fríggjadagur 16. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 16. september 2005
5
Kári P. Højgaard, løg-
tingsmaður Sjálv-
stýrisfloksins, vil
broyta valskipanina
soleiðis, at ting-
mannatalið hækkar
úr 32 upp í 33 og at
valdømini fækka úr
sjey niður í fimm
VALLÓGIN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Hvussu fáa vit eina
rættvísari valskipan, spyr
Kári P. Højgaard, sum
vegna Sjálvstýrisflokkin fer
at leggja uppskot um at
broyta vallógina fyri tingið.
_ Svarið er ikki einfalt,
og meiningarnar eru iva-
leyst nógvar, svarar hann
sjálvur.
Høvuðsbroytingin í upp-
skoti Sjálvstýrisfloksins er,
at tingmannatalið hækkar
soleiðis, at minsta talið av
valdum tingfólkum, sum í
dag er 27, verður broytt til
28. Hetta eru tey umdømis-
valdu tingfólkini. Hægsta
talið av valdum tingfólkum,
sum er 32 verður broytt til
33, t. v. s. at talið av eyka-
valdum tingfólkum verður
framvegis fimm.
Í veruleikanum kann eitt
valúrslit fella soleiðis, at 27
tingfólk verða vald. Men
síðani seinastu broytingina
í vallógini, sum varð framd
fyri løgtingsvalið í 1978,
hava allir teir eykavaldu
tingsessirnir verið umboð-
aðir.
Kári P. Højgaard skjýtur
upp, at valdømini eisini
verða færri. Hann heldur, at
Vága Sýslu valdømi og
Norðstreymoyar valdømi
skulu leggjast saman, og
Sandoyar Sýslu valdømi og
Suðuroyar valdømi verða
løgd saman.
Á tann hátt metir hann, at
býtið av tíngfólkum fyri
hvønn íbúgva verður rætt-
ari. Í dag kostar ein ting-
sessur í Havn nærum tríggj-
ar ferðir so nógvar atkvøð-
ur sum á Sandi, vísir Kári P.
Højgaard á.
Umframt hetta mælir
hann til, at roknihátturin
verður broyttur soleiðis, at
farið verður frá »d’Hondts
roknihátti« til »Sainte-
Lagües rokniháttin«. Hetta
merkir, at í staðin fyri at
býta valúrslitini hjá flokk-
unum við 1, 2, 3, 4, o. s. fr.,
so verður býtt við 1, 3, 5, 7
o. s. fr.
Á seinasta løgtingsvalið
gjørdist Tjóðveldisflokkur-
in triðstørstur. Kortini fekk
hann flest tingfólk vald, tí
býtið av tingsessinum fall
so heppið fyri flokkin.
Sambandsflokkurin, sum
hevði 611 atkvøður - t. e.
2.0% - fleiri atkvøður enn
Tjóðveldisflokkurin, fekk
ein tingsess færri.
Um vallógin varð broytt
sambært uppskoti Sjálv-
stýrsfloksins - og úrslitið
frá 2004 roknað eftir tí, so
hevði Tjóðveldisflokkurin
fingið eitt tingfólk færri
(Finnur Helmsdal í Suður-
streymoy) og Sambands-
flokkurin eitt fleiri (Bjørn
Kalsø í Norðoyggjum).
Tingið hevði verið mannað
við 32 fólkum.
Kári vil broyta vallógina
Hóast hann ikki tekur
undir við uppskotin-
um hjá Kára P. Høj-
gaard, so fegnast Jógv-
an við Keldu, lands-
stýrismaður í inn-
lendismálum, at val-
lógin verður viðgjørd á
tingi. Tað fer at gagna
víðari viðgerðini í
Innlendis-málaráð-
num, heldur hann
VALLÓGIN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Eg eri sera fegin um, at
vit nú fáa eitt kjak um
vallógina, sigur Jógvan við
Keldu, innlendismálaráð-
harri, sum varðar av val-
lógini.
Hóast landsstýrismaður
ikki vil veita uppskotinum
sín fulla stuðul, so heldur
hann, at hetta uppskotið
hevur nøkur perspektiv,
sum fara at ganga viðgerð-
ini av vallógini, sum Inn-
lendismálaráðið
skal
í
gongd við.
