fríggjadagur 16. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 176 - 16. september 2005
Í opna »14 september
brævinum« til løg-
mann finst ting-
bólkur Tjóðveldis-
floksins hvassliga at
gongdini í sam-
felagnum.
Tjóðveldistingfólkini
vísa á, allir politiskir
spurningar í løtuni
verða skúgvaði til
viks og sjóðaðir niður
í landsstýrisfundum,
fylgibólkum og
leysum framtíðar-
ætlanum – og tað
elvir fyrst av øllum til
eina vandamikla
líkasælu millum fólk
14. SEPTEMBER
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sambært Høgna Hoydal er
hendan líkasælan ikki bara
hugstoytandi. Hon er bein-
leiðis vandamikil, við tað at
hon máðar støðið undan
fólkaræðinum.
– Fólk blanda seg ikki
uppí, tí tey vita, at teirra
hugsan ikki fær nakra
ávirkan allíkavæl. Øll fel-
agskensla syndrast, og hvør
roynir bara at sæta sær sum
best. Støðan minnir mest
um orðini hjá Jóanes
Patursson »Um vit verða
stolin, vit eru líka tolin og
hugsa skitt lat gá«. Onga-
staðni verður lagt upp til at
lata fólk koma framat við
sínum sjónarmiðum og lut-
taka aktivt í einum kjaki
um mál, sum ikki bara
koma at fáa langtíðar av-
leiðingar fyri okkara polit-
isku støðu sum tjóð, men
eisini fyri gerandisdagin
hjá tí einstaka.
Í so máta heldur Høgni
Hoydal seg síggja eina
óhugnaliga endurtøku av tí
sum hendi í 1946, har polit-
isk stórmál verða tikin av
politiska
pallinum
og
parkeraði í fylgibólkar og
nevndir, uttan at fólk verða
kunnaði um, hvat víðari
hendir.
Semja uttan endamál
Hyggja vit at politisku
samansetingini eftir sein-
asta løgtingsval, kann tað
ikki undra, at líkasælan,
sum frá er liðið, mest sum
er vorðin eitt eyðkenni, hel-
dur Høgni. Ein samgonga,
sum ikki hevur annað enda-
mál enn at halda øðrum úti
fyri at vera sitandi, kemur
at virka sum ein afturlatin
klubbi, sum tekur avgerðir
fyri fólk.
– So seint sum í gjár
legði løgmaður áherðslu á,
at uppgávan hjá politikar-
um er at taka avgerðir fyri
fólk. Eftir mínum tykki er
tað fullkomiliga avsporað
at halda, at eitt val fjóðra
hvørt ár gevur tær Carte
blanche til at gera sum tú
vilt. Okkara politiska skip-
an byggir á fólkaræði, og
grundarsteinurin
undir
fólkaræðinum er orðaskifti,
har øll eiga at sín sjálv-
sagda rætt til at taka lut,
sigur
Høgni.
Sambært
Høgna verða fólk, sum er,
hildin í óvitinheit – og vit
mugu so bara gita okkum
til, hví. Hví var yvirtøku-
lógin hurrað ígjøgnum,
áðrenn fólk fingu møgu-
leika at kunna seg um, hvat
gekk fyri seg, og hvørja
avleiðingar tað fór at fáa?
Hví fara einskiljingar fram
fyri milliarda upphæddir,
uttan at kunnað verður um,
hvørjar treytir fylgja við?,
spyr hann.
Fólkaatkvøðu
Ì brævinum til løgmann
skýtur tingbólkurin hjá
Tjóðveldisflokkinum, sum
eitt tað fyrsta, upp, at leggja
donsku ríkislógirnar um
yvirtøku og uttanríkismál
til fólkaatkvøðu – og lata
fólk taka avgerð um vit
skulu ganga móti fullveldi
ella nýggjum heimastýri.
– Vit í tjóðveldisflokkin-
um eru ikki bangin fyri eini
fólkaatkvøðu, sum onkur
vil verða við. Tvørtímóti.
Vit vilja heldur enn fegin
síggja tann fólksliga eld-
hugan og tað aktiva orða-
skiftið, sum sást í 1946, og
sum vit hava sæð, hvørja
ferð uppskot um fólka-
atkvøðu hava verið frammi
síðani.
Høgni
Hoydal
minnir á, at føroyingar hava
í veruleikanum bara eina
ferð verið eftirspurdir um
landsins politisku framtíð.
Tann møguleikan skulu teir
fáa aftur, har teir verða
tikinir í álvara.
– Tað var ikki tjóðveldis-
flokkurin, men fólkarættur-
in hjá øllum føroyingum
sum varð skúgvaður til viks
14. september 1946. Tí er
tað óforsvarligt at skúgva
haldið av degnum burtur
sum sentimentalan tjóð-
veldisromantikk. Vit skulu
minnast til, at tað var sam-
bandsflokkurin og danska
stjórnin, sum skundaði
undir fólkaatkvøðuna. At
teir so ikki tordu at síggja
úrslitið og veruleikan í
eyguni, tá avtornaði, er tí-
verri ein partur av søguni
hjá øllum føroyingum, ikki
bara tjóðveldisfólkum, sig-
ur Høgni.
Høgni Hoydal:
Líkasælan máðar fólkaræðið burtur
Ingi Hansen úr Vági
hevur verið við
skúlaskipinum
Danmark. Vanligt er
at velja besta
skipsfelagan og í ár
gjørdist tað næm-
ingur nr. 65,
nevniliga Ingi
Hansen. Eftir lokna
tænastu umborð varð
hann kosin til ársins
kammerat
SKÚLASKIP
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Blaðið Søfart hevur 9. sep-
tember eina grein, har
greitt verður frá, at skúla-
skipið Danmark er komið
aftur av ferð í USA og ann-
ars skjótt verður lagt fyri
veturin.
Men
greinin
greiðir
eisini frá, at ársins kamme-
ratur í 2005 er valdur mill-
um næmingarnar umborð
og tað gjørdist næmingur
nummar 65, og næmingur-
in við hesum nummarinum
er Ingi Hansen úr Vági.
Hann fekk heiðurin at
verða kosin ársins kamm-
eratur av skipsfelagum sín-
um. Sum tekin um hetta
fekk Ingi handað eitt arm-
bandsur við áskrift, ið
boðar frá kjósanini. Tað
var formaðurin fyri skúla-
skipafelagið, fyrrverandi
skipslæknin Dan Folke
Larsen, ið handaði Inga
heiðursgávuna.
Blaðið sigur, at Ingi gav
framúr góðu lærarunum
umborð heiðurin fyri, at alt
gekk so væl umborð á
ferðini.
Ingi er ársins
kammeratur
At minnast úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 er ikki sentimentalur tjóðveldisromantikkur, men
ein veruleiki, sum søgan hjá øllum føroyingum hevur verið merkt av síðani, sigur Høgni Hoydal