hósdagur 15. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 175 • hósdagur • 15. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Motión-
istarnir
við til FM
Leygardagin á mið-
degi verður súkklað
av á keiini á Toftum,
og síðani verður
hildið fram heilt til
plantusøluna í Havn
SÚKKLING
tíðindaskriv
Kappingin er árliga FM
kappingin í landavegs-
súkkling fyri unglingar
og teir vaksnu, eingin
broyting er á rutuni og
fyriskipanini
annars,
kappingin
er
meinlík
kappingunum
undan-
farnu árini.
Í ár verður tó, sum naka
nýtt, roynt at fáa motións-
súkklarar við. Rutan hjá
teimum er tann sama sum
hjá teimum vaksnu, men
um onkur ikki sær seg
føran fyri tí rutuni, kann
hann fylgja rutuni hjá
unglingunum, sum er
nakað lættari og styttri.
Fyri at mótiónistarnir
skullu kenna seg tryggar
á túrinum, verða fylgibil-
ar. Í bilunum er møgu-
leiki at goyma sær ein
eyka drekkidunk, eyka
klæðir ella annað, sum
tørvur kann verða á.
Rutan
hjá
teimum
vaksnu gongur av Toft-
um, um Eiðisskarð, suður
gjøgnum Sundalagið, eft-
ir Oyggjarvegnum til
Havnar. Nøkur umfør
verða súkklað í Havn og
málið er við Plantusøluna
á Hvítanesvegnum. Í alt
100 km.
Rutan hjá unglingunum
gongur um Eiðsskarð,
suður gjøgnum Sunda-
lagið, gjøgnum Kald-
bakstunnilin til Havnar.
Nøkur
umfør
verða
súkklað í Havn og málið
er við Plantusøluna á
Hvítanesvegnum. Í alt 70
km.
Roknað verður við, at
fyrstu súkklararnir koma
á mál eftir klokkan 14:30,
og teir seinastu verða
helst komnir á mál um-
leið klokkan 16:30.
Tórshavnar Súkklufelag
skipar fyri flutningi av
súkklum og luttakarum úr
Havn inn á Toftir, luttak-
arar kunnu møta á Hálsi
við gamla Føroya Tele
bygningin eftir klokkan
10:00 leygarmorgunin.
Fari verður av Hálsi
klokkan 10:30.
Joan er best í Danmark
Eftir álvarsliga
ferðsluóhappið, sum
hon var fyri í fyrraári,
er Joan Bláfoss av
álvara farin at gera
um seg í donskum
triathlon-kappingum
TRIATHLON
Jákup Mørk
Stóra málið, sum fyri
tveimum árum síðani æt
Oyggjaleikir, hvarv sum
døgg fyri sólini, tá Joann
Bláfoss stutt undan leikun-
um var fyri óhappi á súkklu
síni. Eitt óhapp, sum í
fyrstu atløgu kostaði eitt
brotið kjálkabein og nakrar
ógvusligar forbrenningar.
Og tá hetta var um at koma
í rættlag, kundu læknarnir
staðfesta, at brot eisini
hevði verið á handliðinum,
og so varð neyðugt við enn
longri steðgi.
Ítróttin koyrdi undir
meg
Ein slíkur steðgur kundi
helst tikið mótið frá teim-
um flestu, men triathlon
íðkarar eru kanska nakað
fyri seg. Joan hevði í øllum
førum ikki nakran hug at
gevast, og sjálvur sigur
hon, at ítróttin kanska var
tað, sum koyrdi enn meira
undir hana í so máta.
- Eg vónaði sjálvandi, at
eg aftur skuldi sleppa í holt
við ítróttina. Og júst hetta
var kanska eisini tað eyka
sparkið, sum koyrdi enn
meira undir meg.
- Fyri einum ári síðani
byrjaði eg so at venja reglu-
liga. Eg teknaði meg sum
lim hjá Københavns Triath-
lon Klub, og siðani havi eg
bara drivið á, sigur hon.
Hon viðgongur tó, at tað
tók drúgva tíð, áðrenn hon
aftur setti seg á hjólhestin,
sum jú eisini er partur av
triathlon-kappingini.
- Eg ætlaði mær alt fyri
eitt í gongd aftur. Og longu
í fjør vár keypti eg mær
nýggja súkklu. Men hon
slapp so at standa í frið í
nærum eitt ár. Nústaðni í
vár byrjaði eg spakuliga
aftur at súkkla, og hóast tað
nú eru fimm mánaðir síð-
ani, so eri eg framvegis
meira varin. Tað er sjálv-
andi nakað, sum eg skal
arbeiða við, men hinvegin,
so kenni eg tað eisini
onkursvegna, sum eg seti
størri prís á tingini nú, og
kanska ansi betri eftir mær
sjálvum, heldur hon.
Gull og bronsa
Og skal tosast um kapping-
ar, so er lítið at ivast í, at
liðfelagarnir í felagnum
eisini seta prís upp á Joan.
Í summar vann hon gull-
merki á OL-teininum í sín-
um aldursbólki - 25 til 29 ár
- tá DM-kappingin fyri
einstaklingar varð hildin.
Joan hevði ein sera góðan
dag, og tíðin hjá henni lá
heilt nær teimum tíðum,
sum veruliga elitan í Dan-
mark megnar. Ein elita,
sum í fleiri førum hevur
gjørt um seg á altjóða tind-
unum. Og seinasta viku-
skifti vann liðið hjá KTK
bronsu, tá DM í sprint-
triathlon var á skránni. Og
tað restaði ikki nógv í,
áðrenn talan varð um enn
fínari heiðursmerki. Bara
49 sekund vóru upp til
vinnandi liðið.
Flott úrslit, sum Joan
eisini er errin av, men hon
viðgongur, at møðin nú er
um at gera um seg.
- Tað krevur jú nógva
venjing. Sjálv royni eg
halda einar 10-12 tímar við
effektivari venjing hvørja
viku, og so eru tað eisini
kappingarnar. Her á Sæ-
landi er í øllum førum ein
kapping
um
mánaðin.
Onkra tíð tvær og so eru
sjálvandi eisini aðrar kapp-
ingar, sum tað ber til at fara
til. Sjálv havi eg kanska
eisini verið dekan ov altráð
eftir
kappingum
hetta
fyrsta árið, og tí er møðin
av álvara farin at kennast
nú. Kroppurin skal jú eisini
hava hvíld, eftir tvey ár utt-
an veruligar kappingar, er
hetta av álvara farið at
merkjast. Tí havi eg gjørt
av, at eg longu nú fari í
»vetrarfrí«, men talan verð-
ur ikki um nakran drúgvan
steðg, sigur hon.
Fyrireikingarnar til nýtt
kappingarár skulu jú eisini í
gongd sum skjótast. Eitt ár,
har Joan - um hon heldur
fast í framgongdini - veru-
liga kann lyfta seg upp
millum tey allar fremstu í
ríkinum.
Joan Bláfoss, sum her sæst renna seainasta teinin av Sprint-triathlon, hevur veruliga bitið seg fastan í toppin av donskum
triathlon-íðkarum
Triathlon er kapping, har luttakaranrir svimja,
súkkla og renna ein ávísan tein. Mest kendi av
hesum er sonevnda Ironman-kappingin. Har
verður svomið 3.800 m, súkklaðir verða 180 km og
at enda verður runnið heilt marathon. T.e. 42.195
metrar
OL-teinurin er samansettur við 1.500 metra
svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning
Sprint-triathlon er 750 m svimjing, 20 km súkkling
og 5 km renning
FAKTA