fyrispurning um viður- skifti, sum ikki hava verið frammi áður. Tað snýr seg um føroyska partin av yvirskotinum hjá danska Tjóðbankanum. Føroyar og Grønland eiga part av yvirskotinum hjá danska Tjóðbankanum, eftirsum hann stendur fyri gjaldoyramiðlingini fyri Føroyar og Grønland. Hetta gevur inntøkur til Tjóðbankan, men hvussu stóran lut eiga Føroyar og Grønland í samlaða yvir- skotinum hjá danska Tjóð- bankanum? Lógin á økinum viðvíkj- andi Føroyum er frá 1949 - og síðani tá eru jú stórar kollveltingar hendar í før- oyska samhandlinum við onnur lond og í gjaldoyra- nýtsluni í Føroyum. Føroyski parturin av yvirskoti danska Tjóð- bankans er roknaður út eftir seðlaumfarinum í Føroyum í mun til samlaða seðlaum- farið í Danmark, Grønlandi og Føroyum tilsamans. Men hvat liggur í tí? Eru tað føroysku pengaseðlar- nir, ið bygt verður á? Og hvat er hent síðani elek- tronisk gjaldsmiðling er vorðin berandi? Tað kemur nú undan kavi, at grønlendski partur- in av yvirskoti danska Tjð- bankans er útroknaður eftir fólkatalinum í Grønlandi í mun til fólkatalið í Danmark, Føroyum og Grønlandi tilsamans. Hetta er ásett í danskari lóg frá 1985. Tí fær Grønland ein størri part av yvirskotinum enn Føroyar - í fjør og í ár svarandi til 7-8 milliónir krónur meira um árið. Vit hava ikki tølini fyri nógv ár aftur í tíðina, men talan kann vera um stórar upphæddir tilsamans hesi árini, sum Føroyar hava fingið minni enn Grønland. Tá ið útrokningargrund- arlagið er so tilvildarligt og ymiskt, so kann eisini spyrjast, um Føroyar og Grønland yvirhøvur fáa sín rættvísa part av yvirskoti danska Tjóðbankans í mun til tað, sum vit í veruleik- anum geva til inntøkurnar hjá danska Tjóðbankanum. Føroyar og Grønland út- flyta jú ein lutfalsligan sera stóran part av í sínum inn- tøkugrundarlagi, og tað átti at givið lutfalsliga stórar valutainntøkur til Tjóð- bankan. Tí hevur Høgni Hoydal sett skrivliga fyrispurning um hetta til danska Fíggj- armálaráðharran, Thor Ped- ersen. Spurningurin skal svarast innan 10 yrkadagar. Føroyar og yvirskot Tjóðbankans FELAGSLÝSING Annar árligi fundurin mill- um Føroyar og ráðini fyri skotsku oyggjarnar, Het- land, Orknoyggjar og Suð- uroyggjar (á enskum nevndar bæði Western Isles og Outer Hebrides) varð hildin í Suðuroyggjum 7. og 8. september. Løgmaður og formennin- ir í teim trimum skotsku oyggjaráðunum umrøddu gongdina í Suðuroyggjum við at fremja í verkum menningarætlan teirra ‘At skapa framtíðarinnar lokal- samfeløg’ (Creating Com- munities of the Future), og skiftu orð um mál, har ið Føroyar og skotsku oyggja- bólkarnir hava felags áhuga og, hvørjir møguleikarnir eru fyri samstarvi hesum viðvíkjandi. Fyrst var fundur í ráð- num fyri Suðuroyggjar (Comhairle) saman við um- boðum frá ráðleggingar- samtakinum ‘Outer Hebri- des Community Planning Partnership’. Síðani vitjaðu løgmaður og ráðsformenn- inir fleiri støð, ið høvdu týdning fyri, at menningar- ætlanin gerst væleydnað, m.a. Arnish ídnaðarøkið og Lews Castle College, ið er partur av UHI (University of the Highlands and Is- lands), sum er felags hægri lærustovnur fyri oyggjarnar og hálendisøkið í Skot- landi. Økini, sum í umrøðuni millum løgmann og ráðs- formenninar vórðu hildin at størstan felagsáhuga, eisini við atliti at møguligum samstarvi, vórðu hildin at vera hesi: • Endurnýggjandi orka • Kunningar- og samskift- istøkni (KST)/Breiðband - serliga átakið ‘Búgv lokalt, arbeið globalt (Live Local Work Glo- bal) • UHI og Fróðskaparsetur