Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 16. september 2005 3 Nýggjur Rúsu-stjóri finnast í skundi Streymprísurin er undir trýsti Vinnumálaráðið hev- ur gjørt skjótt av við at orða eina lýsing eftir nýggjum stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins. Umsóknar- freistin er 3. oktober, og starvið skal setast skjótast tilber RÚSAN Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vinnumálaráðið søkir nú eftir nýggjum stjóra til Rús- drekkasølu Landsins, eftir at stjórin øll árini segði seg úr starvinum um viku- skiftið. Dagmar Joensen hevur leitt Rúsdrekkasøluna síð- ani 1992, tá ið Rúsan fór at virka, men stjórin er nú giv- in í starvinum. Hon sigur, at persónlig viðurskifti vóru orsøkin til, at hon valdi at gevast. Fyribils er tað Maria Ró- in, sum er deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, sum røkir stjórastarvið á Rús- drekkasølu Landsins, men Vinnumálaráðið ætlar at gera skjótt av við at finna nýggjan stjóra. Í bløðunum í dag er longu ein lýsing eftir nýggja stjóranum, og um- sóknarfreistin er sett til 3. oktober. Starvið skal setast skjótast tilber. Leggja dent á royndir og samstarv Krøvini til nýggja stjóran eru, at hann hevur hóskandi útbúgving, hevur leiðslu- royndir, hevur arbeiðtt inn- an viðkomandi arbeiðsøki, er góður at samstarva og leiða, og at hann hevur áræðið og er sjálvstøðugur. Starvið verður løn ájavnt 36. lønarflokk hjá Tænastu- monnum Landsins, hóast talan ikki er um eitt tæn- astumannastarv. Rúsdrekkasøla landsins hevur 6 deildir kring land- ið, og tað arbeiða tilsamans 34 fólk á Rúsuni. Høgi oljuprísurin hevur etið upp ætlaða avlopið hjá SEV í ár, og verður oljuprísur- in verandi høgur, er tað sannlíkt, at streymprísurin eisini fer at hækka. Meira enn helvtin av øllum streyminum í landin- um kemur frá olju STREYMPRÍSUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo SEV er størsti oljubrúkarin í landinum, og har svíða teir høgu oljuprísirnir av álvara. Verður prísurin verðandi so høgur, sum hann er í løtuni, fer SEV at brúka einar 15 milliónir krónur meira til olju, enn elfelagið hevði roknað við. – Oljuprísurin tyngir okkara rakstur sera nógv, og í løtuni er prísurin á olj- uni eini 45 prosent hægri, enn vit høvdu roknað við, tá ið við løgdu okkara fíggjarætlan, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV. – Vit høvdu roknað við, at SEV skuldi brúkar einar 50 milliónir krónur í olju í ár, men sum prísinir eru nú, verður hendan upphædd nærri 65 milliónum krón- um, sigur hann. El-prísurin kann hækka Tann høgi oljuprísurin hevur etið upp alt avlopið, sum SEV ætlaði sær at hava í ár. Elfelagið roknar við, at úrslitið í ár fer at enda á 0, sum støðan er í løtuni. – Um oljuprísurin verður verðandi so høgur, er tað ikki ósannlíkt, at el-prísurin eisini fer at hækka, sigur Klæmint Weihe. El-prísurin verður ásettur einaferð um árið, og tað er, tá ið Umboðsráðið hevur sín fund seint á árinum. – Eg kann einki ítøkiligt siga um, hvussu tað verður við el-prísinum næsta ár, men vit mugu taka hædd fyri oljuprísinum, tá ið vit leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár, sigur Klæmint Weihe. Vónar at sleppa undan Skal ein hækking gerast í el-prísinum frá nýggjárin- um, verður hon gjørd tann 18. november, tá ið Um- boðsráðsfundur verður hjá SEV. – Eg vóni, at vit sleppa undan at hækka el-prísir- nar, og at SEV ger alt fyri at sleppa undan hesum, men støðan er sera trupul við teimum høgu oljuprísun- um, sigur Hans Tausen Ol- sen, formaður fyri Um- boðsráðið hjá SEV. – Eg kann ikki siga, at el- prísurin