hósdagur 15. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 - 15. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Absalon Tvørfoss úr Norðragøtu andaðist í
heiminum sunnudagin 11. september, 70 ára
gamal. Kistan fór úr heiminum í kirkjuna í Gøtu
mikudagin klokkan 18.00. Jarðarferðin verður
hósdagin klokkan 14.00. Tey, ið vilja minnast
Absalon, kunna lata Kirkjuliga Missiónsfelagnum
eina gávu. Konto í peningastovnunum.
Charlotta Christiansen, Porkeri, andaðist mána-
dagin 12. september, 95 ára gomul. Jarðarferðin
verður leygardagin klokkan 14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Charlottu,
kunnu lata eina gávu til Missiónshúsinum í
Porkeri.
Saloma Frederiksen, Múli, andaðist á Norðoya
Røktarheimi sunnudagin 11. september, 92 ára
gomul. Kistan fer frá kapellinum hóskvøldið
klokkan 18 heim í Christianskirkjuna. Jarðarferðin
verður fríggjadagin klokkan 13.30 frá Christians-
kirkjuni í kirkjugarðin í Norðdepli. Tey, sum vilja
minnast Salomu, kunnu lata Norðoya Røktarheimi
eina peningagávu. Konto í Norðoya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá
okkara kæra mamma, vermamma, omma og
langomma
Gunnhild Sofía Johansen
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prest, berarar og kirkjutænarar.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til tykkum, sumf ylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til tykkum á Norðoya
Røktarheimi.
Vegna familjuna
Guðrun, Hanny, Sanna og Samaliea
Er Finnbogi at hitta? – Hvør Finn-
bogi, svaraði Lias í Rættará heldur
hvettin á málinum. Hann stríddist
við at festa tey seinastu tíðindini til
kvøldsendingina á blað niðri á
Bryggjubakka einaferð fyrst í
sexti-árunum. Eru fleiri finnbogar
har niðri á Bryggjubakka? Varð
spurt í telefonini. Ja! Var svarið
stutt og greitt.
Har vóru nevniliga tveir finn-
bogar, Finnbogi Isaksen – seinni
Ísakson – og Finnbogi Johannesen.
Annar tíðindamaður, annar tøkn-
ingur. Báðir høvdu teir sín stóra lut
í tí, sum borðreiðast skuldi fyri
lurtarafjøldini.
Finnbogi Ísakson kom oman á
Bryggjubakka at hjálpa okkum
fámentu har, meðan hann gekk í
studentaskúla uppi í Hoydølum.
Hans Jacob Debes, sáli, var tann
fyrri ið kom at veita okkum hjálp;
og tá hann fór uttanlands at lesa,
spurdi Niels Juel Arge hann, um
hann kundi vísa á onkran annan har
uppi í Hoydølum, sum kundi vera
okkum til eins góða nyttu og hann
– Hans Jacob – hevði verið, var
hann ikki í iva. Finnbogi Ísakson
var tann rætti. Óneyðugt er at siga,
at so var. Við sínum stóra hugflogi,
virkisfýsni, gløggskygni og vit-
borna ansi kveikti hann nýtt lív í
tær heldur fábroyttu sendingar, vit
fámentu evnaðu at gera.
Tey 11 árini vit starvaðust saman
niðri á Bryggjubakka knýttu okk-
um báðar neyvt saman. Minni enn
so altíð samdir. Tá serliga um
politiskar spurningar ráddi, vóru
vit ikki altíð á einum máli, men tá
um málsligar spurningar ráddi,
vóru vit tað.
Samskiftið okkara millum stóð
við, eftir at hvør var farin til sítt.
Finnbogi í politikki. Eg verandi í
útvarpinum. Mær rann altíð tíðum
til hansara og frøddist mangan um
tað, hann – sum fráleið royndur
politikkari og røðusnillingur –
dugdi at bera fram í politiskum
orðaskifti á tingi.
Smátøkin var hann ikki – kanska
í so stórtøkin við hvørt. Tað gav at
bíta, tá vit mangan hittust bæði her
og har.
