hósdagur 15. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 175 - 15. september 2005
Triathlon
kapping
fyri lið
Føroya Triathlonfelag fer
nú undir at skipa fyri lið-
kapping á sprint-teininum
í triathlon. Tann kapp-
ingin verður 23. oktober,
og er hon opin fyri bæði
feløg, stovnar og onnur,
sum hava áhuga at seta
eitt lið saman.
Oktober mánaður verð-
ur annars ein mánaður,
har nógv fer at ganga fyri
seg innan triathlon-ítrótt-
ina. Í alt ferða ikki færri
enn fýra kappingar hildn-
ar. 2. oktober verður FM í
1/8 triathlon (sprint). 9.
oktober verður kapping í
Duathlon, har svimjingin
ikki er partur av kapp-
ingini.
23. oktober verður so
liðkappingin í sprint,
meðan
FM-kappingin
OL-teininum verður tann
30. oktober.
-mørk
Real Madrid
fekk bank
Lyon vann heili 3-0
á Real Madrid, sum
soleiðis hevur fingið
eina stak ringa
byrjan upp á
kappingarárið
Um vikuskiftið tapti Real
Madrid á heimavølli í
sponsku La Liga, og týs-
kvøldið gjørdist talan so
um sannan avsmurning,
tá stjørnusetta liðið vitj-
aði í Lyon í fyrsta dystin-
um í bólkaspælinum í
Champions League kapp-
ingini.
Aðra staðni í Europa
vísti Rosenborg, at hóast
trupulleikar í heimligu
kappingini, so kann liðið
enn gera um seg í Europa,
og verjandi meistararnir
úr Liverpool fingu eisini
eina góða byrjan. Teir
vunnu trupla útidystin
móti Betis við 2-1.
Úrslitini týskvøldið vóru
annars hesi;
Milan-Fenerbache
3-1
Chelsea-Anderlecht
1-0
Artmedia Bratislava-
Inter
0-1
Lyon-Real Madrid
3-0
Olympiakos-
Rosenborg
1-3
PSV Eindhoven-
Schalke 04
1-0
Rangers-Porto
3-2
KÍ-VB:
Tað stendur
heilt nógv upp
á spæl
Í Klaksvík siga teir
seg hava gott mót,
og tað hava vágbing-
ar eisini, hóast ein
av mest sentralu
monnunum ikki
verður við í kvøld
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Tað stendur heilt nógv
upp á spæl, tá ið KÍ og VB
í kvøld fara at spæla
landskappingardyst
í
Klaksvík. Bæði feløgini
eru framvegis í vanda fyri
at flyta vinnur. Um ein
vinnari verður funnin í
kvøld, so fer hesin at taka
stórt fet burtur frá keði-
ligu hóttanini.
- Fyri fyrstu ferð síðani
í mai mánað hava vit
spælt tveir landskapping-
ardystir á rað uttan at
tapa. Vit hava vunnið í
Gøtu og spælt javnt á
heimavølli móti Skála.
Tað halda vit boðar frá
góðum
hugburði,
og
sjálvandi fara vit á vøllin
hóskvøldið fyri at fáa øll
stigini, verður sagt úr
Klaksvík.
Alt fólkið er tókt hjá
KÍ. Eisini miðvallarin
Høgni Madsen, sum var
leikbannaður móti Skála.
Tað ber við sær, at tað er
ikki frítt, at tað er kapping
um plássini á KÍ liðnum.
Unglingaspælarin Krist-
offur
Jacobsen,
sum
fríggjakvøldið skal spæla
hálvfinalu í unglinga-
deildini í Runavík, stóð
seg væl, tá ið hann varð
skiftur inn móti Skála, og
hann er eisini boð upp á
pláss millum teir fyrstu
ellivu.
Vágbingar fara frá hús-
um í morgun, og teir
koma ikki til hús aftur
fyrrenn
mánakvøldið.
