Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 176 - 16. september 2005 Prísurin á ferða- seðlum kemur at fylgja við prísinum á brennievni, men stjórin á Atlantsflogi heldur, at fyribils er tað ikki neyðugt at rópa neyðarróp OLJUPRÍSIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Prísurin á ferðaseðlum fylgir við oljuprísinum. Hjá Atlantsflogi er støðan rættiliga einføld. Fáar fyritøkur í landin- um, helst ongin, brúkar so nógv brennievni sum Atl- antsflog. – Vit brúka 3000 litrar av brennievni fyri hvønn tíma vit flúgva. Tí er er eyðsæð, at prísurin á ferðaseðlum fylgir rættiliga neyvt við prísinum á brennievni, sig- ur Magni Arge. Tí setti Atlantsflog í vár eitt serligt oljuavgjald uppá 60 krónur upp á hvønn ferðaseðil. Síðani er oljuavgjaldið fyrst hækkað upp í 75 krónur og nú er tað hækkað upp í 90 krónur. Men Magni Arge sigur, at sum støðan er í løtuni, er ikki ætlanin at hækka olju- avgjaldið. – Tað veldst alt um gongdina í oljuprísinum. Síðani fyrst í 2004 er prísurin á brennievni. Bara higartil í ár er tað dýrkað 50%. Hann sigur, at tá ið olju- avgjaldið varð sett í gildi, var tað við tí í væntu, at tað var bara fyribils, at oljan fór at verða so dýr. Men vísir tað seg at olju- prísurin verður verandi á hesum støðinum, er tað meiningsleyst at kalla hetta eitt serligt oljuavgjald, tí so má tað innroknast í sjálvan prísin. Hann vísir á, at vanliga ávirka hækkingar í oljuprís- inum eitt flutningsfelag sum Atlantsflog, rættiliga nógv. Men tað kann hann ikki siga, tí ferðafólkatalið við Atlantsflogi bara veksur og veksur. Spurningurin er so, hvussu útlitini eru fram- yvir. Men Magni Arge sigur stutt og greitt, at tað er heilt ómøguligt at siga. Hann hevur fylgt væl við prísgongini í oljuni sein- astu 10 árini og hansara greiða niðurstøða er, at tað er ómøguligt at spáa um, hvønn veg, tað fer at ganga við oljuprísinum. – Tað hevur mangan víst seg, at gongdin verður akk- urát tann øvugta av tí, sum serfrøðin metir, so tað verðu vónleyst at siga nak- að um. Men verður hetta prís- støðið, mugu vit laga okk- ara virksemi og príspolitikk eftir tí og royna at finna eina aðra javnvág, enn vit hava havt higartil. Og enn er ongin orsøk til at rópa neyðarróp, heldur hann. – Sum støðan er nú, hava vit ikki ætlanir um at hækka ferðaseðlaprísir ella oljuavgjald. Tvørturímóti er ætlanin at gera eina liðiligari prís- skipan sum gevur ferða- fólki størri frælsi til at skrúva eina ferð saman. Hann vísir á, at vanliga ávirka hækkingar í oljuprís- inum eitt flutningsfelag sum Atlantsflog, rættiliga nógv. Men tað kann hann ikki siga, tí ferðafólkatalið við Atlantsflogi bara veksur og veksur. – Í løtuni flyta vit alt, vit fluttu frammanundan, um- framt alt tað, sum Maersk flutti og so nakað afturat, so fjøldin av fólki, ið flýgur, er alsamt vaksin. So stúrir stjórin í Atlants- flogi meiri fyri, hvussu tann høgi oljuprísurin ávirkar samfelagsbúskapin heild. – Oljuprísurin hevur rættiliga stóra ávirkan á gongdina í føroyska sam- felagnum, tí vit brúka so nógva olju upp á seg. Vísir tað seg, at tann høgi olju- prísurin fer at føra við sær, at stígur kemur í búskapin, fer hetta uttan iva eisini at ávirka okkum nógv við tað, at ferðafólkatalið fer at lækka og tað fer so aftur at gera tað