hósdagur 15. september 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 175 - 15. september 2005
Reyði Krossur í Før-
oyum hevur sent enn
meiri pening til afrik-
anska landið Niger, og
nú eisini til USA
NEYÐHJÁLP
Snorri Brend
Hjálp: Fyri føroyingar er
eingin munur á teimum
svøltandi í afrikanska land-
inum Niger og á teimum
mongu í USA, sum hava
mist alt, tey áttu eftir ódn-
ina Katrinu.
Tað kann Reyði Krossur í
Føroyum í øllum førum
staðfesta, nú tey hava gjørt
upp fyri tann innsavnaða
peningin til hesi bæði
neyðstøddu økini.
– Vit hava higartil fingið
hesar gávur, sum er merkt-
ar til hetta: Til Nigeru eru
innkomnar 19.100 kr, og
3.000 kr. til USA, upplýsir
Reyði Krossur.
Hesin peningurin ger eis-
ini mun hjá fólkinum á
hesum støðum, men kortini
er neyðugt við enn meiri
pening.
Í Niger er serligur tørvur
á peningi at gjalda mat fyri
júst nú. Væntast kann hin-
vegin, at um nakrar mánað-
ir fer heystingin at geva
nakað av mati.
– Tí hava vit aftur sent
50.000 kr., ella í alt
100.000 kr. til neyðhjálpina
í Niger og har um leiðir,
sigur Reyði Krossur.
Peningin til USA hevur
felagsskapurin sent umveg-
is Dansk Røde Kors.
Nýggja bókin Nátt-
úrusøga. Dýr og plan-
tur hjá Føroya Skúla-
bókagrunni er snøgg,
upplýsandi og sera
løtt at finna runt í
BÓKAÚTGÁVA
Bókin Náttúrusøga. Dýr og
plantur er ætlað sum ein
hent bók hjá teimum, sum
vilja vita meira um tey ein-
støku dýrini og tær ein-
støku planturnar í Føroy-
um.
Løtt og livandi
Á einum løttum máli verð-
ur greitt frá, hvussu dýr og
plantur liva. Frá byrjan
hevur høvundurin valt at
leggja dent á at lýsa tey ein-
støku dýrini og planturnar,
heldur enn vistfrøðina.
Ongar myndir eru í bókini -
hinvegin eru ofta stuttu um-
røðurnar av vøkstrum og
verum óvanliga lættar hjá
lesaranum at taka til sín,
samstundis sum tær eru
sera upplýsandi. Hartil hev-
ur bókin eitt greitt og væl
skipað innihaldsyvirlit, og
aftast er eitt drúgt leiti-
orðayvirlit.
Ískoyti
Bókin byggir á tær tríggjar
gomlu Dýralærurnar, sum
tey flestu kenna. Um tað
mundi, tá handritið til Nátt-
úrusøgu
varð
skrivað,
vórðu lærugreinir sum lív-
frøði grundleggjandi um-
skipaðar og gjørdust partur
av nýggjari lærugrein, ið
fekk heitið »Náttúra og
tøkni«. Sum avleiðing av
hesum
fór
Skúlabóka-
grunnurin undir útgávu av
ikki bara høvuðsverkunum
Náttúra og tøkni, 1,2 og 3,
men eisini hópin av fjøl-
broyttum ískoytistilfari til
nýggju lærugreinina.
Náttúrusøga.
Dýr
og
plantur er ein tílík ískoytis-
bók at taka til hjá lærarum
og næmingum, sum sjálvir
skulu finna sær tilfar fram.
Enn vantar tilfar um før-
oysku náttúruna, eisini á
ymsum torleikastigum og
vónar Skúlabókagrunnurin,
at hendan bókin kann vera
eitt íkast.
Tað er Theodor Hansen,
fyrrverandi lærari, sum
hevur skrivað Nátturusøga.
Dýr og plantur. Bókin er
260 síður og fæst í bóka-
búðunum.
-ave-
Seinasta vikuskiftið
vann Rannvá Kára-
dóttir kappingina
Dansolution í
Keypmannhavn.
Dansolution er ein
árlig kapping, sum
Dansescenen skipar
fyri. Í ár vóru 16
koreografar valdir út
til at sleppa at luttaka
í kappingini
KAPPING
Kappingin byrjaði 7. sep-
tember og endaði leygar-
kvøldið 10. september.
