Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. september 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 176 - 16. september 2005 Kolavinnan er, sum tað longu hevur verið víst á her í blaðnum og í fakligum bókment- um, ein sera gomul vinna her á landi. Kol hevur verið høgt í Prestfjalli í øldir og í Rangabotni í hvussu so er ein stóran part av 1900 talinum, serstakliga frá trýatiárunum til fimtiárini. Týdningurin av hesari vinnu hevur verið svingandi, men í nevnda tíðar- skeiði, serstakliga stríðsárini 1940-45, hevði kolavinnan sera stóran búskaparligan og sosialan týdning. Her vóru til tíðir heilt nógv arbeiðspláss, og landsbúskaparligi týdning- urin kundi ikki yvirmetast. Hartil vórðu føroysku heimini hitað við suðuroyarkoli. Fleiri ferðir upp gjøgnum 20. øld vóru fram- skygdir menn frammi við djørvum og visio- nerum ætlanum. Tey eldru minnast royndir hjá vinnulívsmonnum t.d. Richard Thomsen og Gudmund Mortensen, fakfelagsfólki og politikkarum ikki minst P.M. Dam og frá okkara døgum Tormóði Dahl at gera kola- vinnuna til eina stórvinnu og til eina av fleiri hornasteinum undir føroyskari orkufram- leiðslu. Tann sera bíliga oljan úr Miðeystri koppaði øllum hesum dreymum og visión- um. Men nú eru oljuprísirnir so høgir, at mynd- ugleikar um allan heim leita eftir alterna- tivum orkukeldum. Vatn, vindur, aldumegi og jarðarhiti - you name it! Kolið er jú eitt hitt mest upplagda alternativið, men hetta evnið hevur tann vansa, at tað ávirkar loft- havið eins nógv, ja, kanska meira enn oljan. Tey, sum seta sítt álit á kol, vilja tó vera við, at tað ber til at skapa framleiðslutilgongdir, ið minka skaðiliga árinið frá kolaorku niður í lítið og einki, og ivaleyst er nakað um hetta. Sama ger. Myndugleikarnir eiga alla tíðina at hava eyguni eftir hesum øki og hava øll hugsandi alternativ í huga. Víst hava vit nógv vatn, nógvan vind og sterkar aldur. Men vit hava altso eisini kolið, sum hevur víst seg vælegnað til upphiting av húsum. Tað er tí upplagt, at landsins myndugleikar seta eina kanning í verk av møguleikunum fyri at nýta føroyskt kol til orkuframleiðslu. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein gomul vinna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Jústinus Leivsson Eidesgaard rithøvundur Hellurnar tann 14. september Nú frammi hevur verið í fjølmiðlunum, at kvotur eystanfyri verða handlaðar fyri 40 milliónir krónur hvør, kvotur sum lands- stýrið hevur samrátt seg til, og sum nú privatir skúma róman av, so er hetta ikki heilt rætt. Her rýkur rættuliga nógv av øvund og henda stavar frá óvitinheit. Næsta bindið í bókarøð míni um Kaj snýr seg fyri ein stóran part um fiskiskap eystanfyri. Føroyingar byrjaðu í tríatiárunum at royna við trolara eystanfyri. Fyrst byrjaðu teir við Bjarnoynna og síðan var farið longur eystur og við Norrakystina, sum norska strondin tá varð kallað. Teir royndu eisini við Svalbard. Sluppir hava av og á fiskað við Bjarn- oynna og við Svalbard langt áðrenn hetta. Tá várfiskurin á Suður- landinum var av, fóru trol- ararnir eystureftir og royndu til seint á heysti. Hetta var høvuðsleiðin hjá teimum seinast í tríatiárun- um, so kom kríggið og steðgur