Eftir túrin í Klaksvík fara
teir í morgin til Íslands,
har teir skulu vitja vinar-
býin hjá Vági, Sandgerði,
og spæla móti Reynir,
sum í dag fyllir 70 ár.
Men fyrst snýr tað seg
um ferðina til Klaksvíkar
og uppgerðina móti KÍ og
takið at sleppa burtur úr
botninum.
- Mortan úr Hørg venur
í Havnini. Annars hava
allir spælararnir verið til
venjingar her suðuri í hesi
vikuni, og lagið er gott,
hóast vit sjálvandi iðraðu
okkum um, at tað ikki
eydnaðist at halda tørn og
harvið at vinna í Fugla-
firði, verður sagt úr Vági.
Hjá VB er tað sjálvandi
stórur smeitur, at Milan
Kuljic, sum man vera ein
tann stinnasti miðvallarin
í
føroyskum
fótbólti,
verður leikbannaður í
kvøld.
VB hevur annars staðið
seg væl móti KÍ í ár. Í 2.
umfari 3. apríl endaði tað
1-1 í Klaksvík. Tá var VB
á veg móti sigrinum, men
í evstu løtu gjørdu teir
óneyðugt brotsspark, sum
KÍ umsetti til mál. 26.
juni vann VB í 14. umfar-
inum stórsigur á KÍ á
Vágseiði. Úrslitið var 6-1.
Dysturin í Klaksvík í
kvøld verður klokkan
19.15, og sambært dóm-
arayvirlitinum verður tað
Dagfinn Olsen, formað-
urin í Dómarafelagnum,
sum verður 23. maðurin á
vøllinum.0
Higartil í ár hevur VB staðið seg væl í uppgerðunum móti
KÍ. Og stigini eru ikki minni týdningarmikil hesaferð, enn
tey hava verið
Andrew hevur
mist makkaran
Vlada burtur í
eitt hálvt ár
Toppskjúttin í Frem-
ad Amager er í vikuni
farin úr felagnum, og
ein annar spælari,
sum sigst at vera
rættuliga málsøkin, er
komin í felagið
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Tað hevur sum heild gingið
væl hjá Andrew av Fløtum
og Fremad Amager tað,
sum er farið av hesum
kappingarárinum. Tað hava
onnur feløg eisini lagt til
merkis, og tað vil siga, at
feløg, sum kanska eiga
fleiri pengar enn Fremad
Amager, eru áhugað í at
knýta spælarar hjá Fremad
Amager at sær.
Fyrst í vikuni var greitt,
at toppskjúttin og álops-
felagin hjá Andrew av
Fløtum, Henrik Toft, sum
hevur verið hálvt annað ár í
Fremad
Amager,
nú
beinanvegin fer til Vejle,
sum Fremad Amager síðsta
vikuskifti vann móti á
heimavølli. Vejle hevur
stóran ætlanir um at endur-
vinna plássið í bestu deild-
ini, men fyrstu umførini í
hesum
kappingarárinum
hevur tað ikki hilnast nakað
serligt hjá teimum í næst-
bestu deildini.
Álopsspælarin
hevði
skrivað undir sáttmála við
Vejle frá nýggjárinum av,
men nú hevur Vejle lagt so
mikið av pengum á borðið,
at teir i Fremad Amager
hildu tað ikki vera ráðiligt
at seta seg ímóti, at hann nú
beinanvegin flutti til Jyl-
lands. 24 ára gamli og 196
cm høgi Henrik Toft hevur
spælt 50 dystir og skorað
19 mál fyri Fremad Amag-
er. Í teimum fyrstu sjey um-
førunum í hesum kapping-
arárinum hevur hann skor-
að sjey mál.
Maður kemur í mans
stað, plagar at verða tikið
til, og soleiðis er tað eisini í
hesum førinum. Andrew
hevur havt tveir kappingar-
neytar til álopsplássini, og
tað fer hann eisini at hava í
framtíðini. Fremad Amager
hevur skrivað undir sátt-
mála við Martin Skov, sum
tvey tey seinastu árini hev-
ur spælt við Amager Uni-
ted, sum er seriulið. Har
hevur hann í 70 dystum
skorað 82 mál!