ikki skal hækka næsta ár, men vit mugu gera alt, sum vit kunnu, fyri at sleppa undan, sigur hann. Mugu gera tað neyðuga Tað er stýrið fyri SEV, sum saman við leiðsluni leggur fíggjarætlanina hjá el- felagnum, og ein avgerandi partur av hesum arbeiði er at áseta streymprísin, og harvið fáa tað stóra rokni- stykkið at ganga upp. – Vit hava okkara fyrsta fund um fíggjarætlanina í næstu viku, og tá rokni eg við, at fyrsta uppskotið kemur á borðið. Oljuprís- urin er nógv vaksin, men vit ætla at gera alt, sum vit kunnu, fyri at sleppa undan eini hækking á streymprís- inum, sigur Leivur Hansen, formaður fyri stýrið í SEV. – Hinvegin skal SEV eisini hava endarnar at røkka saman, og um tað verður neyðugt at hækka streymprísin, so mugu vit gera tað, sigur hann. Aðrar orkukeldir SEV framleiðir meira enn helmingin av sínari orku úr olju. 40 prosent av orkuni koma frá vatnorku og 6 prosent frá vindorku. – Høvdu vit ikki havt vatn- og vindorku eisini, so hevði støðan verið nógv verri, enn hon er, sigur Klæmint Weihe. – Einasti hátturin at sleppa undan teimum høgu og skiftandi oljuprísunum er, at vit við tíðina fáa meira orku frá øðrum orku- keldum, men hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, sigur hann. Meira varðandi orku Formaðurin í stýrinum hjá SEV heldur, at SEV má arbeiða miðvíst fyri at sleppa undan teimum tyngjandi oljuprísunum og fáa meira orku frá varandi orkukeldum. – SEV má av álvara leggja seg í teymarnar fyri at gera seg meira óheft av teimum tyngjandi oljuprís- unum. Vit arbeiða við Eiði- 2 útbyggingini, og hon kann gera, at helmingurin av orkuni í landinum kemur frá varðandi orkukeldum, sigur Leivur Hansen. Men í løtuni er oljan týdningarmesta orkukeldan hjá SEV, og 80 prosent av oljunýtsluni hjá SEV er á El-verkinum á Sundi. Har verður oljurokningin fyri 2005 einar 50 milliónir krónur. Høgi oljuprísurin leggur nú av álvara trýst á streymprísin í landinum. SEV skal gjalda ein triðing meira fyri oljuna í ár, enn felagið hevði roknað við, og verður oljuprísurin verðandi høgur, fer tað helst at ávirka streymprísin eisini. Oljurokningin hjá El- verkinum á Sundi verður í ár einar 50 milliónir krónur Vinnan eigur avbjóð- ingina Tað almenna fær einki gjørt fyri at bøta um støðuna hjá vinnuni, sum líður undir høgum olju- prísum. Landsstýris- maðurin við vinnu- málum heldur, at vinnan verður noydd at klára seg við teimum høgu prísunum OLJUPRÍSIR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Oljan til vinnuna er av- gjaldsfrí, og tí fær landið einki gjørt fyri at bøta um støðuna, nú vinnan av álvara stríðist við høgar oljuprísir. Tað sigur Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður við vinnumálum. – Tað verður uppgávan hjá vinnuni at klára seg við teimum høgu oljuprís- inum, tí tað almenna fær einki gjørt. Vit áleggja ikki vinnuni avgjald fyri oljuna, og tað kemur ikki upp á tal, at tað almenna fær at lata nakað av slag oljustudningi til vunnu- lívið, sigur hann. – Vit fylgja við gongd- ini, og vit duga væl at síggja, at avbjóðingin hjá vinnuni er sera stór við hesum høgu oljuprísun- um, men landið fær ikki gjørt nakað við hetta, sigur Bjarni Djurholm. Seminar um olju- prísirnar Fríggjadagin verður eitt seminar um oljuprísirnar í Útvarpshøllini í Havn. Seminarið kallast »Olju- prísirnir – enn ein avbjóð- ing«, og búskaparfrøð- ingarnir Óli Samró, Teitur Poulsen og Magni Laksa- foss fara at viðgera olju- prísirnar, og hvussu teir kunnu ávirka fiskivinn- una og føroyska búskapin komandi árini. Aftan á framløgurnar verður orðaskifti. Seminarið byrjar kl. 13.00. ek