hósdagur 15. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 175 - 15. september 2005
Dagurin
15. september. Mariumessa síðari. Dagur hildin til minnis um ta sálarneyð, sum
gekk á Mariu Moy fyri tær líðingar, sonurin mátti tola. Í summum álmanakkum
stendur eisini navnið Áskel, ið er sama navnið sum svenska navnið Eskild.
Trúboðarin Eskild varð steinaður í hel við Eskildstuna í Svøríki umleið ár 1080.
Áskel merkir gudahjálmur.
Vinarbond vóru knýtt hin dagin,
vaktarskiftið var í Tinganesi.
Vinarbond, ið hildu fram til
dagin, deyðin gjørdi skilnað
okkara millum.
Hetta var tann 23. januar
1979, tá Finnbogi lat skrivstovu
sína frá sær úti í Tinganesi og
valdi at gerast vanligur ting-
maður aftur.
Finnbogi hevði tá sitið í fýra
ár sum landsstýrismaður, og
hugur hansara leitaði nú aðrar
vegir. Tægan, hann setti frá sær,
var ikki tóm, hann hevði avrikað
nógv hetta stutta skeiðið, og væl
var, at hann ikki slepti endanum
heilt, men helt fram sum ting-
maður.
Finnbogi hevði hetta vinnandi
lyndi, og tú visti altíð, hvar tú
hevði hann. Tað lá ikki til hans-
ara, at hvør tosaði øðrum eftir
munninum, og verri enn so
drógu vit altíð eina línu.
Teir stóru spurningarnir drógu
tó altíð samanaftur og sigast
kann, at Finnbogi var eins sann-
førdur tjóðskaparmaður, nú
hann legið árarnar inn eftir eitt
drúgvt og fjølbroytt lív í
politikki, sum hann var, tá hann
23 ára gamal kom inn á ting.
Finnbogi var besti politiski
lærumeistarin,
nakar
kundi
hugsað sær, og tað var ein sann-
ur fongur at sita undir hansara
orðum og fylgja fundvísa vís-
dómi hansara.
Ongantíð soleiðis, at hann
álegði nøkrum sínar hugsanir,
men altíð soleiðis, at leitað varð
eftir rætta grundarlagnum, áðr-
enn støða varð tikin.
Hann, ið ikki hevði ráð til at
hava Finnboga sum vin, var ein
fátækur maður.
Mangan var tað hann, ið
greiddi tær fløktastu línurnar,
setti orð á trupulleikarnar og
fann veg út úr myrkrinum. Ong-
antíð gjørdi hann nakað, hann
ikki frágera væl greiddi or-
sakirnar til, og altíð kendi tú teg
betri, eftir at torgreidd mál vóru
vend saman við honum.
"Lít ongantíð á ein, sum hevur
snýtt teg eina ferð," var ein boð-
skapurin eg minnist serliga væl.
Finnbogi var álitismaður burt-
urav, og hann fór úr politikki í
góðum árum. Hann segði so
mangan, at samfelagsmál høvdu
hansara stóra áhuga, og hann
slepti teimum so heldur ikki.
Gløggastu
viðmerkingar
komu framvegis úr hansara
penni, og á tingi merktist skill-
iga, at hann framvegis var har
okkara millum, hóast hann ikki
var partur av manningini longur.
Maðurin, sum sjálvboðin tók
landsstýrissessin í fíggjarmál-
um, tá ringast stóð til, fann
eisini veg burtur úr oyðini.
Sjálvandi lá tað honum fremst á
hjarta, at tað eisini framyvir
varð húsast væl í landsins bú-
skapi, og tað gjørdi Finnbogi
støðugt vart við í skrivt og talu.
Eingin fer órevsaður gjøgnum
politiska meldurin, og sárini eru
mangan ring at sleikja. Verstu
svøllirnir sita ofta í rygginum,
og tað er so ein treytin, ið hvør
okkara skal kenna, áðrenn hann
ella hon fer í takføri við hendan
meldurin, ið so nógv tráða eftir.
Tað var stórfingið at gerast
vinmaður Finnboga. Líka so
gleðilig, gevandi og berandi
tann kenslan var, líka so syrgi-
ligt, køvandi og oyðandi var tað
at missa hann burtur í góðum
árum.
Finnbogi var kendur fyri sítt
framúr góða politiska tev.
Hann var ein høvuðsmaðurin
aftanfyri søguligu samanrenn-
ingina millum tjóðveldisflokkin,
fólkaflokkin og javnaðarflokkin
í 1975.
Henda samgongan laðaði
stórar varðar eftir seg, har nevn-
ast kunnu yvirtøkan av post-
verkinum, umsitingin av skúla-
verkinum, fólkaskúlalógin og
keypi av Smyrli, ið øll vóru stór-
mál, sum Finnbogi umsat og
loysti úr lagdi.
