Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 176 - 16. september 2005 7 eina flexigrid-rist umborð, har rørini eru 20 mm. í staðin fyri 25 mm. Henda rist hevur eisini sterkari stívarar. Teir hava eisini roynt ristina við 25 mm. rørum og siga, at báðar ristirnar rigga væl at skilja hjáveiði frá við. Teir halda ikki, at nógvur svartkjaftur fer út orsaka av ristini. Fiskirannsóknarstovan sigur, at ætlanin er at fara við Nærabergi í næstum at gera upptøkur av ristunum og at kanna, hvat fer út við at nýta uppsamlingsposa. - Av teimum trimum sløg- unum av rist, sum roynd eru higartil, verður mett, at tann seinasta, flexigrid-ristin, er besta loysnin, tí hon er tann, sum er best at arbeiða við á dekkinum. Eisini hevur hon tann fyrimun, at rørini lættliga kunnu skiftast út, um tey brotna. Arbeitt verður í løtuni við at gera hesa seinastu ristina enn betri, eitt nú við at nýta tynri rør, soleiðis at hon tekur minni sjógv á seg, umframt at gera stívar- arnar sterkari og betri. Ein rist er bíløgd úr Het- landi, har rørini loddrætt eru 25 mm tjúkk og rørini tvørturum eru 15 mm tjúkk. Royndir hjá íslendingum Fiskirannsóknarstovan veit at siga, at íslendingar hava gjørt royndir við rist í svartkjaftatroli í 2004 og í juni 2005. - Skipini, sum royndu ristirnar, vóru Børkur og Faxi frá Neskaupsstøðum. Teir royndu tvær ristir úr plasti. Onnur er gjørd í Kanada og er líka sum plastristin, ið vit hava roynt, 3,60 m x 1,60 m í trimum stykkjum. Millum- rúmið á báðum ristunum var 55 mm. Hin ristin var úr øðrum plasttilfari, og mát- ini vóru 3 m x 2 m. Hallið á báðum ristunum var 45 stig, mált á landi. Úrslitið hjá íslendingum var, at ristin úr Kanada royndist betur enn tann seinna, og hjáveiðan mink- aði úr í minsta lagi 4-5% niður í minni enn 0,4 %. - Íslendingar meta, at millumrúmið upp á 55 mm er hóskandi, og at hallið skal vera umleið 45 stig. Fiskirannsóknarstovan veit at siga, at í Íslandi nú er lóg um, at skip skulu nýta rist í ávísum økjum. - Henda rist skal hava eitt hall upp á 45 stig, og mill- umrúmið millum rimarnar skal vera 55 mm, í miðal yvir 10 rimar. Netið, sum ristin situr í, skal vera minni enn 80 mm. Hetta eru fyribilstreytir í Íslandi, sum ætlanin er at endur- skoða í 2006, sigur Fiski- rannsóknarstovan í síni ávegis frágreiðing um rist í svartkjaftatroli. pini er nú ávegis - Ætlanin er at fara við Nærabergi í næstum at gera upptøkur av skiljiristunum og at kanna eftir, hvat fer út við at nýta uppsamlingsposa, sigur Fiskirannsóknarstovan Við til at fíggja verkætlanina – rist í svartkjaftatroli – eru skipini Finnur Fríði,Tróndur í Gøtu, Jupiter, Christian í Grótinum, Norðborg, Krúnborg, Høgaberg og Næraberg, sum øll hava latið 30.000 krónur í part. Haraftrat kemur P/F Vónin, sum hevur latið 54.000 krónur, umframt Fiskimálaráðið, sum av kontoini til "varðveiting av fjølbroyttum flota", hevur latið 250.000 krónur. Samlaða krónutalið, sum latið er til hesa verkætlan, er soleiðis ein góð hálv miljón – ella kr. 544.000. FAKTA