hósdagur 15. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Frisør
Orð og myndir: Dávur Winther
Jógvan Hansen úr Klaksvík hevur seinnu
árini arbeitt sum hárskeri í Reykjavík, og har
gongur honum sera væl. Hann stórtrívist í
íslendska høvuðsstaðnum, og kundarnir
hjá honum eru eisini vælnøgdir.
Jógvan lærdi til hárskera hjá VeraKlipp í
Klaksvík. Hann hevði gott hegni og vildi
læra meir. Tí fór hann til Íslands fyri nøkrum
árum síðan at læra meir innan hetta yrkið.
Hann hevur nú leigað seg inn hjá
Unique, sum ein ung dama eigur. Hetta er
hárfríðkingarstova nummar tvey hjá henni,
og tað starvast 8 fólk á hvørjari.
Unique, sum Jógvan arbeiðir á liggur á
Laugavegi 168 – beint niðan fyri føroyska
Sjómannsheimið. Laugavegur er jú høv-
uðsgøtan í Reykjavík.
Jógvan er sín egni harri á hárfríðkanar-
stovuni, og hann bókar sjálvur inn síni við-
skiftafólk. Hóast bíðirøðin er long at sleppa
at vera undir hansara kønu hond, so dugir
hann at siga frá og ansar væl eftir ikki at
ovbyrja seg.
Hann verður ofta spurdur til ráðs av
hinum frisørunum, sum allar eru kvinnur,
og gevur gleðiliga vitan frá sær. Jógvan er
væl lýddur av sínum samstarvsfeløgum.
Sera væl dámdur
Eg var á fundi saman við Birnu
Bjarnadóttir, sum er forkvinna í DSI. Tá hon
skilti, at eg var úr Føroyum, greiddi hon frá,
at hárskeri hennara var úr Klaksvík í Før-
oyum
– Hann eitur Jógvan Hansen.
– Jamen, eg og mamma hansara eru
systkinabørn, svaraði eg.
Hon kvakk við og klemmaði meg, –
kennir tú hann?
Tað var í hennara verð eins gott um eg
og Paul McCartney vóru systkinabørn, so
fantastiskur, dugnaligur og nógv virdur var
Jógvan í hennara verð.
Um kvøldið vóru vit saman til eina veitslu.
Tá kom maðurin og tók tignarliga í hondina
á mær og segði:
– Eg skilji, at tú kennur Jógvan!?
So var eg stjørna restina av kvøldinum,
so nógv er Jógvan avhildin í Íslandi,
hugsaði eg við mær sjálvum.
Jógvan stórtrívist
Tá ið eg vitjaði Jógvan dagin eftir á hár-
fríðkingarstovuni, gekk sjón fyri søgn. Øll
sum eg prátaði við, vóru lítlir tilbiðjarar av
Jógvani.
– Hann er mjøg góður, segði ein spent
dama, sum gleðiliga betalti kr. 1.200
krónur fyri ein viðgerð.
– Eg havi tað sum blomman í egginum,
segði Jógvan.
– Eg geri tað, sum eg vil, tjeni nógv og
havi bert damur rundanum meg, segði
hann flennandi.
Jógvan er komin á røttu hillina og
stórtrívist í Íslandi. Hann var heima í
summar við damu og verforeldrum, so
lunnar eru lagdir undir eina góða framtíð í
Íslandi.
hann er
MJØG GÓÐUR!
Unique, sum Jógvan arbeiðir á, liggur á Laugavegi 168 – beint
niðanfyri føroyska Sjómannsheimið. Laugavegur er jú
høvuðsgøtan í Reykjavík
Stundir eru onkuntíð
til at fáa eitt gott prát,
hóast nógv er at gera
Jógvan lærir gleðiliga frá
sær – her fær ein av teim-
um nýggju vegleiðing
Hendan kvinnan vildi hava
Jógvan at taka sær av
hennara hári
»Hann er mjøg góður«. Soleiðis segði ein ung, kræsin genta
í Íslandi um Jógvan Hansen úr Klaksvík, sum er ein virdur
og umbiðin hársnillingur í Íslandi. Jógvan lærdi til frisør í
Klaksvík, men nú klippir hann fólki á einari hárfríðkanarstovu
nær føroyska Sjómansheiminum í Reykjavík