fríggjadagur 16. september 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 176 - 16. september 2005
SKILJIRIST
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskirannsóknarstovan hev-
ur skrivað eina ávegis frá-
greiðing um verkætlanina,
sum byggir á royndirnar við
rist í svartkjaftatroli.
- Endamálið við verkætl-
anini er at gera royndir við
skiljiristum fyri at loysa
trupulleikan við hjáveiði í
svartkjaftafiskiskapinum,
sum av og á kann vera ein
trupulleiki hjá skipunum,
sigur stovnurin og vísir á, at
henda verkætlan nú er
komið nakað áleiðis.
Í tveimum
Fiskirannsóknarstovan sig-
ur, at trupulleikin kann být-
ast í tvey.
- Fyri tað fyrsta skal rist-
in skilja so nógv, sum
møguligt av óynsktari hjá-
veiði úr trolinum, sam-
stundis sum hon má gerast
soleiðis, at arbeiðast kann
við henni á dekkinum.
Flestu svartkjaftaskipini
hava stutt troldekk og
trumlu at draga trolið uppá.
- Ristin má tola at vera
malin uppá eina trumlu
uttan at fáa skaða. Har-
afturat stendur sera nógv á,
tí nøgdin í hálunum er
vanliga fleiri 100 tons.
Fiskirannsóknarstovan
sigur, at higartil eru trý sløg
av ristum roynd, nevniliga
ein rist úr stáli, ein úr plast-
ikki og ein, sum er gjørd úr
plastrørum
við
enda
ígjøgnum, soleiðis at hon
ikki bognar, men heldur
fellur saman, tá hon kemur
ímóti eitt nú "vanganum" á
trumluni.
Undirsjóvarupptøkur eru
gjørdar av øllum ristunum.
Ein uppsamlingsposi hevur
verið festur á trolposan
undir ristini, har fiskurin,
sum ikki fór ígjøgnum
ristina, sleppur út.
Fyrsta og onnur
Tann fyrsta ristin, sum
royndir hava verið gjørdar
við, var gjørd úr stáli.
Mátið var 1,60 m x 3,60 m
í trimum stykkjum á 1,60 m
x 1,20 m. Stykkini vóru
heft saman við ketulásum.
- Ristin úr stáli vísti seg
at síla best sjógv av teimum
trimum, sum royndar eru
higartil, men trupulleikin
við hesi ristini er, at hon
bognar sera lætt og rættar
seg ikki útaftur.
Onnur ristin, sum roynd
hevur verið, er gjørd úr
plasti. Hon er úr sama til-
fari, sum rækjuristir eru
gjørdar úr.
- Hesar ristir verða keypt-
ar úr Kanada, og mátið á
teimum er 1,60 m x 3,60 m
í trimum stykkjum á 1,60 m
x 1,20 m. Hetta eru somu
ristir, sum royndar eru í
Íslandi.
Fiskirannsóknarstovan
sigur, at fyrimunurin við
plast-tilfarinum er, at tað er
lætt, og tað heldur boygnar
enn brotnar.
- Vansin við plastristini er
hinvegin, at tað er nógv til-
far í henni í mun til flatuna,
soleiðis at ristin tekur
nógvan sjógv á seg; tí verð-
ur streymurin av sjógvi
gjøgnum
ristina
ringur
Upptøkur av hesi ristini í
sjónum vístu, at sjógvurin
ikki slapp so væl aftur
gjøgnum, sum við stál-
ristini. Netið frammanfyri
ristina posaði soleiðis út, og
fiskur legði seg á netið
frammanfyri. Svartkjaftur-
in vísti seg tó at fara aftur
gjøgnum ristina, og lítið av
svartkjafti var í uppsaml-
ingsposanum.
Á tveimum tóvum var
upptøkutól
nýtt,
har
fiskurin fór úr trolinum í
uppsamlingsposan. Í hesum
posa var 350 kg. fyrra tóvið
og 380 kg. seinna tóvið. Í tí
vanliga posanum var nógv
minni av matfiski . Støddin
á fiskinum í uppsamlings-
posanum var 55–100 cm og
tann eini upsin, sum varð
mátaður úr vanliga posan-
um, var 63 cm.
Triðja ristin
Tann triðja ristin, sum
royndir hava verið gjørdar
við, er evnað úr plastrørum,
sum vóru drigin upp á ein
enda og fest
saman sum eitt net.
- Hetta slagið av rist kall-
ast "flexigrid" og verður
gjørt í Hetlandi. Hesar ristir
hava verið nýttar í alivinn-
uni í nøkur ár til at støddar-
skilja laks í ringunum.
Tjúkdin á rørunum í rist-
ini, sum royndir eru gjørdar
við, er 25 mm. Hvør mesk-
ur var 30 cm. høgur og 6
cm. breiður. Netið er í ein-
um stykki, men aftanfyri
ristina vórðu lagdir 4 stív-
arar fyri, at netið ikki
skuldi sleppa at buga ov
nógv aftureftir.
Fiskirannsóknarstovan
vísir á, at hesir stívarar
vóru úr svørtum plasti ella
úr sama tilfari, sum ristin úr
Kanada. Stívararnir vóru
festir í erva, í neðra og tveir
í miðjuni við 1,20 m. ímill-
um. Longdin á teimum var
1,60 m. og tjúkdin umleið
25 mm. x 60 mm.
- Hendan ristin - flexi-
grid-ristin - vísir seg at
rigga nógv betur enn plast-
ristin, men sílar ikki so væl,
sum stálristin. Tann stóri
fyrimunurin við hesi ristini
er, at hon er løtt at taka inn
og koyra út, tí hon leggur
seg saman, tá hálað verður.
Tað einasta, sum stingur út,
eru teir fýra stívararnir.
Av "flexigrid" eru bert
gjørdar undirsjóvarupptøk-
ur, tá roynt hevur verið eftir
sild.
- Næraberg hevur í løtuni
Hjáveiðitrupulleikar:
Ristin til svartkjaftaskip
- Av teimum trimum sløgunum av
rist, sum roynd eru higartil, verður
mett, at flexigrid-ristin, er besta
loysnin. Henda ristin er best at
arbeiða við á dekkinum, og eisini
hevur hon tann fyrimun, at rørini
lættliga kunnu skiftast út, um tey
brotna. Arbeitt verður í løtuni við at
gera hesa ristina enn betri, eitt nú
við at nýta tynri rør, soleiðis at ristin
tekur minni sjógv á seg, umframt at
gera stívararnar sterkari og betri,
sigur Fiskirannsóknarstovan