fríggjadagur 16. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 176 - 16. september 2005
9
At breiða kunnleika
um indisku filoso-
fiina »Ayur Veda« er
fyrsta tiltakið hjá
verkstovuni Gongin,
sum Katrin í Gongini
hevur tikið stig til
SKEIÐ
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Katrin í Gongini var í 17 ár
stjóri í mótahandlinum
Klivanum í SMS. Nú eru
mótaklæðini løgd á hyllina,
og í staðin hevur hon stovn-
að eina verkstovu, sum
setirheilsu og rivnað hjá
fólki í fokus.
Fyrsta skeiðið er um
Ayur Veda, sum er alda-
gomul indisk filosofi um,
hvussu tú fært eitt langt,
heilsugott og lukkuligt lív.
Skeiðshjaldari verður dan-
in, Dr. Lærs Martiny, sum
hevur undirvíst í Ayur Veda
í 30 ár. Hann er uppruna-
liga útbúgvin tannlækni,
men fekk sær tíðliga Ayur
Veda
læknaútbúgving
afturat og hevur undirvíst
bæði lærdum og leikum
síðani. Hann var í 12 ár
lærari og skúlastjóri á
Rørvik Folkehøjskole, sum
hevur gjørt tilvitsku og
lívsfatan til sína sergrein.
Ayur Veda - heilsa og
persónlig menning gjøg-
num innlit í lívið - er ein
indisk heilsuskipan. Hon er
vorðin partur av lívinum
hjá nógvum fólkum kring
allan heimin, og rættiliga
nógvir læknar í vestur-
heiminum hava tikið við
hesari náttúrligu læruni, ið
sær sjúklingin sum eina
heild. Sambært Ayur Veda
er góð heilsa tað natúrliga;
sjúka íkemur við at skeikla
náttúrligu javnvágina.
–
Beinleiðis
umsett
merkir Ayur Veda »lívsins
vísind«. Í strembanini eftir
at fremja heilsu og persón-
liga menning, tekur læran
øll sjónarhorn við: Kropp-
in, sinnið, um hvørvið og
tað andaliga. Øll hesi økini
ávirka okkara lív og lívs-
góðsku, og Ayur Veda
gevur okkum eitt yvirlit,
sum bæði er lætt at skilja
og brúka í gerandisdeg-
num, sigur Katrin í Gong-
ini.
– Skeiðið gevur luttakar-
unum eitt spennandi og
undirhaldandi innlit í hesa
sera viðkomandi vitan um
lívið, har dentur verður
lagdur á at skilja seg sjálv-
an betur og at sleppa undan
óneyðugari
sjúku
og
strongd. Haraftur hjálpir
skeiðið við at fáa eyga á alt
tað vakra í lívinum og
ónýttu møguleikarnar, sum
liggja og bíða eftir okkum,
sigur Katrin í Gongini.
Skeiðið um Ayur Veda
verður 29. oktober á Hotel
Føroyum.
Tilmeldingin
verður lýst seinni.
Katrin í Gongini:
– Lær at liva við Ayur Veda
Eftir at hava rikið mótahandilin Klivan í SMS í 17 ár, hevur Katrin í Gongini nú stovnað
verkstovuna Gongin, og verður fyrsta tiltakið hjá henni at breiða út kunnleika um indisku
filosofiina »Ayur Veda«
Mynd: Dagny Joensen
Leygardagin verður rútm-
iskur tónleikaverkstaður á
Gjáargarði. Har vant verður
saman og arbeitt verður við
egnum verkum. Umframt
føroyskar tónleikalærarar
og snillingar luttekur eisini
norski gittarleikarin Odd-
Arne Jacobsen.
Tiltakið er fyri allar
áhugaðar rytmiskar tón-
leikarar.
Tónleikararnir
hittast á Gjáargarði kl. 15
leygardagin, og arbeiða
saman inntil kl. 19.30, tá
dagurin endar við konsert
og jammsession.
Føroyska luttøkan fer
m.a. at telja so mætar før-
oyskar tónleikarar sum
Edvard N. Debess, Heðin
Z. Davidsen og Kristian
Blak. Tað eru Felagið Før-
oysk Tónaskøld og Føroya
Jazztónleikarafelag
sum
skipa fyri verkstaðnum.
Kristian Blak sigur, at tey
hava ofta hildi tílíkar verk-
staðir fyrr, men hetta hevur
altíð verið í Havn. Hesuferð
royna tey Gjáargarð, tí
hølini eru so framúr væl
egnaði til tiltakið.
Nærri fæst at vita hjá
Kristian Blak á tlf. 225034,
og meldast skal til innan
fríggjadagin kl 12.00
Til ber at gista á Gjáar-
garði fyri kr. 200.
nud
Rútmiskur tónleikaverkstaður á Gjáargarði
RÚSDREKKA-
MISNÝTSLA
Landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum
hevur sett í gildi eina
reglugerð um stuðul til
"Tiltøk móti rúsdrekkamis-
nýtslu". Endamálið er, at
játta feløgum stuðul til
upplýsandi og fyribyrgj-
andi virksemi móti rús-
drekkamisnýtslu.
Stuðul verður ikki latin
til stovnar og feløg, sum fáa
eina játtan á fíggjarlógini
til sama endamál og ikki til
kommunur. Umsóknirnar
um stuðul skulu skrivast á
oyðublaðið, sum er ætlað til
endamálið. Oyðublaðið og
reglugerðin eru at finna á
heimasíðuni hjá Almanna-
og
heilsumálaráðnum
www.ahr.fo og kunnu eisini
fáast við at venda sær til
ráðið.
Stuðla tiltøkum móti rúsdrekkamisnýtslu
VEVMÁTING
Jákup Mørk
Vevmátingarlistin
hjá
Gallup hevur nú verið
virkin í 36 vikur. 40 síður
eru higartil skrásettar á
listanum.
Frá fyrsta degi hevur tað
verið olivant.fo, sum hevur
verið ovasta síðan á netin-
um. Í viku 35 setti síðan
eisini met við yvir 548
túsund sýndum síðum. Eitt
tal sum í farnu viku fall eitt
vet niður á stívliga 544
túsund sýndar síður. Talið
av brúkarum á olivant setti
eisini met í viku 36 við
27.471 brúkarum.
Dimma.fo og uf.fo eru
sera støðugar á listanum og
eru á 5. og 6. plássi við
meira enn 4.000 brúkarum
á hvørjari síðu.
Kvinna.fo er á 7. plássi
við 3,152 brúkarum og er
tað met hjá kvinna.fo higar-
til. kall.fo hevur eisini met
við 3.054 brúkarum.
nordlysid.fo hevur havt
nakað minni tal av brúkar-
um síðani summarfrítíðina,
men hevði yvir 3.000 brúk-
arar í seinastu viku, sum er
nakað tað sama
nordlysid.fo hevði áðrenn
summarfrítíðina.
Vevmátingarlistin hevur
leinkju á olivant.fo, og við
at trýsta á hesa sæst full-
fíggjaði listin.
36 vikur við vevlistanum