fríggjadagur 16. september 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 176 - 16. september 2005
Fer væl nøgdur til handils
Zacharias Heinesen,
sum hevur tekna
motivini á nýggju
seðlarøðini, heldur
seg vera væl nøgdan
um endaliga úrslitið
SEÐLAGERÐ
Jákup Mørk
Hóast tað kanska tykist
sum bara eitt lítið motiv av
onkrum slag, so liggur
nógv arbeiði handan eina
nýggja røð av pengaseðl-
um. Endaliga úrslitið skal
jú helst standa eftir í
hampuliga nógv ár, og tí er
eisini umráðandi, at lidna
vøran er bæði snøgg og
haldgóð.
Snøgga partinum hevur
Zacharias Heinesen staðið
fyri. Umframt motiv av
fuglum, fiskum og øðrum,
so eru føroysku seðlarnir
eisini prýddir við akvarell-
um hjá føroyska listamann-
inum. Akvarellir, sum í dag
eru ogn hjá Tjóðbankanum,
saman við einum rúgva av
kladdum, sum Zacharias
sjálvur tekur til.
Marknaðarføra
Føroyar
Á tíðindafundinum hós-
morgunin fekk Zacharias
eisini stórt rós fyri tað ar-
beiði, sum hann hevði gjørt
í hesum. Og sjálvur tóktist
listamaðurin vera sera fegin
um vøkru orðini, sum
vórðu søgd. Ikki minst tí
hann heldur seg hava lagt
eitt stórt arbeiði í hetta.
Sjálvur heldur Zacharias,
at tað hevur tikið á leið ein
mánaða at gera endaligu
tekningarnar til hvønn seð-
ilin. Og áðrenn tað yvir
høvur kom so langt, skuldi
jú eisini gerast av, hvørji
motiv skuldu veljast.
- Áðrenn vit byrjaðu,
tosaðu vit nógv um, hvat vit
ynsktu at fáa fram í seðla-
røðini. At byrja við tosaðu
vit um at fáa kendar føroy-
ingar avmyndaðar. Partvíst
hildu vit tó, at tað kundi
gerast ein trupulleiki at
finna júst teir røttu persón-
arnar til hetta, og partvíst
hevði hetta kanska eisini
verið ov líkt tí, sum vit
síggja pengaseðlum aðra
staðni í heiminum.
- Tað endaði so við, at vit
fluttu okkum yvir á lands-
lagið. Bæði tí vit her finna
nógv áhugaverd motiv. Og
ikki minst, tí vit við hesum
vóna, at hetta kann vera eitt
slag av marknaðarføring av
Føroyum.
Men hvussu hevur tú so
valt ymsu motivini. Var tað
nakað, sum tú gjørdi av alt
fyri eitt, áðrenn tit byrjaðu
upp á røðina?
- Nei, als ikki. Eg havi
tvørtur ímóti ferðast nógv
kring landið í royndunum
at finna júst røttu myndir-
nar. Tær skulu helst eisini
hóska saman við restini av
tí, sum er á seðlinum. Eitt
nú er mynd av Klaksvík á
hundraðkrónu-seðlinum,
har ein toskur eisini er á.
Og soleiðis hava vit roynt at
havt ein samanhang í, sigur
hann.
Keypir við
góðari
samvitsku
Og nú endaliga
úrslitið er lið-
ugt,
tykist
Zacharias
at
vera væl nøgd-
ur. Í øllum
f ø r u m
helt
hann, at hann ikki fór at
hava ringa samvitsku, tá
hann í framtíðini skal rinda
við einum seðli av onkrum
slag, tá hann fer til handils
- Jú, eg hað haldi meg
vera nøgdan. Eg havi fingið
nógv vøkur orð um hetta
arbeiði, og tað eri eg fegin
um. Og eisini haldi eg tað
riggar væl, at vit mest sum
alt fyri eitt gjørdu av, at tað
skuldi ikki vera ov nógv
órógv í myndini við ramm-
um og øðrum dekoratión-
um. Tað ger eisini, at
myndin traðkar betri fram,
haldi eg, segði lítillætni -
men kortini fegni - lista-
maðurin at enda.
Nógvir tímar og nógvir tankar liggja aftan fyri
nýggju seðlarøðina. Men sjálvur sigur
listamaðurin seg vera nøgdan, nú endaliga
úrslitið fyriliggur
Seðla-
røðin
liðug
Hósdagin kom
nýggjur føroysku
1000 krónu-seðil í
umfar. Og við hesum
er nýggja røðin av
pengaseðlum liðug
SEÐLAR
Jákup Mørk
Tað varð gjørt nógv burtur-
úr, nú nýggja føroyska
seðlarøðin er liðgt. Fyrsti
seðilin í hesari kom fyri
góðum fýra árum síðani, tá
sumbingar fingu sína bygd
á nýggja 50-krónuseðilin,
og síðani eru 100, 200 og
500 krónu-seðlarnir so
líðandi lagstir afturat.
Tjóðbankin hevði saman
við Landsstýrinum skipað
fyri lítlari móttøku, nú
seinasti seðilin í røðini
varð sendur í umfar.