Føroya • Mál og mentan Teir vóru samdir um at royna at ganga framá í sam- starvi hesum viðvíkjandi, og viðvíkjandi øðrum fe- lags áhugamálum til tess at menna búskapin í ymsu oyggjasamfeløgunum, ikki minst við tí fyri eyga at stimbra fólkavøkstur í økj- unum. Jóannes Eidesgaard, løg- maður, segði: "This was a very useful and interesting visit. I am grateful to the Western Isles for hosting this se- cond annual meeting and giving us such an inte- resting programme and warm hospitality. We were very impressed with the regeneration strategy ‘Creating Communities of the Future’ and with the progress being made in implementing it. Clearly Renewable Energy is vital to all the islands groups and it was good to see real, sustainable jobs being created at Arnish. I was personally very interested in the progress being made in ICT and broadband. I am sure we could learn im- portant lessons from West- ern Isles experience and equally sure that our ex- perience in reviving our language and culture can provide help and guidance to those seeking to do the same for Gaelic. We will be following up on these and other issues ahead on the next meeting in Shetland." Alex MacDonald, ráðs- formaður í Suðuroyggjum, segði: "It was a great pleasure to welcome the Prime Minister of the Faroes and my fellow island Con- venors to this second annu- al meeting following the initital meeting last year in Torshavn. I believe the visit marked a number of firsts including the first time a Prime Minister has offi- cially visited our islands and the first ever joint meeting of the Comhairle with our Community Plan- ning partners. We discussed the many similarities of our different island groups and the potential to work to- gether in areas of common interest and concern such as attracting population through economic develop- ment. I was very impressed by the progress in Faroes in both economic and cultural development over recent years. They have not only grown their economy and population but also revived their language and culture. I believe we can all benefit by learning lessons and look forward to much closer co-operation with our island friends in future." Steven Hagan, ráðsfor- maður í Orknoyggjum, segði: "We work closely with our Scottish Islands collea- gues on a wide range of matters of common interest but too seldom do we get the chance to visit each other and see what is happening on the islands. This annual joint meeting with Faroes and the Scott- ish islands councils pro- vides that chance and we have been very impressed with progress in Western Isles. We will all learn a great deal from this ex- perience and our joint working will be greatly enhanced. For example, we are already working closely to promote the case for enhance grid connections to enable the islands to benefit from renewable energy development. Seeing the kind of impact this can have on jobs and population emphasizes the need for our efforts to be increased." Sandy Cluness, ráðs- formaður í Hetlandi, segði: "This has been a great chance to learn about com- mon issues and reinforce our already good working relations with other island groups. We in Shetland are also pursuing renewable energy projects and will soon be applying for a major on-shore wind farm similar to those proposed for Lewis. We have bene- fited greatly from oil re- venues and see renewable energy as the long term sustainable way of ensuring our community continues to enjoy those benefits. I