Hvat mansevni var í honum
stendur skilliga prógvað í nýtíðar
politisku og mentanarsøgu okkara.
Fyri okkurt um fjúrtan døgum
ella trimum vikum síðan, var eg og
vitjaði Finnboga og Ásu. Tá var
mær dátt við. Steðgurin var stuttur,
og tá eg beyð honum farvæl, bað
hann meg koma niðanaftur at vitja.
Tungur í huga og omansleipin leit-
aði eg mær aftur til húsa heim við
alra forgeingiligleika í huga. Hugs-
að var nógv um teg, góða Ása.
Hvíl í friði kæri vinmaður.
Ívar
At munur er á bygd-
armálinum í Skopun
og býarmálinum í
Havn, fekk ein skop-
uningur at sanna, tá
hann skuldi hava eitt
navnaskelti til bátin.
BÁTARØKT
Snorri Brend
Skopun: - Nei, tað er einki
stórvegis arbeiði vit gera.
- Hetta er meiri at kalla
eitt lítið vask av bátinum,
sigur skopuningurin, Regin
Johannesen.
Týsmorgunin í farnu
viku vóru hann og hin
eigarin av bátinum, Arnold,
í ferð við at hampa um bát
teirra "Fagreklettur".
Hann stóð á havnalag-
num í Skopun, har Regin
sjálvur var í ferð við at
trýstspula
bátin
innan,
meðan Arnold arbeiddi inni
í stýrihúsinum.
Teir høvdu tikið bátin
upp kvøldið fyri, og vænt-
aðu at hann skuldi fara á
sjógv aftur seinni í vikuni.
Regin var annars í ferð
við at hoyggja, men terrin
var lítil henda týsdagin. So
teir avgjørdu bara at brúka
tíðina í bátinum ístaðin fyri.
Bygdarmál
Teir báðir keyptu hetta
tíggjumannafarið fyri fýra
árum síðani frá einum
manni í Havn, sum hevur
havt stóran týdning fyri før-
oyskt mál og føroyska
mentan.
- Ja, hevði hann vitað
skilið um navnið á bátin-
um, sigur Regin skemtiliga.
Eftir at teir báðir høvdu
yvirtikið bátin skuldi hann
sjálvandi hava eitt navna-
skelti. Hetta arbeiðið tók
Regin sær av.
Hann ringdi til eitt stað í
Havn fyri at biðja um eitt
navnaskelti til bátin. Og tað
kom eisini suður nakað
seinni.
Tað var tástaðni, at Regin
skilti, hvussu stórur munur
er á bygdarmáli og býar-
máli.
- Her í Skopun úttala vit
jú Fagriklettur sum Fagre-
klettur - við denti løgdum á
E'ið - uttan at eg hugsaði
stórvegis um tað beint tá.
- Tey hava helst eisini
uppfatað navnið soleiðis, tí
tá vit fingu navnaskeltið til
bátin so stóð har Fagre-
klettur og ikki Fagriklett-
ur!, sigur Regin við brosi á
kinn.
Men nú skal navnið stav-
ast so sum tað eigur. Sum
ein part av arbeiðinum, teir
nú gera, skal rætt navna-
skelti setast á bátin.
Hereftir eitur og stavast
Fagriklettur tí Fagriklettur.
Finnboga Ísakson til minnis
Fagriklettur stavast við E
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæra kona, móðir, vermóðir og omma okkara
Sunneva Gaardlykke
Miðvágur, vanliga nevnd Uva
doyði og varð jarðað.
Tøkk til prest, sangarar, kirkjutænarar og til tykkum øll,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini.
Eisini ein tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu so væl
til á einhvønn hátt við ervinum.
Tøkk fyri blomur, kransar, heilsanir og tøkk til tykkum
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Samson
Regin Johannesen ætlaði sær at hoyggja henda týsdagin í farnu viku. Men tá eingin terri var,
avgjørdi hann bara at arbeiða í bátinum
Mynd: Jens Kr. Vang