Eftir at allar koreografiurn-
ar høvdu verið framførdar á
Dansescenen í síðstu viku,
vóru sjey stykki vald út til
finaluna leygarkvøldið. Tað
vóru áskoðarnir, ið kundu
atkvøða, hvør skuldi vinna
kappingina, og var tað
koreografiðin hjá Rannvá,
ið fekk mest atkvøður.
Umframt Rannvá vóru
tveir aðrir vinnarir, ið
vórðu valdir av einum
dómarapaneli. Vinningin-
urin er at gera eina nýggja
produktión til Dansesce-
nen, sum skal sýnast fram i
mars 2006. Harafturat skal
vinnandi stykkið sýnast
fram í Malmø og London.
Stykkið
hjá
Rannvá
hevur heitið »Too short…«.
Dansarir vóru Seke Chimu-
tengwende, Rannvá Kára-
dóttir og Kristina Sørensen,
og hevði Marianna Mørk-
øre gjørt búnarnir.
Føroyingar hava møgu-
leika at síggja hetta verk á
Tjóðpalli Føroya 28.-29.
oktober.
Ferðaráð Føroya
hevur latið prenta
nýggjan faldaran
»Kava í Føroyum -
eitt hav av uppliving-
um«, har millam
annað verður víst á
mong góð støð at
kava kring oyggjarnar
Nýggjur faldari
Havið kring Føroyar sigst
vera eitt hitt reinasta í
verðini, og kring oyggjarn-
ar eru hópin av góðum og
vøkrum plássum at kava.
Bert fá hava upplivað vakra
og fjølbroytta havbotnin
við Føroyar, men í nýggja
faldaranum »Kava í Føroy-
um« fæst nú góð vegleiðing
um bæði støð og vøkstur.
Rannsóknarferð
Tá ið tú kavar, kanst tú fara
á eina rannsóknarferð í
taraskógini, kanna djóralív-
ið í havsins holum, ella
sveima millum planturnar í
einum
fjølbroyttum
og
fjarskotnum heimi.
Í tøttu taraskógini kring
Føroyar vaksa nógv ymisk
tarasløg, og javni hitin í
sjónum og skiftandi hav-
botnurin kring Føroyar
menna eitt ríkt og fjølbroytt
djóralív, og ger hetta hav-
botnin sera vakran á at líta.
Nógv áhugavert er at síggja
í rivum og undir steinum.
Í
faldaranum
kann
ferðamaðurin umframt at
nema sær kunning um góð
kavingarstøð, eisini læra
um okkara plantu- og
djóralív undir vatnskorp-
uni. Viðurskifti, sum ein
skal fyrihalda seg til tá ið
kava verður, eru sálvandi
eisini við, tí trygdin skal
verða av tí besta.
Dagført tilfar
Tilfarið í nýggja faldaran-
um hevur í fleiri ár ligið úti
á gomlu heimasíðuni hjá
Ferðaráð Føroya og varð
upprunaliga skrivað í sam-
starvi við m.a. Smyril Line,
kavarafeløg og ferðaskriv-
stovur. Nú er alt tilfarið
umsíðir samla í tíðarhósk-
andi faldara. Tilfarið er
dagført, og er sniðið broytt.
Faldarin er tøkur á donsk-
um, enskum og føroyskum.
Umframt faldaran, er eis-
ini nýggj heimasíða á trim-
um málum á veg um kav-
ing, og verður hetta vænt-
andi ein hjálpandi liður í
menningini av, at selja
Føroyar sum eitt ferða-
mannaland við nógvum
virknum tilboðum til ferða-
fólk.
Faldarin fæst ókeypis á
kunningarstovum
kring
landið.
-ave-
Rannvá vann
Dansolution í
Keypmannahavn
Føroysk hjálp til Niger og New Orleans
Mynd: Marianna Mørkøre
Snøgg Náttúrusøga
Eitt hav av upplivingum
Umrøðurnar av verum øg vøkstrum í nýggju Náttúrusøga. Dýr
og plantur eru sera upplýsandi og lættar hjá lesaranum at taka
til sin