- Tað at hann leggur Vága
sýslu valdømi og Norð-
streymoyar valdømi saman
og Sandoyar Sýslu valdømi
og Suðuroyar valdømi fer
sjálvandi at skapa kjak - og
fólk eru ivaleyst ymisk á
máli, um hetta nú er ta
rætta, heldur Jógvan við
Keldu.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at í Sundalagnum hava
kommunur í Eysturoy og
Streymoy lagt saman í
Sunda Kommunu.
–– Hetta fer sjálvandi eis-
ini at ávirka støðutakan, tá
støða skal takast til broyt-
ingar í valdømunum, held-
ur hann.
Hóast Innlendismálaráð-
ið ikki enn hevur havt
stundir at snikkað til eitt
uppskot um broytingar í
vallógini, so hevur ráðið
fingið ymsar útrokningar
og uppgerðir yvir, hvussu
broytingar kunnu gerast.
- Men tað sum hevur
týdning er, at býtið av ting-
sessum verður rættvísari.
Tað skal verða soleiðis, at
tann størsti flokkurin fær
størstu umboðanina - ella ta
rættvísu umboðanina, so vit
ikki aftur fáa somu støðu
sum í dag, at triðstørsti
flokkur hevur størstu um-
boðanina á tingi, heldur
Jógvan við Keldu.
Landsstýrismaðurin sigur
eisini, at býti av tingum-
boðum í mun til fólkatalið
eigur at verða rættvísari.
Men hann heldur als ikki,
at Føroyar skulu gerast eitt
valdømi.
– Eg havi ongantíð verið
fortalari fyri einum val-
dømi, tí eg haldi ikki, at tað
gevur tað mest rættvísa
býtið. Eg kann bara vísa á
støðuna í Grønlandi, har
tey fyri nøkrum árum síð-
ani gjørdu landið til eitt
valdømi. Har búgva 21 av
31 tingfólkum í høvuðs-
staðnum, Nuuk, sigur Jógv-
an við Keldu, sum fegin vil
gera broytingar í valskipan-
ini, sum geva eitt meira
rættvíst býti av tingumboð-
um millum flokkarnar og
millum valdømini.
– Tað er ikki gagnlig við
nakrari kollvelting á øki-
num. Men vit skulu gera
tillagingar,
sum
gagna
endamálinum, sigur Jógvan
við Keldu, sum ikki væntar,
at uppskotið hjá Kára P.
Højgaard verður samtykt í
løgtinginum. Men hann
leggur dent á, at hann er
fegin um at málið verður
viðgjørt í tinginum, og
hann er sannførdur um, at
tað fer at ganga víðari við-
gerðini av málinum í Inn-
lendismálaráðnum.
Tørvur á rættvísari valskipan
VALLÓGIN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Við uppskotinum hjá Kára
P. Højgaard úr Sjálvstýris-
flokkinum um at broyta
valskipanina, sleppa ting-
fólk nú at viðgera vallóg-
ina, hóast einki uppskot er
komið frá Innlendismála-
ráðnum hesum viðvíkjandi,
hóast tað er niðurfelt í sam-
gonguskjalið.
Jógvan við Keldu heldur
ikki, at hetta er júst tann
rætta loysnin, men hann er
kortini fegin um uppskotið,
tí hann heldur, at viðgerðin
av hesum málinum á tingi
fer at gagna víðari viðgerð-
ini í Innlendismálaráðnum.
Seinasta broytingin í val-
skipanini var gjørd í sjeyti-
árunum, og fyrstu ferð
roynd í verki í 1978. Tá var
talið av eykamandatum
minkað niður í 5 og talið av
umdømisvaldum hækkað
til 27. Síðani tá hevur løg-
tingið altíð verið full-
manna, hóast valúrslitið í
prinsippinum kann fella
soleiðis út, at eingi eyka-
mandat verða at býta út. Tá
hevði tingið bara havt 27
fólk.
Næstseinasta stóra broyt-
ingin var gjørd í sekstiárun-
um, tá farið varð frá at stilla
valevni upp í nummarøð til
tað skipanina, vit hava í
dag. Tá høvdu valfeløgini
størri ávirkan á, hvør kom
at umboða flokkin á tingi, tí
tann, ið stóð sum nummar
eitt á listanum hevði fyri-
munir fram um hini.
Fáa høvi at viðgera vallógina
Kári P. Højgaard vil leggja
nøkur valdømi saman, so vit
tilsamans hava fimm val-
dømi
– Tað hevur stóran týdning,
at vit fáa eitt so rættvíst býti
av tingsessum sum gjørligt,
heldur Jógvan við Keldu