hósdagur 15. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fimm tær bestu
fløgurnar
í mínum
fløgusavni
3
Ein góð fløga skal flyta meg
kensluliga, hon skal svinga og
vera væl spæld, og so skal tón-
leikurin vera góður. Tónleika-
stílurin er ikki týdningarmikil
sigur Jónas Bloch Danielsen
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Jónas Bloch Danielsen
hevur seinastu árini
ferðast kring allan
heim, sum ljóðmaður
hjá Teiti. Gerandis-
dagurin er fyltur við
tónleiki, bæði á kon-
sertunum og í bilinum á
teimum ofta longu bil-
túrunum,
tí
stórur
partur av fløgusavni-
num er við á hansara
Ipod.
Jónas hevur livað av
at fáast við tónleik í
síðan fyrst í 90’unum.
Hann hevur útbúgving
sum ljóðtøkningur úr
Avstralia, og hevur
arbeitt úti og heima í
útvarpi,
sjónvarpi,
sum upptøkutøkningur,
ljóðblandari av fløg-
um, og hevur gjørt ljóð
á nógvum hundra kon-
sertum. Hann er uttan
samanbering
Føroya
mest royndi ljóðmaður.
Føroya best dámdi
bólkur í løtuni 200,
hevur kosið Jónas tann
fjóra limin í bólki-
num. Hann hevur tikið
báðar fløgurnar hjá
bólkinum upp, og ger
ljóð hjá teimum, tá
teir spæla konsertir.
Spælir gittar
Men Jónas er eisini
gittarleikari, sein-
astu 8 árini hevur hann
spælt gittar í MC-Hár,
og var eisini eitt
mundið gittarleikari á
barrum í Havn, tá hann
og Eyðun Ásason fyltu
støð sum Manhattan,
Mimir
og
Cleopatra
vikuskifti eftir viku-
skifti.
Fjølbroytt
fløgusavn
Planet.fo hevur biðið
Jónas um at valt fimm
tær bestu fløgurnar
burtur úr teimum nógvu
hundra, ið hann hevur á
hyllunum í íbúðini á
Oyrasundskollegiinum.
Fløgusavnið er sera
fjølbroytt, við flest
øllum tónleikastílum
umboðaðum.
Ein
góð
fløga skal flyta meg
kensluliga, hon skal
svinga og vera væl
spæld, og so skal tón-
leikurin vera góður.
Tónleikastílurin ikki
týdningarmikil, sigur
Jónas, mær dámar so
ótrúliga nógv ymiskt.
Nøvn sum Led Zeppe-
lin,
Grant
Green,
Bjørk, The Clash, Pink
Floyd,
Neil
Young,
Griffin House, Teitur
og AC DC eru uppi og
venda,
áðrenn
hann
velur júst tær fimm, ið
hann metir eru tær all-
ar bestu.
Sonic Youth - nurse
Hetta
er
ein
fløga,
sum
eg
havi lurtað ótrú-
liga nógv eftir í
bilinum,
meðan
eg havi koyrt
runt við Teiti.
Sonic Youth er
ein gamal bólk-
ur, sum rokkar
uppá tann harða
og
stuttliga
mátan, og bólkurin gerst bara
betur við árunum. Sonic Youth var uttan iva
besta innslag á Roskilde Festivalinum í
ár. Eg keypti fløguna, meðan eg var í USA.
Eg hevði hoyrt um Sonic Youth í nógv ár,
men hevði ongantíð sett meg inn í
tónleikin. So keypti eg eina fløgu og varð
blástur um koll.
Coleman Hawkins encounters
Ben Webster
Hetta er ivaleyst
besta
fløga
í
mínum savni. Eg
keypti hana fyri
umleið fimtan árum
síðan. Eg hoyrdi
hana hjá mammu-
beiggja mínum og
fór beint at keypa
hana.
Hetta
er
vælsvingandi jassur, við nøkrum av heimsins
bestu tónleikarum. Har eru umframt Hawkins og
Webster, Oscar Peterson, Alvin Stoller, Herb
Ellis og Ray Brown. Fløgan ljóðar ordiliga
væl. Serliga væl saman við konufólki.
Á fløguhúsanum stendur "An excellent com-
parison between Hawkins and Webster - perhaps
the best ever recorded" og eg eri púra samd-
ur. Hetta eru tveir gamlir jassguðar sum
hittast
Beach Boys - Pet sounds
Pet sounds er nokk
ein tann besta
fløgan, sum nakr-
antíð er gjørd.
Bæði reint musi-
kalskt
og
við
instrumenteringini
er hon heilt fyri
seg. Hon liggur sum
grund undir nógvum
av tí, sum vit lurta
eftir í dag. Mær
hevur altíð dámt væl the Beatles, og eg síggi
Beach Boys, sum eitt náttúrligt stig har frá,
tað er í sama flokki. Eg keypti fløguna stutt
eftir, at eg var fluttur niður. Vinmaðurin
hjá mær Bøkkurin vísti mær hana.
Johnny Cash - American IV:
The man comes around
Hetta er ein fløga
í røðuni American
Recordings,
sum
Rick Rubin hevur
framleitt. Johnny
Cash tolkar løg
hjá bólkum, sum
Depeche
Mode,
Sting, Nine Inch
Nails og øðrum.
Røðin
kom
út
stutt aftan á,
at Cash var deyður. Johnny Cash er
ein av kulastu songrøddunum og tónleikarum í
okkara tíð. Fløgan er framleidd so einfalt,
at røddin berur fløguna, sjálvandi stuðlað av
framúrskarandi tónleikarum. Hon hevur ein
gjøgnumførdan stíl og stemning, sum man ofta
saknar hjá nýggjari bólkum.
200 - Viva la Republica
SJÁLVANDI! Tann
viktigasta før-
oyska
fløgan
nakrantíð.