kom í til stríðslok Í hvussu er fyri kvoturnar hjá Kjølbro og kvotan frá Enniberg, sum stavar frá Kjølbro, og fyri tað hjá "Vesturvón" er tað ikki galdandi, at landsstýrið einsamalt hevur tryggjað hesum feløgum kvotur. Við undantakið av árum við fiskaloysi í Barents- havinum hava trolarar hjá Kjølbro javnan verið sjón- ligir eystanfyri í eitt 70 ára skeið og næstan uttan slit. Og "Vesturvón" hevur eis- ini verið sjónlig langt áðrenn kvotur komu eyst- anfyri, also ein eldri "Vest- urvón" hjá sama felag. Uttan søguligu rættindini var ongin kvøta eystanfyri í dag, tað vita øll, sum hava eitt sindur av innliti í hvussu kvotur vera til. Hesir trolararnir hava skapað søguligu rættindini, at so landsstýrið hevur bøtt um hesi rættindi við at lata russum svartkjaft, sum ongin her heima brúkti allíkavæl, er ein onnur søga. At svartkjafturin í dag hevur fingið størri virði enn í sjeyti, áttati og fyrst í nítiárunum er eisini ein onnur søga. Tað vikar einki við tey søguligu rættindi, sum privatmenn hava skap- að. Gamla felagið hjá Kjøl- bro hevur sanniliga strítt seg fram til tær tríggjar kvoturnar sum stava frá hesum felag, og sum enn verða troyttar. Fleiri fólk í Havn eru í dag millióningar, tí onkur fæloysingur av teirra for- fedrum fekk ein trøð fyri ein slikk frá tí almenna, velti hesa trøðna og fekk harvið mjólk, kjøt, eplir, røtur og søgulig rættindi til hana, og hesi kunnu nú verða umsett í tíggjutals milliónum og ongin sigur nakað um tað? Nú ljóðar hetta kanska sum reinur fólkaflokks- boðskapur. Tað er so ikki mín uppgáva at tæna nakrari ávísari politiskari sak, eg vísi bert á nøkur søgulig fakta. Kvoturnar í Barentshavinum ikki bara ein forering – so send fólkið til hús, og bjóða skipini til sølu. Trygvi F. Guttesen Nakað soleiðis sigur ver- andi skipan til tey vinnu- lívsfólk, sum hava fingið ókeypis fiskiloyvir. Hví ikki hava eina skipan sum sigur, at fiskivoyvir skulu latast landsstýrinum aftur, tá ið viðkomandi vinna ikki skal brúka tey meira. Hví ikki lata tí al- menna ta aftur, sum tú hevur lánt? Hvat sigur fólkaflokkurin til, at verandi skipan gevur ávísum partaeigarum 10 - 100 tals milliónir fyri, at eitt gott arbeiðspláss verður nærum heilt niðurlagt ? Eg eri samdur við fólka- flokkin um, at vit ikki eiga at leggja fleiri eykagjøld á vinnuna. Heldur eiga vit at lætta um hjá vinnuni, so- leiðis at fleiri arbeiðspláss verða stovnsett. Men ver- andi skipan har fiskiloyvini hava nógv størri ávirkan enn áhugin fyri at varðveita góð og gevandi arbeiðs- pláss, er ein sjúk og skaði- lig skipan. Vit síggja í dag, at vinnan fegin vil geva nógv fyri eitt fiskiloyvi, men vinnan var betur fyri, um hon ístaðin skuldi geva eina minni upp- hædd til landsstýrið, hvørja ferð fiskiloyvir verða flutt. Undanførslan hjá Fólka- flokkinum um ikki at broyta verandi skipan tí at fiskivinnan longu hevur 20 % í partafelagsskatti og 35 % um nakað verður tikið út sum vinningsbýti, hevur einki við spurningin at gera. Nevnda skipan er ikki bara galdandi fyri fiski- vinnuna, men fyri øll parta- feløg í Føroyum. Hinvegin so er tað bert fiskiskipini, sum fáa tilluta eitt størt søluvirði ókeypis. Vil tú royna tann stóra vinningin