Lítil fuglur á stórum
seðli
Torben
Nielsen,
sum
vegna Tjóðbankan hevði
orðið á tíðindafundinum,
var skjótur at stafðesta, at
bæði tey og landsstýri
hildu seg vera sera væl
nøgd um nýggju røðina,
sum nú er givin út. Ikki
minst tóktist hann sjálvur
at halda nógv av akvar-
ellunum hjá Zacharias
Heinesen, sum prýða
seðlarnar, umframt at
seðlarnir við serstøku
náttúrumotivum sínum
eru nakað øðrvísi - og
kanska vakrari - enn
pengaseðlar ofta eru.
Á størsta seðilinum í
røðini, er tað ein av teim-
um smærru fuglunum í
Føroyum, sum er valdur
sum motiv. Ein ungur
grágrælingur í vetrarbúna
sæst flúgva, og Torben
tóktist mest sum vera
hugtikin av sterku kontr-
astunum, sum í myndini.
Kontrastir, sum tó eisini
eru við til at økja um
trygdina á seðlunum,
segði hann. Hetta tí ein
mynd við nógvum detalj-
um og mótsetningum er
trupul at eftirgera, so eis-
ini á tann hátt tænir
myndin einum endamáli.
Aftan fyri flúgvandi
grágrælingin er mynd av
einum fuglaflokki, og
eins og myndin á baksíð-
uni, so er tað Zacharias,
sum hevur gjørt hesa.
Baksíðan er annars ein
mynd við útsýni av
sandinum á Sandi, og
hetta hevur eisini tilknýti
til grágrælingin. Stóri
sandurin er nevnliga eis-
ini tilhaldsstaður hjá hópi
av fuglum - teirra millum
grágrælinginum.
Páll Finnur Páll fara
at bjóða tónleikatyst-
um føroyingum fant-
astisk løg, tá teir
spæla útgávukonsert
fyri meistaraverkin-
um "Førist"
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í sambandi við, at Páll
Finnur Páll góvu fløguna
"Førist" út herfyri, verður
nú fríggjakvøldið skipað
fyri útgávukonsert á REX,
har høvi verður at hoyra
m.o. løgini um teir á her-
berginum, kannibalin inni
hjá grannanum, um at sova
hjá Kaj og sangin til Ge-
orge Harrison.
Páll Finnur Páll høvdu
eina av teimum bestu fram-
førslunum á føroyska tón-
leikapallinum í summar, tá
teir spældu á G!, og hetta
sigur ikki so lítið, eitt
summar har kremið av før-
oyskum tónleiki, og út-
lendsk heimsnøvn fyltu
okkum við stóruppliving-
um. Serliga eru tað tey frá-
líku løgini, sum bera bólkin
bæði á palli og fløgu. Fløg-
an "Førist" er eitt meistara-
verk, Hon er á tremur við
fantastiskum løgum,.sum
fara at eiga eitt stórt pláss í
føroyskari mentanarsøgu.
Tað eru SMS og REX, ið
skipa fyri konsertini, tískil
er ókeypis atgongd fyri
allar limir í SMS-liðnum,
ið hava fylt 18 ár. Tey, ið
ikki eru limir, sleppa eisini
inn, men skulu rinda at-
gongumerki.
Tiltakið byrjar kl. 22, tá
verður bjóða ókeypis øl,
sodavatn og ábit. Kl. 23
fara Páll Finnur Páll á pall-
in.
Atgongumerkið til kon-
sertina verður sent við ein-
um sms-boði á fartelefon-
ina hjá limum í SMS-liðn-
um hósdagin 15. septem-
ber. Týdningarmikið er at
goyma sms-boðið, ið skal
vísast við dyrnar.
Hetta er fyrsta tiltakið av
hesum slag, sum SMS bjóð-
ar limum í SMS-liðnum,
men ætlanin er at skipa fyri
tiltøkum av ymiskum slag
komandi tíðina. Um man
ikki er limur áðrenn hósdag-
in, so ber til at tekna seg sum
lim við dyrnar og sleppa inn
til tiltakið ókeypis.
Rex
letur
upp
sum
vanligt á miðnátt, Tað
kostar tá kr.100,- fyri alla
náttini. Páll Finnur Páll fara
aftur á pallin seinni, og
restina av náttini er 80’ára
disco við DJ Ottar í Funni-
ngsstovu.
Útgávukonsert við Páll Finnur Páll
Nýggi 1.000 krónu-seðilin inniheldur eins og hinir
seðlarnir í røðini hópin av trygdarátøkum. Á
tíðindafuninum hósdagin helt Torben Nielsen fyri,
at alt, sum er gjørt av manni, eisini kann
eftirgerast, men hann vónaði í øllum førum, at
trygdarátøkini gera eina møguliga eftirgerð
munandi truplari.
Í stuttum kann sigast, at tú bæði kanst kenna
og merkja eftir, at seðilin er ektaður. Hetta eftir
fylgjandi kriterium:
- Vatnmynd er í seðlinum, sum avmyndar veðrin
og føroyska krossin.
- Ein heilmynd (hologram) er á seðlinum. Hetta
avmyndar motiv úr Kirkjubøarstólunum.
- Erskrift (mikroskrift) er á tølunum á seðlinum.
- Litingin er somikið tjúkk, at hendan kann
kennast við fingrunum.
- Rútatráðurin til høgru á seðlinum skiftir lit, tá
hann verður hildin móti ljósinum.
TRYGDIN ER Í LAGI