Hóast hann tók seg av polit-
iska pallinum fyri nøkrum fáum
árum síðan, hevur sakligi og
skilagóði pennur hansara ríkað
politiska orðaskiftið fram til
dagin í dag.
Finnbogi var virkin maður á
føroyska mentanarpallinum, og
dugdi sum fáur at seta orð á
gerandisdagin bæði burturi og
heima.
Tað er ikki hvør sum helst, ið
stendur undir børu, tá Merkið
fer á hálva stong bæði í Tinga-
nesi og á Tinghúsvøllinum.
Finnbogi var heldur ikki hvør
sum helst.
Finnbogi náddi at virka bæði
sum løgtingsmaður, landsstýris-
maður og løgtingsformaður, har
hann sum landsins hægsti parla-
mentarikari legði stóran dent á
at bøta um arbeiðsumstøðurnar
hjá løgtingsmonnum.
Hann var formaður í ritstjórn-
ini, sum gav út søgu løgtingsins.
Eitt bókaverk í trimum bindum,
sum alstórur fongur er í.
Hann var ein av høvuðskreft-
unum aftan fyri føroysku tíð-
indasendingina, Dag og viku, og
bar kannuna av fleiri øðrum
serføroyskum sendingum.
Harumframt umsetti hann
fleiri skaldsøgur og nógvar
stuttsøgur.
Finnbogi var tikin úr leikum
sum málsnillingur, og hann
hevur ríkað føroyska málið og
politiska jørðildi við nógvum
tilfari, sum hann hevur lisið í
útvarpinum.
Eingin ivi um, at hann lá inni
við nógvum afturat, sum vit
høvdu glett okkum til at lesa og
hoyra, men soleiðis skuldi ikki
verða.
Skaldsøgan um Sverra kong,
sum hann umsetti og las í út-
varpinum var stak áhugaverd, og
har lá nakað eftir.
Alheimsgerðin og boðskap-
urin um, at politiska skipanin er
í ferð við at missa tamarhaldið á
maktini í verðini til tær heims-
umfevnandi fyritøkurnar, til
fjølmiðlarnar og áhugabólkar-
nar, var eitt hitt seinasta íkastið
úr Finnbogasa hondum.
Hesa søguna hevði hann
umsett úr: "Hini tigandi koll-
veltingini" eftir Noreene Hertz.
Aftan á virkna lív sítt á tingi,
gav Finnbogi okkum á henda
hátt framvegis meira innlit í
alheimsgerðina enn mangur
aktivur politikkari gjørdi.
Hann var góður við mál og
mentan okkara, og hevði framúr
gott máloyra og rødd, og sera
varisliga handfór hann hesi
virði.
Í yndisligu yrking síni: "Far
lítli útum ein løtu og spæl!"
dugdi hann sera hegnisliga at
svara fleiri av teimum mongu
gátuføru spurningunum í skap-
araverkinum.
Hann lat óvitan seta teir ein-
faldu spurningarnar, og abban
greiða lívsins óskiljandi loyni-
dómar fyri unga alvanum, og
síðani leggja teir í Harrans
hond.
Henda yrking og lagið eftir
Sámal Petersen er fólkaogn í
dag.
Tað er ein royndur lutur, at alt
og einki er okkum givið, og nú
grøvin er kastað til, og Finnbogi
er farin í Harrans hendur, standa
vit enn eina ferð hjálparleys og
leita eftir meiningini við lívin-
um.
Hann, ið hevur merkt deyðans
kalda gjóstur anda seg í nakkan,
gerst serliga glaður um lívið og
sær tað mangan í øðrum ljósi.
Har vit eru, er deyðin ikki, og
har deyðin er, eru vit ikki. So
einfalt er tað, og so fløkt er tað.
Soleiðis segði Epikur tað fyri
meira enn tveytúsund árum síð-
an, og soleiðis ílatin slotar
mannaættin framvegis eftir lív-
sins gátu.
Mín góði vinur Finnbogi er
farin, og einki verður longur tað
sama, sum tað var. Eg loyvi mær
at enda at leita upp nøkur orð, ið
hann setti saman um tann stóra
miss, honum og Ásu var fyri, tá
tey mistu lítlu dóttir teirra.
Einki longur er tað sama,
morgun kvøld er, dagur nátt.
Alt er broytt, nú lítil glæma
borin er um deyðans gátt.
Tí tað ljós í eystri rann,
morgunstund í vestri svann.
Eins og norðljós skært tað
skygdi,
men tó vónarbrýr tað bygdi.
Friður verið um minni Finn-
boga, og stórstu samkenslu hava
vit við Ásu, Jón, Høgna, næstra-
fóki, vinum og kenningum, sum
við deyða hansara hava mist
meira, enn vit eru ment at fata.
Hergeir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fjørður Finnboga
rógvin
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?