firmly believe that the wind farm proposals and other renewable energy develop- ments in the Western Isles can have the same impact as oil had in Shetland. We look forward to working together to promote our islands communities and especially to the third annual meeting that we will host in Shetland next year." Føroya Arbeiðara- felag Farna leygardag helt S&K felagið eykaaðal- fund og vit hava frætt, at Heini Lützen vegna Før- oya Lívstrygging greiddi frá lívstryggingarskipan- ini, sum teir kundu bjóða føroyskum fakfelagslim- um og í hesum sambandi kom hann inn á lívs- tryggingarskipanina, sum Føroya Arbeiðara- felag fyri nógvum árum síðani teknaði í danska tryggingarfelagnum ALKA. Heini Lützen segði á fundinum, at orsøkin til, at Føroya Arbeiðarafelag teknaði samhaldsføstu lívstryggingina fyri limir sínir hjá danska trygg- ingarfelagnum ALKA var at royna einkarrætt- arstøðuna hjá Føroya Lívstrygging og Trygg- ingarfelagnum Føroyar. Tað, sum Heini Lützen her hevur ført fram er púrasta burturvið og tikið úr leysum lofti, tí orsøkin til at Føroya Arbeiðara- felag valdi at tekna sam- haldsføstu lívstrygging- arskipan sína hjá trygg- ingarfelagnum ALKA var, at hetta tryggingar- felag kundi bjóða felag okkara nógv betur treytir enn Føroya Lívstrygging kundi bjóða. Fyri tað fyrsta var og er umsitingargjaldið hjá tryggingarfelagnum ALKA nógva ferðir lægri enn tað, sum Før- oya Lívstrygging áleggur sínum viðskiftafólki. Hetta var sjálvandi ein rættiliga avgerandi spurningur fyri felag okkara, tí jú lægri um- sitingargjaldið er, jú størri verður upphæddin, sum eftir er til limirnar bæði tá talan er um eftir- lønarskipan og lívstryg- gingarskipan. Sum kunnugt hevur Føroya Lívstrygging, í hvussu so er til fyri nøkr- um fáum árum síðani, álagt viðskiftafólkum sínum umsitingargjald, sum er heili 11%. Fyri at samanbera við umsitingarútreiðslurnar hjá ALKA, so vóru hesar í 2004 2,9% av samlaðu tryggingargjøldunum. Vit í Føroya Arbeiðara- felag mettu tað sjálvsagt vera okkara skyldu at tekna eina samhaldsfasta lívstrygging hjá einum tryggingarfelag, har limir okkara fingu mest møgu- ligt burturúr, og hetta var uttan mun til, um trygg- ingarfelagið var heima- hoyrandi í Føroyum ella uttanlands. Talan var tí als ikki um eina roynd at royna einkarrættarstøð- una hjá føroysku trygg- ingarfeløgunum. Eitt annað, sum vit eis- ini løgdu avgerandi dent á var, at tryggingarfelag- ið ALKA kundi bjóða limum okkara eina skip- an við útgjaldi í sam- bandi við álvarsliga sjúku, meðan Føroya Lívstrygging ikki kundi bjóða okkum somu sømdir. Tað gingu tó ikki nógv ár, fyrr enn Føroya Lívs- trygging kendi seg noyddan til at fylgja gongdini hjá danska tryggingarfelagnum og Føroya Lívstrygging fór tí at bjóða viðskiftafólk- um sínum somu skipan við útgjaldi til trygging- artakaran í sambandi við álvarsliga sjúku. At enda skal viðmerkj- ast, at Føroya Arbeiðara- felag sjálvsagt ikki fer at leggja seg út í rættin hjá S&K felagnum at skipa fyri eykaaðalfundi við dagsskrá sambært lógum felagsins, men tá umboð fyri Føroya Lívstrygging verður bjóðað til aðal- fundin at greiða frá eftir- lønar- og lívstryggingar- viðurskiftum, so átti tað at verið sjálvsagt, at um- boðsmaðurin hjá Føroya Lívstrygging heldur seg til sannleikan og ikki kemur við ósannindum um eina tryggingar- skipan, sum hann helst ikki hevur førleika at úttala seg um. Felagslýsing um samstarv millum Føroyar og skotsku oyggjarnar Umboð fyri Føroya Lívstrygging siga ósatt