neyðugt at leggja upp fyri tí í okkara virk- semisætlan, sigur Magni Arge – Vit hava bara tveir møguleikar og teir eru at hækka prísin ella at effekt- iviserað raksturin. – Vit kunnu ikki fiska við halli í langa tíð, so møguleikin fyri at skipini verða løgd, er avgjørt til staðar, sigur felagið hjá Christian í Grótinum KRISTIAN Í GRÓTINUM Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Støðan er so óviss, at vit kunnu ikki annað enn at taka ein dag ísenn. Ella rættari: Eina bunkring ísenn. Skipini, sum fiska upp- sjóvarfisk brúka ógvuliga nógva olju og nú er hon so dýr, at skipini eru á markin- um fyri um tað yvirhøvur loysir seg set fiska. – Hetta tyngir raksturin ómetaliga nógv, men vit hava longu brúkt fyri tvær milliónir meiri í olju higar- til í ár, enn vit brúktu alt árið í fjør, sigur Eyðun Rasmussen í Klaksvík. Teir brúka 100.000 - 120.000 litrar av olju um vikuna og hvør litur kostar 3,50 krónur, so tað tyngir raksturin nógv. Hann sigur tí, at støðan er so óviss, at teir fáa bara tikið ein dag ísenn og teir vóna bara, at oljuprísurin fer at leggja seg í eina fasta legu, sum er nakað lægri enn nú. Teir siga, at sum landið liggur nú, er tað makrelurin og sildin, teir dúva uppá, men tað verður liðugt nú í november. Annars hevur svartkjaftur verið at fingið mestsum alt árið, men í ár hevur verið lítið at fáa. – Ein orsøk til tað kann vera, at av tí at oljan hevur verið so dýr, hevur ikki verið leitað so nógv eftir svartkjafti og skipini hava eisini havt annan fiskiskap, tí tað hevur ligið væl fyrivið sildini. Frá november til mai næsta ár, verður tað so svartkjafturin, sum verður álitið. Men sum støðan er nú, er oljan so dýr, at tað loysir seg ikki at fiska svartkjaft. – Skal fiskiskapurin eftir svartkjafti loysa seg, skal hann vera avbera góður, eins og prísurin skal vera avbera góður og tað er verri enn so altíð, at alt tað gong- ur í takt. – Tvørturímóti var prís- urin á svartkafti lágur fyrr í ár, ikki meiri enn 50 oyru fyri kilo, og tá fekst ikki samanhangur í raksturin. Teir á Christiani í Grótin- um siga, at skipini hava havt nøkur góð ár, so tey eiga at tola eitt bakkast. Teir hava eisini manning- ina at hugsa um. Tí kunnu teir eisini loyva sær at fiska við halli í eitt styttri tíðarskeið. – Men tað er eisini greitt, at tað verður ikki leingi at vit kunnu fiska við halli, sigur Eyðun Rasmussen. Tí útihýsir hann als ikki møguleikanum fyri, at skipini verða løgd eina tíð, til umstøðurnar batna aftur og til teir sleppa aftur á fiskiskap sum loysir seg. – Men tað verður avgjørt tað fyrsta, leggur hann aft- urat. Trupulleikin er, at ongin veit, hvønn veg oljuprísurin fer. Hóast støðan er trupul, ivast hann í, um landið eig- ur at lata skipunum olju- studning. – Frammanundan sleppa vit undan oljuavgjaldið og skulu vit harafturat hava beinleiðis studning, verður tak kanska ringt at forsvara, at prívatu húsarhaldini ikki eisini skulu sleppa undan oljuavgjaldi, heldur Eyðun Rasmussen. Taka ein dag ísenn Enn er ikki neyðugt at rópa neyðarróp Enn fara teir høgu oljuprísirnir ikki at ávirka ferðaseðlaprísirnir hjá Atlantsflogi. Men Magni Arge stúrir meiri fyri, hvussu oljurprísirnir fara at ávirka gongdina í búskapinum, tí kemur stígur í hann, fer tað at raka Atlantsflog hart