Nýggi álopsspælarin er
ikki ókendur í Fremad
Amager. Har spældi hann í
2003, og tá varð hann skrá-
settur fyri at hava skorað
trý mál.
Fremad Amager skal í 8.
umfarinum í næstbestu
deildini spæla á útivølli
móti Brønshøj. Dysturin
verður seinnapartin leygar-
dagin á Tingbjerg stadion í
Keypmannahavn.
Arnhold Berg hevur
ilt við at koma seg
heilt eftir knæskaðan,
og tað er óvist, um
Bjarni Jørgensen
verður førur fyri at
spæla móti HB
SKÁLA
Jóannes Hansen
Á Skála og á Strondum er
fótbóltsfepurin framvegis
eins høgur, og hann hevur
verið tvey tey seinastu
árini. Kanska er hann eitt
vet hægri, enn hann nakr-
antíð hevur verið. Í hvussu
so er, so er tað framvegis
soleiðis, at Skála er á odda,
og at teir harvið liggja best
fyri í FM kappingini.
Sunnudagin verður topp-
dystur á Skála, tá ið HB fer
at vitja, og tað er longu
greitt, at manningarligu
fyritreytirnar hjá Skála ikki
eru so góðar, sum tær hava
verið.
Sambært heimasíðuni hjá
Skála Ítróttarfelag, so varð
málverjin, Vlada Filipovic,
lagdur
undir
skurð
á
Landssjúkrahúsinum
á
middegi mánadagin. Hæls-
inan varð seymað saman
aftur, og boðini, sum mál-
verjin fekk, vóru, at hann
skal halda seg heilt burtur
frá fótbólti næsta hálva
árið, og tríggjar tær fyrstu
vikurnar skal hann halda
seg heilt í frið á Strondum,
har hann býr.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at Skála málverjin
ikki fer at spæla aftur í ár,
og um hann heldur seg til
tað, sum læknarnir hava
givið honum boð um, so
verður hann heldur ikki
millum áskoðararnar, tá ið
HB sunnudagin fer at spæla
á Skála.
Sunnudagin loysti Eugen
Voda av í Skála málinum,
og tað verður eftir øllum at
døma hann, sum fer at verja
málið sunnudagin.
Har ein skriðan er lopin,
er onnur væntandi, plagar
at verða tikið til. Sunnu-
dagin noyddist evnaríki
Skála miðvallarin, Bjarni
Jørgensen, at gevast í
Klaksvík. Í kapprenning
við mótstøðumann steðgaði
hann knappliga á og bað
um at sleppa av vøllinum.
Talan er um vøddaskaða.
Bjarni hevur ikki vant
síðani, og á Skála hava teir
ikki góðar vónir um, at
hann fer at verða tøkur
sunnudagin móti sínum
barndómsfelag.
Tað hevur heldur ikki
gingið nakað serligt hjá
Arnholdi Berg síðstu tíð-
ina. Krútsterki verjuspælar-
in var burturi frá alla fyrru
hálvu orsaka av kross-
bandsskaða. Undan summ-
arsteðginum spældi hann
onkra løtu, og eftir stutta
summarsteðgin tóktist tað
sum um, at hann hevði
vunnið fast pláss á høgra
vongverja. Men tær sein-
astu ferðirnar hevur Arn-
hold spælt lítið. Orsøkin er
tann, at tað er torført hjá
honum at koma seg heilt
eftir knæskaðan.
Oman á allar skaðarnar,
sum plága oddaliðið, telur
tað á positivu síðuni, at
veteranurin Alexandur Jo-
hansen, sum mest sum
einki hevur spælt í ár or-
saka av fótskaða, nú er við
aftur. Hann var eina løtu á
vøllinum í Klaksvík, og tað
kann væl fara at vísa seg, at
hann kann gerast rættuliga
týdningarmikil í endaspurt-
inum.